Kjak

Klumman: Tannáringatreiskni

2019-05-24 09:17 Author image
Poulina Slættanes

Alt summarið høvdu teir jabbað um, at teir fóru at ganga allan vegin á tamb úr Havn til Sandavágs. Summarið frammanundan við. Ta ferðina hevði pápi annan teirra í gáloysni sagt, at klára tit tað, stuðlaði hann knallertkeypinum. Tá høvdu allir dreingir prutlherðindi, men ráð hevði hvørgin teirra. Dreingjum líkt, ið seta sær mál, vóru hesir ikki til at vika. Teir høvdu fyrimyndir, hesir tannáringarnir. Ovi hevði róð úr Nólsoy til Danmarkar, og Sigurd á Dalavegnum svomið og gingið úr Suðuroy norður til Fugloyar. Preben Elkjær hevði summarið fyri verið og spælt dyst við HB. So teir vildu eisini sleppa upp í part við onkrum, ið bar brá av nøkrum øðrvísi ella heilt serligum. Og so var ta handa gularótin, ið pápin hevði gjarað út við.

Teir vóru í áseyaroyting hetta summarið og høvdu altíð verið kvikir og kimiligir á fjallgongu. Nú sást á teimum, at langi gongutúrurin var í umbúna. Enn var eingin tunnil komin norðuri í Kollafirði og undirsjóvartunnil als ikki. Tíðliga ein leygarmorgun purra havnardreingirnir út og siga frá, at nú byrjar gonguferðin. Haldi eingin tók teir heilt fyri fult. Men ein pjøka høvdu teir á rygginum við breyði, kjøti og vatni, so okkurt var um tað. Teir bóðu ikki um eftirlit, men tað hekk líkasum í luftini, at gjarna skuldi onkur fylgja við ...

Ja, hetta er áðrenn so nógv, – gps’arar, skrittteljarar, fartelefonir og internet. Eisini áðrenn alt tuskarí í fjøllum í fríløtum og eftir alfaraveg.

Jú, eftirlitið riggaði úr einum bili við góðum kikara. Tá gingnir vóru slakir fýra tímar, var farið at sneyta. Jú, uppi í hæddunum í Norðstreymi sóust teir so mikið væl, at einki var at ivast í, at har gekk alt eftir vild. Fylgt varð við passaligu treisku og skilvísu vinmonnunum eina løtu, sum hvurvu um eina sýn á Kvívíkarleiðini. FBI-eftirlitið setti tá kós móti Vestmanna, har Sam skuldi taka teir yvir um Vestmannasund. Nú var bara at geva tol. Fjallafjakkararnir fóru at fáa fatur á ferguni einaferð seint seinnapartin henda leygardag á hásumri.

Sam hevði tá eina ferðaætlan, og ikki so stórt trýst var á farleiðini. Tvær ferðir var “eftirlitið” á Oyrargjógv, og seinnu ferð komu ferðamóðu gongugarparnir í land eftir fergubakkanum. Ikki bar annað til enn at bjóða teimum at koyra heim við til Sandavágs. So nógv skjótari og smidligari. Døgurði stóð klárur við nýbakaðum pannukøkum. Men ikki talan um. Síðsta strekkið skuldi nú takast út í eitt koyr uttan hvíld, lótu teir okkum vita.

Brekkan av Oyrargjógv og heilt niðan á Háls sást vera stríggin. Har leið einki eftir. Tað var, sum hesir ungu vinglaðu eftir vegnum.  Meðan pannukøkubunkin vaks á komfýrinum, bíðaðu vit spent. Onkur eygleiddi úr loftsvindeyganum við kikara norð í Sarpar. Jú, har komu teir – tøtlingarnir treiskaðu teinin, ið eftir var.

Tá grøna hurðin í svørtu lonini brestir upp, fara teir darlandi beint inn á stovugólvið og leggja seg skerflatar. Annar vil sum skjótast hava føturnar niður í flógvan sápulút. Skjótt varð eitt emaljerað, gamalt uppvaskifat tikið út undan vaðingini til endamálið. Men har í passaði bara annar fóturin í, tí hesin mundi brúka eini 46/47 í skóm. Hin var so eymur í dintilsvøddunum fyrstu løtuna, at ikki bar til at sita.

Eingin hevði trúð, at hesir báðir drumbaligu havnardreingir megnaðu hetta; men teir gjørdu tí til skammar. Nú alt er so skipað ella eigur at vera tað eftir fjøllunum, er heilt skemtiligt at lata tankarnar reika aftur til hasa gonguferðina hjá vinmonnunum úr Nonnuskúlanum, sum enn í løtum minnast sítt óreingiliga tannáringatreiskni.

Nú prutlaði fíggjarligi stuðulin undir lokinum. Tá heystfjøllini vóru gingin, koyrdu fjallatuskararnir á prutli vestur í Vágar.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður