Heimatíðindi

Klumman: Tá læknar eru droyðir

Klumman: Tá læknar eru droyðir

Mynd: Dimmalætting

2018-04-26 20:18 Author image
Simona Midjord

Títt fet og ein higstran eftir ondini. Heilt niðan til kirkjugarðin. Ja ok, tað er ikki eitt langt petti, men tá man ikki orkar, so er tað heilt ekstremt langt. Eftir bara hálvan minutt í joggingtempo, fái eg ikki andað. Eg gleði meg til, at eg kann fáa hatta sprayið, sum man fær fyri astma. Tað fer heilt sikkurt at hjálpa ein heilan deil.

Og fyri at koma aftur til, hví eg huffi og puffi tíðliga hendan fríggjamorgunin, eftir egnum vali, so er tað tí, at eg eri farin til læknan at kanna mær lungafunktiónina.

Eg havi ongantíð orkað væl. Ongantíð! Minnist fyri nøkrum árum síðani, tá eg trenaði til at klára at renna 5 km út í eitt, so kom eg ongantíð niður um 33 minuttir. Aðrar renna hesar kilometrar í ein ”huj og hast” og brúka 29 minuttir, og tá er tað kanska ikki eingongd ein góð tíð, vissi tú spyr røtt ítróttarfólk. Men tað fer at fáa eina vend, heilt skjótt.

Eg eri altíð aftast, tá vit venja. Nu kappingarárið er liðugt í flogbóltinum, so venja vit konditiónsvenjing og styrki. Og eg møti væl upp, elski at venja, men fuck sum eg HATI at verða aftast! HATI tað! Eg skilji tað slett ikki. Eg sum bæði gangi til burn og alt, skal orka so illa.

Men so var tað ein dagin, at eg datt um eina grein, sum snúði seg um "anstrengelsesastma". Tað, at man bara gerst trong tá man venur, ella á aðrar hættir gerst pøst. Bingo! Tað er ein orsøk til tað! Tað er tað sum er galið, og tað er tað sum ALTÍÐ hevur verið galið. Tað er sum at síggja ljósið, tá man leggur merki til slíka grein, og brikkarnir fella upp á pláss.

"Anstrengelsesastma". Hvussu kallar man tað á føroyskum? Tað má eg finna útav. Tá man skal greiða øðrum frá, hvørja diagnosu læknin hevur staðfest, er best at vita hvussu hon eitur á føroyskum. Strongdarastma? Tað ljóðar gott, tá man brukar tað í einum setningi: ”nei, eg havi strongdarastma, sum nústaðni er staðfest, og tað er orsøkin til, at eg altíð havi orkað illa.”

Skjótt fari eg ikki at verða aftan fyri hinar. Tá eg fái astmaspray, byrjar mítt nýggja lív. Sá hvussu eg fór joggandi við síðuna av teimum fremstu, uttan andaneyð. Kanska, vissi eg var ordiliga illavorðin, so kundi eg tikið ein endaspurt, bara fyri at vísa, at eg gott kann. Men alt til sína tíð ;o)

Læknaskrivarin gav mær rætt, tá eg kom inn aftur, eftir at hava pøst meg í 8 minuttir. – Tað skal eg meina, at tú er pøst! Hygg, blás í hetta her.

Og eg blásti. So kom ein strimmil út, sum læknin skuldi hyggja uppá, fyri at kunna staðfesta astma.

– Tú, hetta sær gott út. Her er ongin ábending um, at nakað sum helst er galið, so tað er bara at frøðast um.

”Ha? Also, hvat er so galið?? Hví orki eg so illa?”

– Ja tað er so tað. Tað er so ikki astma… Og so kom tað, næstan teskandi. – Men konditiónin, hon er also ikki meira enn næstbest…

 

  

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Meira langlesnaður