Kjak

Klumman: Vera til nyttu

2019-03-15 10:36 Author image
Karin Kjølbro

Føðingardagsbarnið sum bíðar eftir at doyggja.

Undir hesi yvirskrift hevur danska Kr. Dagblaðið grein um Hanne Reintoft, sum 3. mars fylti 85 ár. Gjørdist bilsin, soleiðis kendi eg hana ikki. Blaðið leggur aftrat, at hon var sosiala røddin í Danmark í áratíggjur. Hon er ikki sjúk, kroppurin í lagi, røddin klár og við gomlu tignini, leggur blaðið aftrat.

Hon sigur við blaðið, at hon hvørki hevur ynskt sær at gerast einsamøll ella gomul, og nú eri eg vorðin bæði, og tað stuttleikar mær ikki. Eg vil fegin niður at liggja við síðuna av manni mínum.

Løgið, – hon sum hevur havt so stóran týðning fyri so mong. Vit báðar arbeiddu saman í fimm ár á Glostrup Sjúkrahúsi í sjeytiárunum. Hon var leiðari og starvsfelagi. Hon hevði kvinnudeildina og eg barnadeildina. Tað kom meira enn so fyri, at vit vóru tyngdar av sjúklingum við lívshættisligum sjúkum og teirra avvarðandi. Tað gav ein serligan felagsskap. Stundum var eg vitni á hennara deild, tá testamenti skuldi skrivast. Harumframt  gjørdu vit sjálvboðið arbeiði uttanfyri sjúkrahúsið. Nýggja danska Bistandslógin kom, og hon fekk skjótt eyga á øll tey, sum duttu niðurímillum – serliga einligar mammur. Hon hevði altíð nógv jørn í eldinum. Seinni endurreisti hon Mødrehjælpen, ið var niðurløgd við Bistandslógini. Hon lærdi tíðliga frá verjuadvokatinum Carl Madsen, at:

Tað er bert ein meining við lívinum, og tað er at verða til nyttu. Hetta tók hon til sín.

Tá eg segði meg úr starvinum fyri at flyta heim, segði hon: Eg man  fara skjótt eisini. Allar hinar komu í senn her, og allar eru vit javngamlar (sosialráðgevararnir), sostatt koma allar í skiftisár í senn, og tá verður ikki stuttligt. Hanna átók sær sosiala brævkassan í DR, Hvør er mín rættur, og hvør er mín skylda, umframt alt møguligt annað bæði innan- og uttanlands, sum hon hevur fingið nógvar virðislønir fyri. Hon hevur havt hópin av álitisstørvum og nevndarsessum, eisini hevur hon skrivað fleiri søguligar skaldsøgur. Hon var fólkatingskona í átta ár, men valdi sjálv at gevast við tí. Eftir aldarskiftið bað eg hana koma til Føroyar at tosa 8. mars. Hon vildi fegin, men maðurin var sjúkur, og hon vildi ikki fara frá honum. "Hevði aldri fyrigivið mær sjálvum, um hann doyði, meðan eg var burturi." Men hann livdi til 2017, og nú vil hon fegin sleppa at liggja undir lið hansara.

Nú hetta verður skrivað kemur mær til hugs glaðlyntu Marionnu Matras (1906-1998) – kona Chr. Matras professara og skald (1900-1988). Seinastu tíðina tók hon ofta til: nú fari eg út til Christian (í kirkjugarðin?) at leggja meg. Eg skilti ikki beinanvegin, hvat hetta snúði seg um. Sum fráleið var styttri ímillum hesar útsagnir, – allar átøkar. Marianna hevði vevstovu á loftinum, og tað var mangari kvinnu til íblástur og nyttu. Ann Kari Skarðhamar hevur skrivað bók um hana: Dreymurin um at veva. Marianna dugdi so ómetaliga nógv annað. Men allarfyrst  gav hon Christiani umstøður at sita og granska og yrkja, – tað sum hann var best til. Mær tykir, at orðingarnar hjá Honnu Reintoft og Marionnu Matras um at leingjast eftir at leggja seg hjá deyða manninum, eru eymligar kærleikskvøður til hjúnafelagar sínar. Millum mongu sálmar og yrkingar hjá Chr. Matras er ein yrking, nevnd VÍVIÐ

Vit livdu ár saman

vit livdu lívið saman

og gott var at vera menniskja

  

 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður