Kjak

Klumman: Tað, bókatræið kvað

2019-02-08 08:39 Author image
Poulina Slættanes

Vit gingu í 4. flokki og elskaðu alt, sum H. C. Andersen skrivaði í donsku lesibókini. Vit høvdu Hákun Djurhuus í donskum, men mangan var vikarur fyri hann, tí hann sat í løgtinginum. Hákun gekk oman og niðan millum dreingja- og gentuborðini, meðan hann endurgav yrkingina um Bókatræið raðið. Vit sótu so hugtikin og loftaðu øllum, hann segði.  Bókatræið er ímyndin um orku og styrki, gerst 250 ára gamalt, um tað fær frið og blómar ikki fyrrenn tað er farið um 40 ára aldur. Talan er um tjóðskaparliga træið hjá dønum, ið orkar næstan alt.

H.C. Andersen (1805-1870) var ein úrmælingur, ið stór sum smá hava yndað og trúliga lisið í skjótt út við 200 ár. Ein hendinga gávuríkur høvundur. Hansara ævintýr, smásøgur, ferðafrásagnir og yrkingar verða framvegis lisnar við stórum áhuga. Fólksligu dygdirnar hjá danska skaldinum eru framúr, – sálina kennir hann so væl hjá øllum livandi verum. H. C. Andersen var ikki familjumaður, ógiftur og átti ikki børn. Tað var kortini eingin forðing fyri at skriva og siga søgur fyri børnum, tí fólkasálini hevði hann onkursvegna tak á og innlit í. Havi mangan hugsað um okkara heimligu skaldabrøður, Hans Andr. Djurhuus og Mikkjal á Ryggi. Hesir vóru eisini barnleysir, men skrivaðu og yrktu hegnisliga til børn. Visti man ikki betur, so helt man, at teir høvdu húsini full av børnum. Enn syngja vit hesar sangbæriligu og vøkru sangir og rímur, ið teir yrktu í síni virknu tíð.

Yrkingina niðanfyri um bókatræið yrkti H. C. Andersen í síni virknu skaldatíð. Hon er um, hvussu innbilskt bókatræið er, tí tað breggjar sær av øllum sínum dygdum. Tað droymir um, hvat bulur og greinar einaferð kunnu brúkast til, tá tað verður felt ella missir festi í einum ódnarveðri. Ynskidreymurin er, at bulurin skal verða til eina stórmastur og sigla um tey søltu høv. Tá samanumkemur, endar bókatræið ikki sum annað enn kustaskøft, stikpelar og pinnabrenni. Jú, dreymar eru eitt, men hvat teir verða til, er nakað annað. Hetta kann eisini førkast yvir á menniskjalívið. Víst hava vit dreymar sum so mangt, ið hevur rót úti í natúrini.

Yrkingin um bókatræið stóð frammarlaga í lesibókini. Fyri tveimum árum síðani hittist mín árgangur at minnast skúlatíðina á sinni. Vit kappaðust um at koma við góðum, gomlum minnum frá skúlaárunum. Tá fann eg fram yrkingina um droymandi bókatræið hjá danska skaldinum og setti mær fyri at týða hana til føroyskt, tí vit so mangan í afturminningum í skúlahøpi hava mint okkum á yrkingina. Á donskum nevndist hon “Hvad bøgetræet sang” og fyrsta reglan byrjaði: “ Høj og stolt jeg kronen bar, ægte jo min stamme var ...”. Ja, vit høvdu mangan fragd av at duga yrkingina uttanat og skiftust um at ramsa hana upp. Elinborg, okkara fitti og musikalski floksfelagi, sum búði í Danmark, vildi so hjartans fegin hoyrt hana á føroyskum, tí hon dugdi hvørt orð úr yrkingini. Hon upplivdi tíverri ikki merkisdagin hjá okkum.


Yrkingin er her:


Andbráð og erpin eg krúnuna bar,

so tættur og heilur bulurin var.

Børnini hjá mær, tær mergjaðu greinar

vóru so birgar, snøggar og reinar.

Tær fingu hvørki skolur og høgg –

tóku til sín ta frískligu døgg.

Sum mamma teirra alt havi gjørt:

Tær mugu blíva til nakað stórt.

Og eg tonkti, tað má ikki støkka,

sum mastrar skulu um høv tær røkka,

sigla við byri um saltan sjógv,

á fjarleiðum uppliva lond so nógv.

 

Men av teim trettan, eg havi havt,

ein gjørdist bara eitt kustaskaft.

Hegnpelar gjørdust trinnar greinar,

og hinar níggju, o, tað meg meinar:

Av øllum illum – so svára meg kenni,

tær fóru í ovnin sum pinnabrenni.  

  

  

 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður