Kjak

Klumman: Svongd teirra mettu

2020-08-06 15:30 Author image
Karin Kjølbro

. Minnist tveir, ið skrivaðu serlig ørindi eftir J.H.O.Djurhuus, annar: "Mítt land hevur fostrað eitt ravnaslag". Og hin: "Samfelagsins sjakalar". Men einamest vóru tað gentur, sum skrivaðu eitt rím ella eitt vakurt ørindi – og so lærarafólk. Ein lærari skrivaði t.d. í mína poesibók:

"Karin/ ver sparin og varin/so er tú væl farin/"  

Hann skrivaði sama rím til allar genturnar í flokkinum. Ongin ivi skuldi vera um, at júst hesin boðskapur var týdningarmikil.

Hin fyrri av omanfyrinevndu drongjum gjørdist seinni løgtingsmaður og landsstýrismaður í fleiri samgongum. Einaferð í 90-unum skuldi hann vera landsstýrismaður í fíggjarmálum. Útvarpsmaðurin spyr tá: "og hvørjar førleikar hevur tú so í hesum truplu tíðum at sita á landskassanum?" Hann var kvikur at svara:"Eg kenni mun á debet og kredit. Og tað er tað, ið um ræður."

Íblásturin til henda inngang fekk eg av tíðindunum um, at reiðaríið Palli hjá Marionnu hevði eitt avlop uppá 100 milliónir krónur í 2019. Tað vil siga avlop undir gomlu fiskivinnuskipanini, ið førdi við sær, at  grátukonukórið tá støðugt hevði konsert um deyðan í durunum. Í nevnda reiðaríi høvdu teir goldið 49 milliónir krónur í tilfangisgjaldi og 19 milliónir krónur í partafelagsskatti í 2019. Nógv virki eru uppií reiðarínum eitt nú eitt bakarí, eitt virki í Týsklandi, ið ikki bar seg, og so ognarlutir í ymiskum virkjum. Men rætt skal vera rætt, hesin reiðari hevur als ikki sungið við í grátukonukórinum. Nakrar dagar seinni, er sami reiðari í SvF. Spurdur svaraði hann, at hann helt, at gjaldið til samfelagið fyri nýtslu av fólksins ogn var hóskandi. Ja hann segði beinleiðis fólksins ogn uttan undirtóna. Segði, at tað var ein framíhjárættur at sleppa at troyta føroyska sjófeingið, og at við tí fylgir ein stór ábyrgd. Nýggir tónar! Treyðugt so segði onkur. Nú hava teir júst fingið tað, sum teir altíð hava viljað. Og so var Ormur bóndi av Skála siteraður.

Tað hendi so mangt í summar. Sambært tíðindaportalum í grannalondunum hevur ein bólkur av ríkmonnum bønað heimsins stjórnir um, at verða sett í hægri skatt. Skotið var upp sum eina byrjan, at tey t.d. kundu rinda eitt prosent aftrat av sínum ognum um árið í skatti. Tað áhugaverda er, at boðskapurin smittaði, og nú hava fleiri ríkmenni tikið undir við tankanum. Siga at tey vilja taka ábyrgd, og menniskju hava hægri virði enn peningur. Eisini halda hesi ríku, at tað fara at ganga fleiri áratíggju, áðrenn viðurskiftini koma í rættlag á arbeiðsmarknaðinum aftur vegna Koronu. 

Vit sum valdu sjálvboðið sóttarhald á Ólavsøku, fegnaðust um tríggjar kvinnurøddir. Argjakonan Doris Rasmussen, ið setti ólavsøkuna, Paula Gaard, ið helt fólkafundarrøðu á Háskúlanum ólavsøkuaftan, og Marjun í Kálvalíð, ið helt ólavsøkuprædikuna. Ivist ikki í, at allar sjálvar høvdu skrivað sína frálíku røðu. Og tað sum nam við okkum var hetta: gleði við at virka í felag uttan samsýning, sum ikki er trendurin í løtuni. Biðin svara fólk ofta: hvat fái eg afturfyri? Gleðin og týdningurin av Føroya Fólkaháskúla, ið júst hevur fylt 120 ár, meðan Marjun m.a. tosaði við takksemi um at eiga okkara egna mál, og ábyrgdina, ið fylgir við – nevniliga m.a. at tosa virðiliga við og um hvønn annan. Eisini nevndi hon tað andaliga og tað verðsliga sum besta Ólavsøkubland.

Hugsi ikki, at prestur bert hugsaði um tey fólkavaldu, ið hava móðirmálið sum arbeiðsamboð. Ólavsøkuprædikan – eins og fyrrnevndu røður – høvdu allar ein boðskap til okkum øll.

Karin Kjølbro

 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður