Kjak

Klumman: Starvsfólkapolitikkur Landsins

2020-03-12 15:43 Author image
Karin Kjølbro

 

Uppskot til løgtingslóg um at banna mismun vegna aldur og tryggja javnviðgerð á arbeiðsmarknaðinum var lagt fyri tingið fyri aðru ferð í farnu viku. Tað skuldi veri lagamanni, tí sitandi samgonga sigur í sínum samgonguskjali: "...aldurin eigur ikki at vera avgerandi  fyri, nær farið verður av arbeiðsmarknaðinum. Tænastumannalógin og aðrar forskriftir verða broyttar samsvarandi." Almenni politikkurin hevur verið, at tú kanst fara, tá tú ert 67 og kanst halda fram í starvi hjá landinum til tú ert 70. Eftir hetta kann starvssetanin leingjast upp til 2 ár í senn. Nú er ynski um eisini at halda fram aftaná 70.

Landsfelag Pensionista  og onnur hava stríðst fyri tí sama.

1. apríl fyllir Almannaverkið 45 ár (áðrenn Ríkisumboðsskrivstovan). Síðani hava nógvir stjórar, og nógv fólk við heitum hondum, hugsandi og síggjandi hjørtum, – einamest kvinnur – arbeitt har. Summi hava sagt upp, og summi eru uppsøgd, kanska meira enn aðrastaðni hjá tí almenna. Nýliga frættist um ein lærara á Vinnuháskúlanum, ið var farin av 70. Hann var ikki uppsagdur, og við KvF segði hann, at hann hevði noktað, um hann var uppsagdur. Hann er løgfrøðingur og legði aftrat, at tað er upp til arbeiðsgevaran at avgera, um fólk skulu sigast upp ella ei. Vit sum hava samstarvað við Almannaverk og tað almenna, vita, at mong – serliga menn sleppa at halda fram uttan darv, tá teir eru 67 og 70 – eisini tænastumenn. Eftir at tað kom alment fram, at sjey starvsfólk vóru farin av Barnaheiminum, var almannastjórin fyri aðru ferð í KvF. Nú segði hann, at støðan var álvarsamari enn hildið, og tey høvdu trupulleikar við kommunikatiónini og skuldu gera nakað við tað. Samstundis er ein pedagogur (tænastumaður júst fylt 67 ár), ið sjálv hevði kunnað hátíðarhildið 45 ára starvsdag saman við Almannaverkinum, uppsøgd til 1. mars í ár. Kom 1. apríl 1975 á Deild 5 á Eirargarði, nýútbúgvin av Rødbygaard og hin einasta, ið eftir er, frá tí umsitingin av Almannastovuni var yvirtikin. Hevur verið kletturin hjá teim menningartarnaðu og teirra avvarðandi hesi mongu ár og brúgvabyggjari millum borgarar, teirra avvarðandi og Almannaverkið. Avhildin og arbeiðsfús og nærum ongar sjúkradagar. Hevur, síðani hon kom, arbeitt ymsastaðni í verkinum, men einamest fyri og saman við teimum, ið ikki høvdu eina rødd. Seinastu árini hevur hon funnið og fasthildið arbeiði hjá vaksnum menningartarnaðum eins og verið millumlið millum økispsykiatriina og ymisk arbeiðspláss, haraftrat somuleiðis við skipað Miðnám hjá fólkum við serligum tørvi. Hon segði seg fegin at vilja halda fram í niðursetta tíð við sama arbeiði. Tað bar ikki til, og støðan er nú, at starv hennara er býtt út millum ymisk fólk í almannaverkinum, við øðrum orðum, tað er avtikið. Tey avvarðandi harmast – aftur hetta, sum almannaverkið er kent fyri – aftur ein nýggjan at tosa við, um nakar er at tosa við. Og tann virkisfúsa – vitin, kletturin og brúgvabyggjarin, sum vildi og orkaði at halda fram, og fekk tey veikastu at vaksa, gongur heima. Hetta eru alt lýsingarorð, sum avvarðandi hava nevnt við meg.

Fyri egna rokning fari eg at leggja aftrat, at hon hevur verið áðrenn sína tíð. Hon dugdi tað, sum nú er mergurin í nýggju vælferðarlógini, ið júst er komin í Tingið: at arbeiða saman við, og taka avgerðir saman við brúkaranum.

1. apríl 2020 – á gáttini til nýggju vælferðarlógina kundi verið ein serligur hátíðardagur. 45 ár síðani yvirtøku av umsitingini av Almannaverkinum og haraftrat høvi til at fagna einasta meðarbeiðara – eini kvinnu, ið verið hevur frá fyrsta degi og var partur av søguni og nýggja sosialpolitikkinum, har vit byrjaðu at taka ímóti teimum yvir 100, vit áður høvdu sent av landinum, einamest til Rødbygaard. Hin einasta, ið kendi tey flestu, ið høvdu livað í útlegd.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður