Endurreisa minnið um Niclas í Koltri

2016-05-22 16:00 Author image
Dimma

- Tað, sum vit arbeiða við nú, er, hvussu vit endurreisa býlingin Norðri í Gerði, har Niclas í Koltri millum annað smíðaði sínar bátar. Í mun til býlingin Heima í Húsi, so umboðar hesin parturin eina nýggjari tíð og annan byggisið, har húsini millum annað høvdu kjallara, sigur Bjørn Patursson, sum í dag arbeiðir sum fyristøðufólk í Koltri, settur í starv av Søvnum Landsins.

Arbeiðið við at endurreisa gamlar og søguligar bygningar í Koltri hevur aftur fingið lív.

Higartil hevur mest verið tosað um gamla býlingin Heima í Húsi, sum at kalla stendur liðugt endurreistur og umvældur í dag. Nógvar fínar vitjanir hava verið av bæði kongaligum og arvingum til A. P. Møller samtakið, og nógvir føroyingar hava eisini vitjað oynna og gamla býlingin í størri ferðaløgum.

 

Gloymda økið

Nú verður farið víðari til tann meira gloymda partin av oynni, tann sum liggur í nærumhvørvinum, har Bjørn Patursson við familju í dag býr sum fyristøðufólk. Í fyrstu syftu sær umráðið bara eitt sindur óruddiligt út við gomlum grundum – men einaferð var tað lív í umráðnum við einum túni og trimum samanbygdum húsum. Tað var har lendingin var og er, og tað var at meta sum miðstøðin í oynni.

Økið verður kallað býlingurin Norðri í Gerði, og hevði eitt heilt annað byggisnið enn tann gamli Heima í Húsi. Her var kjallari undir húsunum, so pláss var fyri øðrum virksemi enn bara tað, sum bóndalívið kundi bjóða. Tað var her Niclas í Koltri, og pápin, millum annað smíðaðu bátar at selja kring oyggjarnar.

Men tíðin hevur sett síni spor. Eldur hevur herjað, fólk eru flutt burtur, og nú standa bara húsini, har Bjørn Patursson býr, sum bústaður. Restin er bara gamlar húsagrundir og ábendingar um, hvar hús einaferð hava staðið.

Men gongur alt eftir ætlan, so skal býlingurin endurreisast og millum annað húsa einum bátasavni, sum fer at minna tey vitjandi á stóra týdningin, Niclas í Koltri hevði fyri føroysk bátasmíð. Húsini, sum ætlanin er at endurreisa, eru Innar í Búð og Uttar í Stovu – annað verður sum gomul bóndahús, hitt sum bátasavn.

 

Togtogan av

Inntil 2013 var Koltur eitt vanligt festi við bónda, sum bæði legði seg eftir landbúnaði, men sum eisini stóð fyri at menna oynna sum ferðamál. Nógv sjálvboðið arbeiði varð lagt í at endurskapa gamla býlingin Heima í Húsi og útgangsstøðið var Koltursvisjónin, sum tó fevndi nógv breiðari enn bara býlingin Heima í Húsi og fíggjarligan stuðul frá Mærsk.

Í 2012 handaði Koltursgrunnurin landsstýrismanninum í landbúnaðarmálum býlingin Heima í Húsi, og metti sítt arbeiði vera liðugt. Í 2013 tók løgmaður avgerð um, at Koltur ikki longur skuldi hoyra undir landbúnaðarmál, men undir mentan, og tískil varð Koltursætlanin endaliga løgd undir Mentamálaráðið, og Søvn Landsins fekk ábyrgdina at menna Koltur undir eini sonevndari antikvariskari serskipan.

Kolturvisjónin frá 1999, sum menningararbeiðið varð bygt á, fór í søguna og ístaðin sá Koltursætlanin dagsins ljós – men hon byggir í høvuðsheitum á gomlu visjónina. Endamálið er at skapa karmar fyri, at mentanar- og náttúrusøguligu virðini í Koltri kunnu verða varðveitt.

Harvið endaði ein gomul togtogan um, hvussu Koltur skuldi umsitast. Tann vinnurekandi bóndin í Koltri fór í søguna, og gamli festarin, Bjørn Patursson, varð settur í starv sum fyristøðufólk í Koltri í desember 2014.

 

Við at taka skap

Bjørn Patursson sigur, at í fjørsummar var ein fornfrøðingur í oynni saman við fýra lesandi. Tey vóru har í juni og juli mánaði og gjørdu forkanningar, har gamla húsarekkjan Norðri í Gerði einaferð hevur staðið.

Hetta fornfrøðiliga arbeiðið er ikki heilt liðugt enn, men samstundis sum hetta arbeiðið fer fram, verður arbeitt við tekningum, hvussu húsarekkjan kann endurreisast.

Talan var upprunaliga um trý hús – Uttar í Stovu og Innar í Búð, og harímillum eini evarska lítil hús, hjá Bergstokk. Hesi lítlu húsini eru ikki við í ætlanini, men bara hini bæði stóru húsini. Lítlu húsini vórðu tikin niður í 20-unum.

Fólkatalið í oynni minkaði støðugt, og bóndahúsini Innar í Búð vórðu sum fráleið brúkt til skúla. Men tað fekk ein bráan enda í 1978, tá eldur kom í, og húsini brendu í grund. Hini stóru húsini gjørdust eisini sum fráleið tóm og fullu í órøkt – í dag verða tey tíðum brúkt sum rætt.

- Enn er tó langt á mál. Fornfrøðingarnir eru sum nevnt enn ikki lidnir við sítt arbeiði, og alt er enn á tekniborðinum, sigur Bjørn Patursson.

Tá gamli býlingurin einaferð er reistur aftur, eru fleiri mál at røkka. Sambært Bjørn Patursson er ein av stóru ætlanunum at flyta ymiskt órógvandi virksemi út um bøgarðarnar, so gamla umhvørvið verður so upprunaligt sum tilber.

- Millum annað skal tyrlupallurin og orkustøðin flytast. Men tað er eitt rættiliga stórt arbeiði, og tað liggur nakað frammi í tíðini, sigur Bjørn Patursson.

Oyggin skal ikki frameftir rekast við vinnuligum endamáli fyri eyga. Nakað av virksemi skal framvegis vera, sum hoyrir til seyðahald og ferðavinnu, so fólk kunnu vitja forkunnugu oynna og fáa nýggja vitan um eitt gamalt samfelag.

 

 

FAKTA

Úr Koltursætlanini, 2014:

 

Sett verða tí hesi stevnumið sum grundarlag fyri Koltursætlanini:

- At varðveita og miðla materiallan mentanararv og mentanarlandsløg í Koltri.

- At virka fyri at varðveita og miðla immateriellan mentanararv í sambandi við Koltur.

- At skapa karmar fyri vísindaliga grundaðari náttúruvernd.

- At skipa varðveitingarvirksemið eftir leiðreglum hjá UNESCO.

 

- Hugtakið “tjóðgarður” ella “national park” er kent í altjóða fyriskipan um vernd, nevniliga í skipanunum um náttúruvernd hjá altjóða felagsskapinum IUCN (International Union for Conservation of Nature). Í Koltri eru tað kortini serliga mentanararvsvirðini, ið dentur hevur verið lagdur á. Arbeiðið við tílíkum virðum verður í altjóða verndararbeiði grundað í UNESCO sáttmálanum um heimsarv 1972 (Convention for the protection of the World Cultural and Natural Heritage).

 

Ætlanin byggir á 3 kjarnuøkir, sum eru:

1) Varðveiting av samfelagnum sum heild við siðsøgu, mentan, bygningum og mentanarlandslagi.

2) Friðað landslag til náttúrugransking og vitjandi.

3) Livandi savn við føroyskum húsdýrum sum ein av liðunum í varðveitingini av føroyskum húsdýrum.

 

Tað antikvariska umvælingar- og byggivirksemið, sum longu er framt og sum er sett út í kortið, og tað museala virksemið, sum er í umbúna, eins og virksemið í sambandi við eina granskingarstøð, skapa eisini møguleikar fyri avleiddum vinnuvirksemi, bæði almennum og privatum.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður