Heimatíðindi

Klumman: Treytin fyri trivnaði

2019-02-15 11:16 Author image
Karin Kjølbro

Tá vit bæði blaðstjórin á Dimmu í fjørheyst samskiftu um klummuskriving, helt eg, at tað kundi verið hugaligt at hava pensionistar sum málbólk. Helt fyri, at tað er gott at vera pensionistur í Føroyum í dag, sjálvandi, um heilsan er í lagi.

Herfyri vísti einhvør spurnarkanning, at fremsta ynski fólksins er eitt vælvirkandi heilsuverk. Mett verður, at 9 av 10 heilsuspurningum verða loystir hjá kommunulæknunum. Restini tekur sjúkrahúsverkið sær av. 

Men nú er tað bara so, at vit eru kanska trítúsund fólk í Tórshavnar kommunu, sum ikki hava havt ein fastan lækna í skjótt trý ár. Lækni okkara gavst fyri aldur. Hesum boðaði hon Heilsutrygd frá í sera góðari tíð. Henda læknaviðtala er hin størsta í landinum – yvir 2000 sjúklingar, og síðani er hópur av fólki flutt til Tórshavnar kommunu, sum heldur ikki hevur fastan lækna. Spyrt tú, hví støðan er soleiðis, er svarið, at ongin lækni hevur hug at átaka sær hesa viðtalu, tí hon hevur alt ov nógvar sjúklingar. Í fjør fingu vit bræv frá Heilsutrygd, at nú var viðtala okkara flutt í Jónas Broncksgøtu. Skrivaði tá til Býráðið. Spurdi, um nú ring viðurskifti hjá hesum læknaleysu skuldu gerast verri. Varð víst til Heilsutrygd, sum vísti til hinar kommunulæknarnar í Havn, um ongin læknavikarur var í okkara viðtalu. Givið er, at skoytir ongin um okkum, tí vit eru so mong, so verða vit valla átuligari í gomlum ótíðarhóskandi hølum. Í løtuni hava vit vikarar – einamest pensionistar, sum arbeiða eina viku í senn, og alt gott um tey at siga. Á hurðini í viðtaluni stendur so navnið á tí lækna, sum arbeiðir hesa vikuna. Í løtuni kunnu vit so fegnast um, at hon, sum kom í seinastu viku, verður í heilar tríggjar vikur. Herfyri var ein vikarur, ið segði, at um meiri hjálp var í viðtaluni, so høvdu tey kunnað yvirkomið meira. Giti, at hann hugsaði um sjúkrasystrar og skrivarar.

Leitaði tí inn á heimasíðuna í einum kommunulæknahúsi í Danmark, har ein føroyskur lækni arbeiðir. Har vóru: 3 læknar, 1 bioanalytikari, 2 sjúkrasystrar og 2 læknaskrivarar. 

Frálíka heimasíðan vísti eisini, nær læknarnir fara í summarfrí, og longu nú boðaðu tey frá, at fríggjadagin eftir Kr. Himmalferðardag var eingin viðtala. Annars frættist eisini, at Eiðis læknadømi hevur tveir læknar, sum býta starvið. Tær søktu Heilsutrygd um starvið í felag, men Heilsutrygd segði nei. Tí vendu tær sær til Eiðis kommununu, og so var alt í lagi.

Báðar fittar og dugnaligar, og hava eisini verið vikarar "hjá okkum". Nú loyvi eg mær so at spyrja rætta viðkomandi: Hví kann fólkaríkasta viðtalan í Havn ikki leggjast saman við øllum teimum nýggju fólkunum, sum eru flutt higar seinastu 2-3 árini og heldur ikki hava fastan lækna, og gerast til 2 læknadømi?  Og ber tað til, sum er komið mær fyri oyruni, at vit sum vilja hava fastan lækna, kunnu melda okkum til hjá einum bygdalækna, sum hevur pláss?

Tá alt hetta  er sagt, so munnu vera fleiri enn eg, sum fegnast, tá tey síggja snýðið ella hoyra røddina á sjúkrasystrini, sum var hjá okkara gamla kommunulækna og sum alsamt røkir sítt starv. Tað einasta, sum ikki er broytt. Guð eigi hana fyri tað, og lati hana verða verðandi. Jú, eitt annað er óbroytt, tað er prosentparturin, sum trúliga verður tikin av pensiónini hvønn mánað til Heilsutrygd.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Á egnum kjøli

Á egnum kjøli

Málið um føroyskt skipafelag varð á fyrsta sinni borið fram á fólkafundi á Doktaragrund í Havn á ólavsøku 1916...

Meira langlesnaður