Kjak

Klumman: Stovureinir verða teir ikki

2019-09-20 11:51 Author image
Karin Kjølbro

Hitti ein løgtingsmann fyri sambandsflokkin fyri tveimum árum síðani. Tað var hansara fyrsta valskeið. Helt fyri við hann. "Mær dámar væl sambandsmenn, tí eg veit, hvar eg havi teir."

Soleiðis hugsi eg neyvan aftan á fríggjadagin hin 13. september í ár. Eftir støðugt at hava kunngjørt, at hann samráddist ikki gjøgnum miðlarnar, so vóru vit øll vitni til, at tilstundandi løgmaður í fyrsta lagi segði ósatt og í øðrum lagi helt løgmann fyri spott. Í øllum førum helt  Aksel Johannesen, at Bárður á Steig Nielsen meinti tað í álvara, tá teir tingaðust í ein tíma. Eisini tingformaðurin  segði, at hann hevði ikki orsøk til at halda, at samráðingarleiðarin ikki tosaði í álvara.

Altíð beinrakni Jóannes Hansen var kvikur við síni viðmerking: "Hetta er at sammeta við eitt brúðleyp, har alt er klárt og riggað til, men kvøldið fyri tey skulu giftast, fer brúðgommurin  við eini aðrari. Morgunin eftir kemur hann aftur og sigur, vit kunnu gott giftast kortini" og hann legði aftrat: "Brúðleypið verður kanska ikki so stuttligt, og hjúnalagið veit eg ikki, hvussu verður."

Vit hava nú fingið nýtt landsstýri og nýtt samgonguskjal. Teir ætla nógv. Samhaldsfasti skal m.a. broytast. Í míni verð púra ólógligt. Annars skal nógv henda í sjúkrahúsverkinum. Tað minnir meg um ein  part av sjúkrahússøgu okkara. Í 1923 fingu vit Dronning  Alexandrines Hospital. Um hetta mundið var sjúkrahúsverkið 100% fíggjað úr Danmark. Seinni í 20-unum skrivaði løgtingið fleiri ferðir til Danmarkar um at fáa eitt sinnissjúkrahús við 70 songum. Danir umhugsaðu tað, men í 1929 fær danska stjórnin aftur bræv úr Føroyum. Nú vildu teir fegin hava ein oyggjarveg eisini. Svarið frá dønum var: Ringar tíðir, antin sjúkrahús ella veg, ikki bæði. Føroyingar valdu vegin. Psykiatrisku deild  fingu vit í 1969, tá fyrsta deildin á Landssjúkrahúsinum lat upp.

Sbr. samgonguskjalinum fara vit at fáa psykiatriska  skaðastovu. Tilmæli um rehabilitering av fólki við parkinson, sklerosu og øðrum neurologiskum avbjóðingum skal fylgjast. Viðlíkahaldsvenjing skal setast í verk sum skjótast. Fólk við seinheilaskaða skulu fáa nøktandi tilboð. (Alt alneyðugt, kk). Ein nýggj krabbameinsætlan verður gjørd. Ein diabetesmiðstøð skal stovnsetast, og møguleikin fyri uttanhýsis serfrøði skal kannast.

Allir sjúklingar, ið verða sendir av landinum, skulu hava rætt til fylgjara (lesi hetta sum ókeypis fylgjara). Alt hetta er bert eitt brot úr samgonguskjalinum frá leygardegnum 14. september 2019. Tað, vit annars leggja til merkis, er, ikki eitt orð um fígging til nakað. Nú skulu teir fyrst lesa rokningar, áðrenn teir svara nøkrum. Onki er skrivað um tunlar. Tá tey krøvini fara at koma, umframt alt hitt, teir hava lovað, so kundi hent, at fólk skulu velja sum í 1929: Annaðhvørt tunnil ella sjúkrahúsverk.

Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum hevði eina løgna debut sum diplomatur. Tíðliga sigur hann okkurt við miðlarnar, sum ikki skuldi sigast, og meðan tilstundandi løgmaður tingast við løgmann, kunnger hann, at borgarliga samgongan er komin í hús. Ivaleyst tosaði hann satt, men loyalur var hann ikki móti sínum samgonguformanni. Eg ivist í, um tað verður hugaligt hjá øllum at vera føroyingur komandi fýra árini. Men vit kunnu ynskja teimum góða eyðnu. Eitt er vist, tilfar til kabarettir og stevnuteiti fer ikki at tróta, og Óli Petersen og Jens Klæmint í Dimmu, teir fáa gyltar dagar.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður