Heimatíðindi

Klumman: Tá gearstongin argar

Klumman: Tá gearstongin argar
2018-04-20 20:20 Author image
Simona Midjord

Heilsan var ikki av tí allarbesta hendan dagin eftir, at KÍF-veitslan hevði hildið meg koyrandi til langt út á sunnumorgunin.

Sunnudagur við timburmonnum er ikki av tí lættasta at koma ígjøgnum, og so slett ikki viss man skal brúka konsentratiónina til nakað sum helst annað og meiri enn at fylla sær eitt glas við vatni og rista tvær panodil úr eskjuni.

Risthent sum ber ólukkan og heldur løtt at kløkka, soleiðis vil eg lýsa heilsuststøðuna júst tann dagin. Hetta við at forhandla við børnini um nakað sum helst, tað kom ikki upp á tal. Slíkar dagar er alt bara ”ja og amen.

So tá eg gjørdi meg klára at fara til Vestmanna eftir tí yngstu, so vildi miðlingurin við. Men einasti bilur, sum eg hevði til taks, var arbeiðsbilurin, við einum eyka plássi framman. Tað er ikki ringt at rokna út, sjálvt um rokning ongantíð hevur verið mín sterka síða sum so, at so passa ikki tvey børn, umframt eg, at sita framman.

Summa summarum, tá man ikki orkar at nokta miðlinginum at koma við, so spyr man svigerfar um at læna hansara bil, soleiðis at øll passa í, og soleiðis, at ongin skal skelda og rópa á mammu.

Alt fyri frið skyld "dagen derpå". Fittur sum svigerfar er, so læt hann meg lána bilin.

"Mamma, kunnu vit steðga í Magn at keypa høsnarungaspjót?"

– Nei, tað ætlaði mamma ikki…

"Mamma! Góða, tí…”

– Aja, okey meðni (forhandlingar sum man ikki orkar, tit vita).

Komin til Vestmanna, steðga vit á við Magn. Har standa vit so, ongul í reyv, tí ongi spjót selja tey har. So út aftur í bilin, ein misnøgdur drongur, og ein mamma sum treingir til kaffi.

– Hoyr, kanska Fía eigur okkurt gott, tað plagar ikki at mangla, sigi eg og royni at bakka.

Men bilurin koyrir bara fram.

Hvat nú? Eg seti aftur í bakgear, men onki! At enda, tá eg havi roynt tríggjar ella fýra ferðir stendur bilurin tveir sentimetrar frá garðinum. WTF?

"Mamma hvat sker? Dugur tú ikki at bakka ein bil?"

– Jú, also, eg skilji onki, hetta er ikki eitt ordiligt bakgear, bíða, hvat geri eg?

Miðlingurin heldur um høvdið og flennir. "Mamma dugur ikki at bakka."

– Eg dugi væl! Eg eri bara ikki von við hendan pillklikkaða bilin! Bíða, eg ringi til gubba.

Og eg at ringja.

– Hey Fía. Góða bið Høgna koma og hjálpa mær. Eg standi við Magnstøðina í Vestmanna. Eg, ja also, eg veit ikki men, also... eg dugi ikki at bakka. Ella, gearstongin vil ikki akta.

”Hvat er tað fyri bilur”, spyr hon og roynir at fjala fnisið.

– Bilurin hjá svigerfar.

”Jamen hvat fyri slag?”

– Ehm, eg veit ikki, ein bilur, við hjólum og bakgeari og øllum tí.

”Eg biði Høgna koma.”

Hann kom. Hann flenti slett ikki hart heldur. Hugdi inn og fann útav hvussu gearstongin sá út, og sera pedagogiskt bað hann meg bakka spakuliga, gav mær thumbs up og alt. Og faktiskt, so fann eg út av tí. Býtt allíkavæl, at tey ikki bara gera allar gearstengur líka. Tað hevði verið so nógv lættari!

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Tann eg eri og tann eg var

Tann eg eri og tann eg var

Hann hevur vunnið alt, sum vinnast kann. Hann er sum einasti útlendingur blivin tilnevndur til týsku sjónleikaheiðurslønina...

Arbeiðssami skemtarin av Argjum

Arbeiðssami skemtarin av Argjum

Seinastu trettan árini hevur Hans Andreasen rikið Glitnir, sum fyri átta árum síðani varð víðkað við Irsh Pub við Skálatrøð...

Meira langlesnaður