Mentan

Koltrolarin Næraberg KG 14

Koltrolarin Næraberg KG 14

Næraberg við bryggju í Klaksvík. Trolarin varð í 1941 bumbaður og søktur av týskum flogfari. Eingin mannaskaði var (Mynd: Johannes Fjallheim)

2018-08-03 14:20 Author image
Óli Olsen

At vísa seg eru ikki so nógvar myndir av gamla koltrolaranum Nærabergi hjá Kjølbro. Í bókum gongur sama myndin aftur, men her hava vit so eina, sum Johannes Fjallheim hevur tikið. Eisini hon sýnir trolaran liggjandi við Stóru kai í Klaksvík.

Á bógnum stendur DANMARK málað við stórum stavum. Tað boðar frá, at hetta eru ófriðartíðir. Føroysk skip fingu Danmark og Dannebrog málað á síðurnar, tá ið seinna kríggið brast á. Men tá ið so týskarar 9. apríl 1940 hersettu Danmark, og bretar síðan Føroyar, varð hetta broytt til Føroyar og/ella Faroes saman við føroyska flagginum.

Kjølbro í Klaksvík keypti 26. januar 1939 Næraberg úr Hull. Tervani, sum hann áður nevndist, var smíðaður í 1925 í Beverley í Bretlandi, var 352 tons brutto og hevði 550 hesta guvumaskinu. Steintór Norðberg úr Hvalba var skipari fyrstu tíðina. Næraberg var tá størsti trolari í føroyska flotanum og fermdi um leið 200 tons av saltfiski.

Næraberg royndi eins og hinir føroysku trolararnir undir Íslandi og eystanfyri, t.v.s., við Norðurnoreg, Bjarnoynna og Svalbard. Tá ið kríggið brast á, vóru Næraberg og Skálaberg, sum Kjølbro átti saman við Chr. Holm Jacobsen, eystanfyri. Teir komu heim, men fóru so av stað aftur – nú á ísfiskaveiðu og seldu í Stórabretlandi.

Kaj Johannesen førdi Næraberg til ísfisk og faðirin, Mortan í Hvannasundi, Skálaberg. Nógvur fiskur var við Bjarnoynna og á Senjabankanum við Norðurnoreg. Hans Jacob Justesen úr Norðdepli, búsitandi í Klaksvík, var fýrbøtari á Nærabergi. Um fiskiskapin við Bjarnoynna heystið 1939 sigur hann soleiðis í bókini, Kaj 2, ið Jústinus Leivsson Eidesgaard skrivaði:

"Har vóru fá skip og ein øgiligur fiskur. Dekkið var fult alla tíðina, og tað stóð á hjá okkum at fáa niður. Tað vóru strídnir dagar, men hugaligt. Vit vóru næstan einsamallir, har vóru ógvuliga fá skip at síggja. Og vit fyltu hann undir lúkuna eftir fáum døgum. Túrurin gekk skjótt, og tað sást ikki farvegurin til nakað kríggj norðuri í Íshavinum."

Sum skilst, kom Næraberg til Fleetwood í Bretlandi at selja sama dagin, sum týskarar hersettu Danmark. Hetta var triði ísfiskatúrurin í 1940. Eftir hetta fóru trolararnir ikki til fiskiskap eystanfyri, fyrr enn heimskríggið var av. At fiskiskapurin við Bjarnoynna tá rættiliga tørnaði fyri aftur, er onnur søga.

Um kvøldið, 3. apríl 1941, kom Næraberg á Klaksvík undan Íslandi fullfermdur. Erik Mohr, skipari á Tjaldrinum, loysti Kaj Johannesen av á brúnni og førdi trolaran niður til Fleetwood at selja. Staddir millum lond 5. juli leyp týskt bumbuflogfar á Næraberg. Hann varð meint raktur og tók at søkka. Manningin var komin í báðar bátarnar, tá ið skipið legði seg á liðina og fór eftir gronini í dýpið. Veðrið var gott, men teir væntaðu høgætt og settu kós móti Súluskerinum vestan fyri Orknoyggjarnar.

Nú, teir eru komnir at sita í bjargingarbátunum hundrað fjórðingar úr Súluskerinum, geva vit 2. stýrimanni á Nærabergi, Johan Klakkstein, Jóhan úr Vági í Klaksvík, orðið. Frásøgnin stendur øll í bókini, Havið og vit, sum J. Símun Hansen skrivaði.

“Klokkan var nú 10.30, og hýrurin bara góður, tá vit byrjaðu at toga í árarnar; eina løtu seinni fór at lota á útnorðingi. Móti kvøldi vaks hann vindin, og um náttina gingu ring æl, sjógvurin øtlaði, og tað mátti oysast í heilum, men móti morgni blíðkaði hann aftur. Tá reiðiliga ljóst var, sást Súluskerið beint fyri stavn, og klokkan 4 seinnapartin – 30 tímar eftir at báturin var søktur – vóru vit undir landi.

Komnir inn at skerinum, síggja vit nakrar menn koma oman móti sjónum. Tá var tað, sum ein steinur datt frá hjartanum, vónin um bjarging var nú vorðin til vissu. Við lendingina stóðu tríggir vápnaðir hermenn, sum vildu hava at vita, hvørjir vit vóru, hvaðan vit komu o.s.fr. Tá teir høvdu fingið søguna at vita, buðu teir okkum at leggja at og tóku væl ímóti okkum. Fyrsta, teir bjóðaðu, var konjakpunsur, og hann gjørdi undirverk aftan á 30 tíma svøvnloysi og kulda. Síðan varð borið okkum bæði matur og drekka; pláss høvdu teir lítið, men vit fingu tó allir sovið.

Dagin eftir kom skip og flutti okkum til Scapa Flow. Her fingu vit innivist umborð á einum útgerðarskipi hjá kavbátum. Í land sluppu vit ikki, og her var einki serliga hugnaligt at halda til, tí ofta vóru týsk flogfør yvir flotastøðini, og slagskipið Royal Oak lá søkt dygst hjá.

Manningin á Næraberg varð heimsend so við og við umborð á armeraðum trolarum. Eg var millum teir síðstu, tá var ein mánaður gingin, síðan vit fóru av Klaksvík.”

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Tann eg eri og tann eg var

Tann eg eri og tann eg var

Hann hevur vunnið alt, sum vinnast kann. Hann er sum einasti útlendingur blivin tilnevndur til týsku sjónleikaheiðurslønina...

Arbeiðssami skemtarin av Argjum

Arbeiðssami skemtarin av Argjum

Seinastu trettan árini hevur Hans Andreasen rikið Glitnir, sum fyri átta árum síðani varð víðkað við Irsh Pub við Skálatrøð...

Meira langlesnaður