Heimatíðindi

Klumman: Tá kvinnan er órein

2018-02-16 15:46 Author image
Simona Midjord

Eg hevði ætlað mær at skrivað um grýlur, og tað at gera grýlur klárar, tað at ganga grýla, og alt tað. Men tað plagar at verða lættast at skriva um tað sum fyllir mest, og í dag hevur tað verið mánasjúkan. Stutt og greitt. Eg havi mánasjúku. Og tað merkist. Ikki altíð, men viðhvørt. Viðhvørt er tað so, at tá hon rakar, kennist kroppurin tungur sum betong, og ringt er at flyta hann. Viðhvørt er hon ikki meira enn komin, fyrr enn hon aftur er farin, tað er gott nokk heldur sjáldan, og aðrar tíðir órógvar hon í meira lagi og ger, at man bara ikki orkar. Ikki orkar at pissa, ikki orkar at fáa sær at eta, ella geva øðrum at eta, ikki orkar at reisa seg at fáa sær panodil og bara ikki orkar nakað sum helst. Ein slíkan dag havi eg havt í dag. 

Ymiskt er, hvat man sigur, tá man hevur mánasjúkuna. Summar siga onki, aðrar puffa og geva tær eitt eygnabrá, sum sigur alt, uppaftur aðrar teska “at hon sjálv er komin á vitjan” og so framvegis. Íhvørfall er tað ikki vanligt at rópa hart upp um, at man hevur hana. Hóast allar kvinnur hava hana eitt ávíst tíðarskeið í lívinum. Men sumt er, sum man ikki tosar um. Eg veit ikki ordiliga hví, men soleiðis er tað. Tað er eitt sindur flovisligt onkursvegna. Og skal helst ikki nevnast við røttum navni, tí tað er eitt sindur “fy fy”.

Eg minnist ein part av donsk/svensku krimiseriuni “Broen”, har kvinnuligi høvuðsleikarin Saga, sum hevur avbjóðingar innan eitt nú sosialt samspæl, fortelur starvsfeløgunum, at hon hevur fingið mánasjúkuna, har mitt í kaffipausuni. Tað er ikki sóritt man snakkar um har. Men Saga hevur ikki “knekkað koduna” við, hvat man sigur hvar og hvat man ikki sigur, so hon sigur akra tað sum hon hugsar. Tað ger hana rættiliga áhugaverda og hon tykist barnslig ella óbúgvin á summum økjum.

Sum barn var hetta við mánasjúku heldur ikki nakað man tosaði um. Man visti, at man ikki skuldi spyrja, og vissi man spurdi, so var løtan til svar ikki altíð beint tá, men man skuldi nokk fáa eina frágreiðing seinni. Frágreiðingin kom tó sjáldan av sær sjálvari. Men eg veit ikki, eg eri opin av natúr, og tá børnini hava spurt, hava tey fingið svar. Tað hevur resulterað í, at ein dag sum í dag kom tann mittasti inn í kamarið og skilti skjótt, hvat tað var sum feilti. So kom hann við panodil og einum glasi av vatni, og spurdi um eg vildi hava varmadunkin. Tann yngsta, sum er 6 ár, var farin til eina vinkonu at spæla. Har fortaldi hon hart, at mamma hevði mánasjúku. Tann 10 ára gamla spurdi mammu sína hvat tað var, og fekk sum svar, at hon skuldi fáa eina frágreiðing seinni. Men so læt úr mínari: “ Eg kann fortelja tær hvat mánasjúka er! Tað er tá ið konur bløða úr pissikonuni". 

Stutt og greitt.

  

  

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður