Konni Kass konsert: Erlig, ekta, eym og rá

2017-03-23 11:11 Author image
Sigmund Vang

Fyrsta útgávan hjá bólkinum Konni Kass, Haphe, bleiv sera væl móttikin í Føroyum og ikki minst í útlondum, har áhugin fyri bólkinum hevur verið sjónskur. Við framførslum á Spot Festival í Aarhus, á Reeperbahn Festival í Hamburg, har Konni og bólkur hennara eisini vóru tilnevnd til Anchor Award, Iceland Airwaves í Reykjavík og live í útvarpsrásini Radioeins í Berlin, kann ikki sigast annað enn, at bólkurin hevur fingið undanvind frá byrjan.

Tónleikurin, ið er drivin av eini livandi og andríkari rødd, spælir sær fínliga við ein heim av synthum og rúmdareffektum. Løg sum “Surrender”, “Sounds” og “Time” hava verið nógv at hoyrt seinastu mánaðirnar, og bólkurin hevur veruliga funnið sítt sermerkta ljóð á føroyska tónleikapallinum.

Sjálv siga tey, at konsertin, sum verður í Norðurlandahúsinum fríggjakvøldið 24. mars klokkan 19.30 verður ”erlig, ekta, eym og rá.

- Vit vilja leiða lurtaran á eina ferð inn í okkara tónleikaheim, siga limirnir.

  

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður