Heimatíðindi

Klumman: “Thank you for being a customer!”

Klumman: “Thank you for being a customer!”
2018-01-19 16:01 Author image
Simona Midjord

Tey eru so blíð! Eg havi bestan hug at svara aftur og siga “onki at takka!” Eg blívi so glað, tá tey eru so fyrikomandi. 

So ganga dagarnir. Eg tjekki postkassan, ella kanni um nakað man liggja klárt í gongini. Onki...

Tíkin goyr uttanfyri og eg drøni yvir til vindeygað. Blái bilurin stendur uttanfyri við motorinum koyrandi. Hurðin stendur opin og sjafførurin hevur eitthvørt í hondini. Fer hann til postkassan, ella kemur hann upp trappurnar? Øv, til postkassan, so eru tað bara lýsingarbløð.

Eg kanni teldupost. Tað stendur, at tað burdi komið hesa vikuna. Hetta er líka spennandi hvørjaferð. Nógv meiri spennandi enn jólaaftan. Tí tað ganga ofta so nógvar vikur, at eg havi gloymt hvat eg havi bílagt, og tá tað so kemur, so er tað av sonnum eitt stórt yvirraskilsi. 

So leggi eg ætlanir um at stjala mær eina løtu fyri meg sjálva, tá ongin annar sær. Aftan á nátturðan, tá børnini eru farin í song, og maðurin situr á kóntórinum. Bara eg og pakkin. Gud viti hvat man vera í. Men nýtt er altíð gott! Eg geri mær tankar um, hvat man hóska til. Casual uppsett hár, ella bara krúllutt leyst? 

So pakki eg upp. Heilt spakuliga. Píka! Tað er handan lekra bláa heildraktin, sum var so flott á myndini. Hesa ferð kundi ikki endað galið. Ofta havi eg bílagt frá “Ali express”, men tá hava klæðini verið í minna lagi. Eg leggi typiskt ikki merki til, at tað stendur “asian size” á lýsingini, men felli fyri vøkru kvinnuni á myndini og tankanum um, at soleiðis fari eg at síggja út, tá pakkin kemur. Men logikkurin vil tað so, at tá eg ikki eri ein stødd Asia, so síggi eg heldur ikki út sum ein. Men hesa ferð! Hesa ferð hevði eg bílagt frá eini heimasíðu sum selir klæðir til ta myrku kurvutu kvinnuna. Tit vita, hina við serliga stórum afturparti. So hesa ferð átti eg at kunna bíleggja “vanliga" stødd, og ikki hasa lítlu nefsutu støddina. Hon sá gott nokk stór út, heildraktin. Bara ikki hon var ov stór, tað kundi gott sæð soleiðis út. Ná, so at royna vidundrið. Eitt bein í høgru brók, eitt í vinstru, so uppum mjadnarnar. 

Ná? Hetta gekk ikki sum eftir ánni. Bíða nú. Her mundu vera onkrir knappar, sum eg ikki hevði lagt merki til. So úr aftur at finna hasar ósjónligu knapparnar. Har vóru ongir! Also, var hetta nú rætt? Eg hugdi eftir klædnaseðilinum inni í, at vita um tað stóð “Asian size”. Nei, har stóð onki... ella bíða, “made in China”! So var tað tí! Royna at snýta meg, nei tú!

Nú bíði eg eftir einum leðurbuksum wannabe. Tær fyrru vóru ov smáar, men tær vóru eisini gjørdar í Kina. So tær havi eg selt á rótikassanum. 

Maðurin viðmerkir, at tað er so nógv, sum er gjørt í Kina, sum ikki er oyramerkt til kinesarar. Spyr um eg haldi at telefonirnar og skógvarnir vit keypa, sum eru “made in China", eru ætlaðir asiatum. Tað er yvirhøvur og aldeilis ikki tað sama! Ella... er tað?

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður