Kjak

Klumman: Varðar á vegnum

2019-04-26 07:49 Author image
Poulina Slættanes

Í hesi føgru vártíð raknar alt á foldini við. Í farna mánaði fagnaðu vit tjaldrinum. Á mariumessu varð 200 ára føðidagur V. U. Hammershaimbs hildin í Sandavági, har hann var føddur, umframt í prestagarðinum á Nesi og í Havn. Í einum fyrilestri hjá norðurlendskum málgranskara hesar dagarnar varð sagt, at Hammershaimb neyvan eigur tað uppmerksemi, hann hevur fingið. Hann hevur bara fingið allan heiðurin av føroyska skriftmálinum, har onkur annar átti líka virknan lut um ikki meir. Men føroyingar eru so vissuliga takksamir fyri løgmanssonin á Steig, tí hvussu hevði verið vorðið, um vit ikki høvdu fingið mentunar- og mállæruarvin frá tí milda og spaka Hammershaimb?

Málrøkt er javnan frammi í gerandisdegnum millum føroyingar. Tíbetur. Beint fyri kríggið stendur serliga illa til við móðurmálinum bæði í skúla og kirkju. Eingi frambrot hóast tilráðingar og kunngerðir. Men tak hann – Victor Danielsen – sum í 1920 hevði umsettar og nýyrktar sálmar og sangir til samkomubrúks á føroyskum í kravlítlum bóklingi. Brøðurnir vágaði sær og tordu at taka sálmasang á føroyskum fram um hin danska og norska. Tað hevur uttan iva elvt til orðadrátt og ósemjur. Kirkjufólk fóru ikki at syngja úr føroyskari sálmabók fyrr enn í 1960. Sigast má, at frælslynti fuglfirðingurin og trúboðarin hevur  verið slóðbrótari á so mongum mentunarligum móðurmálsøkjum. Hann himpraðist ikki.

Haldi fram tjóðskaparliga, tí í juni eru 100 ár síðani, vit eru tilvitað um eitt føroyskt flagg, ið veittrar á stong í Fámjin. Hóast flaggið ikki varð góðkent fyrr enn í 1940, so treiskaðust vit og brúktu tað. Hjá onkrum fekk tað eisini avleiðingar. Fløgg hava sínar søgur, um vit fara at kanna eftir, – summar hava ikki verið sørt avbjóðandi. Okkara hevur eisini sína sermerktu. Tjaldurs- og veðraflaggið vóru tjóðskaparligir føroyingar ikki nøgdir við. Ungmannafeløgini brúktu hesi fløgg hvørt um annað og ítróttafólk við. Føroyskir studentar á skúla í Danmark hava helst hildið, at føroyingar áttu at leggja seg upp at hinum norðurlendsku krossfløggunum. Ymiskar variantar royndu teir, til niðurstøðan varð, at hvítur dúkur við reyðum krossi, sum varð randaður við bláum, hóskaði best, tí litirnir vóru í tøttum skyldskapi við brøðratjóðirnar Noreg og Ísland.

Í løtuni hevur Tjóðsavnið serframsýning “Merkið 100”. Her verður flaggøldin lýst, so væl tað ber til. Varðar á vegnum við flaggfundum, flaggkegli og  kríggsárum, ið púra av sær sjálvum myndaðu flaggsøguna, tí bretar hersettu Føroyar. Teir komu við kravboðum, at føroyingar skuldu hava sítt egna frámerki – skipini máttu geva til kennar, at tey vóru føroysk, nú Týskland hevur hertikið Danmark og Noreg. Boðini vóru, at so leingi kríggið herjaði, mátti Dannebrog leggjast til viks. Jú, tað vóru bretar, sum fingu skil uppá okkara flaggósemju. Onkur gav og venaði seg illa um hesa avgerð. Svarað var teimum, at tey skuldu fáa reyða dúkin aftur við hvíta krossinum, tá kríggið var av. Tá sáttaðust tey. Men við krígslok kundi eingin droymt um at havt annað flagg enn Merkið, – eingi mótmæli, tí øll tóku tað til sín so gott sum.

Í gjár var flaggdagur. Dagurin, bretar søgdu, at nú verður tað, sum vit siga. Í tí sambandinum leita tankarnar til pyntifløggini á jólatrænum sum barn, har Merkið var ímillum, javnsett við øll hini litføgru. Og telegrammini frá Telefonverkinum borin í hús merkisdagar – við gullskreytkanti um Merkið. Tað gjørdi heilsanina so virðiliga. Flaggsøgurnar um Merkið, ið veittrar umborð á Sannu í New York í 1940, er hugtakandi. Og hvør minnist ikki sigursæla og alfevnandi Ova Joensen á Longulinju í 1986 við Merkinum um havfrúnna?

ÍSF og Skipafelagið fagnaðu eisini sínar merkisdagar við Merkinum herfyri. Tjóðskaparligan alsk mugu vit sleppa at hava. Eitt sindur meira enn eitt sindur.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður