Kjak

Klumman: Tankar um bankar

2020-06-19 11:50 Author image
Poulina Slættanes

So langt eg kann minnast, var nakað virðiligt og samhaldsfast við bankum og spari­kass­um. Har fórt tú inn við sparibússini ella pengunum, tú fekk í føðingardagsgávu. Hvør minn­ist ikki reyðu sparikassabókina við gulleikini uttan á? Í hesa bók skrivaðu tvey starvs­fólk við fínum fyllipenni undir uppá, at ein ávís upphædd var sett inn á bókina. So heim­aftur og bókin løgd í goymslu til næstu innseting. Helt altíð ein serligur dámur var inni í sparikassanum. Gólvini vóru so framúr vøkur og væl bonað. Har var ein angi av góð­um grønsápulúti, sum svarar aftur enn. Tað var her teir flottu føroysku málningarnir hingu við skínandi blonkum silvurplátum festum í rammurnar. Aloftast vóru list­ar­verk­ini gávur frá landsmyndugleikunum á onkrum merkisdegi. Og har stóðu tungu og óhegn­igu skrivi- og roknmaskinurnar, ið eru lítilsverdir fornlutir í dag. Og man minnist hesi ymisku stemplini og stempulpúturnar, ið stóðu á mahogniskriviborðum, meðan serutt­royk­urin fór heilt upp undir tey vøkru pussaðu loftini. Jú, tað var stílur yvir tí og ein ser­lig­ur dámur harinni, - har var kvirt, og tað hoyrdist ikki eitt kis, haldi eg meg minnast. Hurð­arnar vóru massivar og tungar. Ein ordans dygd í øllum. Onkunsvegna so eksotiskt. Í skúlanum hevði lærarin sagt okkum, at undir tí tunga sparikassakassabygninginum, ið var grótlaðaður, var ein glaskrukka við eini 10 krónu úr gulli, einari 2 og 1 krónu úr silvuri og so øll oyruni, sum vóru tá, úr kopari. Hetta kallaði man at leggja grundarstein. Jú, tað var okkurt Sesam, Sesam - forvitnisligt og byggilistarligt yvir sparikassanum. Penga­stovnurin stóð í samfelagnum í samband við framburð og menning. Okkara spari­kassi bar heitið Norðoya Sparikassi og ikki Borðoya Sparikassi, sum vit smágentur í spølni viðhvørt kundu finna uppá at siga.

Hetta var tíðin, tá vit fingu góðskrivaða rentu, um man var nýføðingur ella uppilagstur. Hetta var áðrenn tað var ásett við lóg, at alt lønarútgjald skuldi fara ígjøgnum eitt banka­rensl. Broytingin kom við kelduskattinum. Øgiliga nógv smidligari fyri allar partar. Jú, tæn­ast­­urnar og veitingarnar gingu báðar vegir - tá.

Nú eru viðskiftafólkini vorðin troytt og ørg av teirra framferðarhátti, tí samsvar ikki er í enda­máls­orðingunum, ið vóru av fyrstan tíð og í dag. Nú fara teir við kundunum, sum um, at teir eru har fyri okkara skyld. Tað átti at verið umvent. Hvussu hevði staðið til í sesam­hellinum, og hjá starvsfólkunum, um lønirnar ikki fóru gjøgnum pengarenslið í einum pengastovni?

Mangur undrast  stórliga, hvar tær fólksligu tænasturnar blivu av, ið pengastovnarnir stóðu fyri og marknaðarførdu. Banka- og sparikassastjórar eru skiftir út nokk so títt sein­astu árini. Misjavnt er, hvørjar grundgevingarnar eru fyri, hví teir fara. Øll eru vit so púra sannførd um, at fráfaringarlønin hjá fráfaranadi stjórum er óforskammað stór og óskilj­andi. Tá man dittar sær at spyrja um, hví lætnar vera so ørandi frá­far­ing­arupp­hæddir, ja, so verður sagt, at hesir hava havt so ovurstóra ábyrgd, og tí má ein fleir­siff­rað milljónaupphædd fylgja við uppsøgnini. At ovurstóra ábyrgdin røkkur so langt, at man eftir lokna virkistíð í banka, gerst íbúðarokrari í íbúðarneyðini í stórbýnum, er ó­søm­iligt. Bygningar eru kroystir saman fyri at fáa sum mest burturúr. Tá er ringt at fáa eyga á nakra ábyrgd. Og so koma vit til misnøgdina um pengaautomatirnar, ið bara fækka, tí tær skulu vera so dýrar at reka. Passar nú tað, at pengastovnarnir ikki hava ráð til tað við stórum rakstraravlopi ?

Misnøgdin er stór um viknandi tænasturnar í pengastovnunum og um avgjøldini, teir taka. Vit hava ikki dagliga gongd í peningastovnunum longur, tí netbankin ger tað mesta fyri okkum. Avgreiðslutíðirnar við kassan eru nú minimeraðar til tveir dagar í einum banka. Tað er ein markant verri tænasta. Pengastovnarnir siga við himmalvendum eyg­um, at ráðgevingin er ókeypis – sum um tað er tað fólksligasta.

Ikki eiti á.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður