Heimatíðindi

Klumman: "Saadan en lille kusse der"

Klumman:
2018-04-13 20:20 Author image
Simona Midjord

Summir læknar skulu eitast at verða so risthentir, tá teir gera undirlívskanningar, at kvinnan kann kenna tað øðrvísi enn tað plagar (ironi kann fyrikoma).

Aðrir tykjast risthentir av berum nervøsiteti, og royna at tosa um veður og vind, meðan teir taka hatta kalda jarnið og stinga tað har sum tað stingast skal. Sum um hetta bara er ein vanlig viðtala, sum slett ikki dregur tankar til eitt nakið og bert undirlív, sum ikki er pínligt yvirhøvur, sum er hetta eitt púra vanligt kaffiprát, man er komin inn til. Uppaftur aðrir eru so professionellir, at teir gera tað sum gerast skal, við minst møguligum práti afturvið. Bæði eru klár yvir, at hetta ikki er stuttligasta kanningin sum er til, men hon skal gerast og avgreiðast sum alt annað, sum hoyrir læknanum til. Skjótt og væl úr hondum greitt og etiskt forsvarligt.

Eg havi verið so heppin at hava royndir við ymiskum læknum, bæði góðar og minni góðar. Men einaferð var eg úti fyri nøkrum, sum gav mær eina løgnu kenslu í búkin, men tá eg hugsaði um tað, so var eg í iva, um tað hevði nakað uppá seg. Tað var jú reelt nokk, sum læknin segði, og eg kundi ikki annað enn vera samd, men tað var málbrúkið, sum eg øtaðist við. Ikki tí, eg eri ikki sart, onkur vildi kallað meg heldur morreyða av natúr, men tað einasta morreyða sum skal hoyra einum lækna til, man verða ein føroysk troyggja. Hesin læknin var tó dani og bara vikarur, so hann átti nokk onga morreyða troyggju. Tað er ongin umbering fyri at hava morreyðan munn.

Ná men, eg var við barn við tí yngstu og var farin til tær læknakanningarnar, sum har til hoyra. Tann eina, ein undirlívskanning. Læknin var ein eldri harri, so tað var ikki so pínligt sum tað kundi verið, viss tað var ein yngri. Hann gjørdi tað sum hann skuldi, og aftan á skuldi eg taka eina blóðroynd. Har siti eg so við nálini í arminum og vit tosa um, hvussu ótrúligt tað er, at man kann eiga børn, sum man ger. So kom tað frá honum, sum sat hann saman við vinmonnunum og drakk nakrar bjór og reypaði: "det er også utroligt at sådan et stort barn, kan komme ud af sådan en lille kusse dér", segði hann og vendi eygunum frá nálini til mítt undirlív. Og jú, víst er tað ótrúligt, men at hoyra læknan siga "kusse", var uppaftur meiri ótrúligt. Eg kendi meg satt at siga sum eina "knepta ged". Eg kundi eisini sagt, at eg stóð sum Kánus, men hitt ljóðar stuttligari, og er eitt sindur forboðið, tá tað skal lesast av øðrum. Ná men, tað kundi endað har, men maður mín hugsaði klárari enn eg og ringdi til læknan at geva honum turt uppá, eftir at eg var komin heim. Og eg? Eg lá í øðrum tonkum og hugsaði, um "vinkonan" veruliga mundi verða minni enn aðrar, ella um hann bara meinti soleiðis generelt. Eg valdi at trúgva tí fyrsta ;o)

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Tjúguni í Føroyum

Tjúguni í Føroyum

Í 2017 yvirhálaðu føroyingar í tjúgunum teir í tretivunum við 19 menniskjum í fólkatali

Meira langlesnaður