Kjak

Klumman: Syngja vit saman – eru vit saman

2019-02-01 09:26 Author image
Karin Kjølbro

Tey, ið stríddust fyri móðurmálinum, munnu fegnast um ovurstóra talið av føroyskum bókum, sum komu í farna ári. Tvær sangbøkur eru millum tær mest seldu. Barnasangbókin, ið Mentamálaráðið gav út, og sum er ætlað øllum nyføðingum í Føroyum, er onnur. Tað var eisini í fjør, at lærari í sambandi við, at hann fór frá fyri aldur, segði, at hann hevði ynskt, at sangur fekk størri rúmd í skúlanum. Sum skilst er sangur undir trýsti m.a. frá teldu, tónleiki, kvøðing, list, ferðslulæru, handarbeiði, træsmíði o.m.ø. Eisini hava vit frætt, at samlaða tímatalið skal minka í fólkaskúlanum.

Hetta harmar okkum, ið hava sungið frá tí vit vóru fødd, øll skúla- og útbúgvingarárini. Somuleiðis hjá skótum í ítrótti, í studentafelagnum í Keypmannahavn, í politisku valfeløgunum heima, og ongin niðurfaring hjá børnum og barnabørnum uttan sang.

Mær kemur til hugs eina flogferð úr Keypmannahavn til Føroyar aftan á fund í Norðurlandaráðnum, har eisini nøkur umboð vóru úr politisku ungmannafeløgunum, í  mars 1983, sum vegna mjørka og óðnarveður vardi í seks samdøgur. Vóru tó í luftini yvir Føroyum hvønn dag. Tá annar ferðadagur (leygardagur) byrjaði, og vit ikki longur vóru einstaklingar, men ein strandaður  bólkur, vistu vit m.a., at ein familja – 17 í tali skuldi til Føroyar at halda silvurbrúðleyp. Tey fegnaðust um, at tey vóru í so góðari tíð, tí brúðleypið skuldi ikki vera fyrr enn týsdagin. Sunnudagin fóru rein klæðir og peningur at ganga undan hjá okkum, ið høvdu verið burturi alla vikuna. Her vóru eisini mammur við smábørnum komin av Ríkissjúkrahúsinum. At mong í ferðalagnum vóru í kreppu var eyðsýnt. Visakort vóru ikki til tá. Tað sum gjørdi mun var, at vit sungu saman hvønn dag og allastaðni, har vit bíðaðu. Sum fráleið høvdu vit gist í nógvum londum. Mánakvøldið gistu vit í Kastrup. Vit fingu útvegað eina danska sálmabók (silvurbrúðgomurin var dani), sangkór var skipað, og við degnum týsmorgunin sungu vit umframt: Eg saðlaði mær ein hvítan hest uttanfyri kamarsdyrnar hjá brúðarparinum eisini: det er så yndigt at følges ad. Vit vóru yvir flogvøllinum í Vágum sama fyrrapart, men ongin lending. Síðani til Bergen, har skipað var fyri felags borðhaldi. Silvurbrúðleypsmáltíðin var tað sum flogfelagið vanliga bjóðaði í slíkum føri, og har var væl sungið á ymiskum máli – alt uttanat, og so sjálvsagt eisini talur fyri brúðarparinum, hóast eingin røðari kendi brúðarparið. Ein útisiglari tók orðið og segði uggandi, at hann hevði roynt nakað, sum líktist hesum, og tað gjørdist hansara besta flogferð yvirhøvur, tí hann møtti sínum lívs kærleika. Nú var hann giftur maður, og eyðnan lýsti úr eygum hansara. Tá vit hósdag fóru fyri seinastu ferð úr Bergen, stóð á boardingpassi okkara ikki nummarið á flogfarinum, men: SYNGJANDI FØROYINGARNIR.

Seinni kom mikil tøkk frá silvurbrúðarparinum í Dimmalætting. Tey kundu ikki ynskt sær ein betri silvurbrúðleypsdag.

Slíkt hendir ikki longur, men afturvendandi er, at óvæntaðar og óætlaðar hendingar koma fyri. Nøkur skulu skipa fyri, og nøkur skulu veita nærleika. Duga vit at syngja, so eru vit altíð væl ílatin.

Tøkk fái Mentamálaráðið fyri snotuligu barnasangbókina.

Hon er eisini livandi siðsøga.

  

  

 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður