Klumman: Tarzan og Jane

Klumman: Tarzan og Jane

2017-06-17 11:59 Author image
Simona Midjord

“Kærlighed begynder med kast” søgdu tey vaksnu við okkum, tá dreingirnir díktu okkum undir í kavabløkum og stappaðu kavan inn undir blusuna. Hóast hetta var ræðandi, serliga tá teir størru dreingirnir fingu fatur á okkum, var hetta sera spennandi. Kláraðu vit at renna undan? Samstundis sum man vónaði, at man kláraði undan, dukaði hjartað serliga hart, tá teir fingu hendur á okkum. Onkuntíð rann man kanska heldur ikki so skjótt sum man burdi og hevði ikki so nógv ímóti at leypa beint inn í “løvens hule”. Og so gramdi man seg hart um, hvør hevði vaskað einum, uttan man fekk gjørt nakað, tí viðkomandi var so nógv sterkari.

So vóru tað teir sum bíðaðu aftanfyri sama horn hvønn dag, klárir til álop. Nokkso typiskt var tað vakrasta gentan, ið stóð fyri tørni. Men tá hon ikki var við, so stóð man sjálv fyri skotum. Og hóast tað ikki var petti stuttligt at verða royttur og klíptur, so var tað hesin intensi maktkampurin, sum gav einum hjartabankan. Tá man gjørdist eldri, kundi man skriva ein seðil til onkran drong og spyrja, um hann tímdi at ganga saman. So kundi hann seta kross í “ja/nei/"-ella “kanska” kassan. ikki tí at hesi forlovilsini altíð hildu so leingi, ofta vardu tey ein tíma, og onkuntíð hevði man lovað seg burtur til fleiri í senn. Tá var ofta ringt at velja hvønn av teimum man skuldi droppa. Við tíðini gjørdist tað heila eitt lítið sindur meiri “fysiskt” og man byrjaði at spæla S, P ella K. Tey kulastu valdu K, tað merkti, at man kundi risikera at verða biðin um at mussa onkran. Í fyrstani skuldi man mussa á kjálkan, so bleiv tað til at tað skuldi mussast á munnin, og eldri man bleiv, við opnum munni.

Eg minnist enn, at eg sat inni undir einum jakka saman við einum, ið var eitt ár eldri og ristist sum eitt bókablað, meðan eg blundandi spískaði munnin, og bíðaði. Mussurin var onki at reypa av, bara nakað sum skuldi blíva yvirstaðið. So kundi man fnisa saman við hinum vinkonunum og fortelja, hvussu kiksað alt var inni undir jakkanum. Ein av vinkonunum kundi fortelja okkum aftaná, at tann sum hon hevði mussast við, hevði verið so mikið at sær komin, at tungan hevði streifað hennara. Tað var heita evnið í langa tíð millum genturnar. Tað var alfahannurin, hann sum kundi finna uppá meiri enn man var klár til. Og tó.

Eitt tað villasta eg fann uppá sum 14 ára gomul var, at skifta um jakka við ein drong, tá vit fylgdust. Ikki tí at tað nakrantíð bleiv meiri enn at ganga í jakkanum hjá honum, tað var nokk eitt sindur djarvt at man tordi tað, bara tað at lata seg í eitt plagg sum ein drongur átti. Tað, at jakkin luktaði av honum, var heldur ikki býtt. Hendan glíðandi gongdin, frá at vera barn til at koma í pubertetin, gekk passaliga seint til at eg og mín heili kláraðu at fylgja við.

So er spurningurin: Hvat hendi?

Klumman, næstu ferð ;o)

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður