Kjak

Klumman: TAKK og til lukku

2020-04-17 11:01 Author image
Karin Kjølbro

Álit, atlit, ábyrgd, og fyrilit. Samanhald, samstarv og at standa saman. Nógv góð orð eru tikin fram í almenna rúminum, orð sum okkum øllum dámar, tí tey hava ein jaligan, kensluligan klang. Og okkara fólkavaldu hava tikið tey til sín. Teir hava verið undir góðari ávirkan. Tað er ikki bara korona, ið hevur vent alt á høvdið. Teir sum tosaðu um kaos og stórt upptak og tómligan landskassa, tosa nú um vælbjálvaða landskassan, og at tað skal hyggjast frameftir. Og nú veruliga á stendur, samstarva samgonga og andstøða.

Soleiðis er so mangt knappiliga broytt.

Vit sum leingi hava livað undir heitinum eldrabyrðan, og liva í sóttarhaldi, verða – nú koronastøðan er stabil – knappiliga eftirlýst av heilsuverki og sjúkrahúsverki og biðin um at fara til lækna. Hildið  verður, at vit vísa atlit og fyrilit fyri overvaðu heilsustarvsfólkunum, og tí hava hildið okkum burtur, sum ivaleyst  er satt. Hitt er kanska, at vit heldur vilja fara hiðani av eini friðarligari kendari sjúku, enn verða smittað – og "drukna uppi á landi" , sum ein svii nýliga orðaði seg um koronasjúkuna.

Allarfyrst er at siga takk fyri avrik heilsu/sjúkrahúsverksins, heilsufrøðisligu starvsstovu  og almannaverksins og teimum, ið víst hava  vegin, verið tolin og støðugt hava hildið í teymunum. Vit eru ikki bert takksom, men eisini errin av tykkum. Hugaligt er at frætta frá fólkum úr granna- og fremmandum londum, ið hava frætt og lisið um, hvussu Føroyar og føroyingar hava handfarið Covid 19 og higartil frálíka úrslitið. Politikarar við løgmanni á odda hava álagt okkum ávíst atburðarlag eftir ráðgeving serfrøðinga. Tey og vit hava aktað.

Tey, ið eru nóg gomul, vita, at ikki altíð hava politikkarar lurtað eftir serkunnleikanum. Nøkur minnast stóra skrædli í 1992, har eisini búskaparfrøðingar støðugt og í drúgva tíð frammanundan komu við ávaringum og mæltu til varsemi, og politikkarar við ábyrgd svaraðu, at danskir búskaparfrøðingar hava ikki skil fyri føroyskum fíggjarpolitikki (føroyskir búskaparfrøðingar komu við somu árligu ávaringum). Og tá okkara egnu fiskifrøðingar um somu tíð róptu varskó, tí grunnarnir toldu ikki veiðitrýstið, sum gjørdist avleiðing av støðugt økta fiskiskipaflotanum, svaraðu føroyskir politikkarar, at slíkt høvdu reiðarar og fiskimenn nógv betur skil fyri enn fiskifrøðingar.

Nú er at halda fast, men tað fellur mongum okkara fyri bróstið, at ikki verður lurtað eftir einasta smittuserfrøðingi okkara viðvíkjandi upplating av skúlum og dagstovnum.

Tá hetta er sagt, so kemur hin síðan: Arbeiðsloysi, ótti, stúran, vónloysi og einsemi. Haraftrat eru kvinnur og børn um allan heim – eisini í Føroyum – sum umframt koronahóttanina liva í ótta vegna likamligan ella sálarligan harðskap í heiminum, ið skuldi veri besta stað á jørð – eisini í hesum døgum.

Henda síðan krevur eisini atlit, álit, fyrilit og  ábyrgd. Umframt at finna kreppuloysnir, ræður um at gera sær greitt, hvør er næsti mín. Minnist nøkur á leiðini, ið vóru hugtung, og sum hildu, at hvørki sólin ella tey, ið áttu at fáa eyga á tey, sóu tey. Og kortini bardust tey fyri at fáa eitt betri lív. Tey søgdu, tá tað stundum eyðnaðist, at tað var tí, at tey fingu álit og stimbur frá einum lærara, eini gummu ella bara einum meðmenniskja, sum sá tey, vísti teimum áhuga og góvu teimum dirvi og vón. Lótu tey kenna, at tú ert góð/góður nokk. Tað krevur ikki so nógv annað enn at  lurta og tosa saman í einum virðiligum tóna. Tessvegna eru telefonlinjurnar hjá ymisku hjálparfelagsskapunum eitt vælsignilsi í hesum døgum eins og øll tey sjálvboðnu. Hepna hond og tøkk fái tit mongu, ið røkja hesa tænastu og geva eina vón.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður