Heimatíðindi

Kommunurnar ikki samdar um foreldragjaldið

Shutterstock

Shutterstock

2020-03-25 12:45 Author image
Bryndis Hjartardóttir

Klaksvíkar kommuna boðaði í dag frá, at kommunan fer at frítaka foreldur fyri foreldragjaldi, nú kommunan eftir tilmæli frá landsmyndugleikunum hevur valt at steingja dagstovnatilboðini í kommununi.

Men ikki allar kommunurnar eru samdar um, hvussu farast skal fram. Í Runavíkar kommunu er enn eingin endalig støða tikin til málið, men Torbjørn Jacobsen sigur við dimma.fo, at ætlanin er at leggja eitt líknandi uppskot fram á býráðsfundi í vikuni.

Uppskotið hjá borgarstjóranum í Runavíkar kommunu fer at fylgja somu mannagongd sum tá ið námsfrøðingarnir fóru í verkfall, sigur hann. Hetta vil hava við sær, at foreldragjaldið verður afturborðið fyri ta mistu tænastuna. Hetta verður alt roknað aftureftir, so tá alt er liðugt og man sær, hvussu støðan tá er og hvussu nógv er mist av tænastuni, verður gjaldið rættað inn aftur tá alt er liðugt, sigur hann.

Aðrar kommunur hava valt at bíða eftir boðum frá Kommunufelagnum. Millum hesar kommunurnar er Vága kommuna.

Eyðdis Hartmann Niclasen, borgarstjóri, sigur, at Vága kommuna hevur ikki viðgjørt hetta evnið og allir býráðsfundir í løtuni eru avlýstir. Tí velur kommunan at bíða eftir boðum frá Kommunufelaginum um ein felags leist, sigur hon.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður