Heimatíðindi

Klumman: Rakettin

Klumman: Rakettin
2018-01-12 15:36 Author image
Simona Midjord

Leygardagin fylti babba 67 ár. Heilt merkiligt! Tað sæst ikki á honum, at hann nú er ein teirra, ið kann fáa frádrátt innan svimjing ella tá hann fer at keypa nýggjar brillur. Nú kann hann fara í tilhaldið ella onnur støð, har pensionistar koma saman. Hetta samsvarar als ikki við myndina eg havi av honum. Hinvegin so er aldur bara eitt tal, og eg ivist stórliga í, um hann nakrantið fer at røkka teimum 67 reint mentalt. Enn er hann, júst sum eg altíð havi kent hann, sunnur, lívligur og festligur, júst sum restin av familjuni á hansara síðu.

Hetta kvøldið var onki undantak, hvat festligheitum viðvíkur. Bæði í mun til babba, sum gekk runt og sang hart, meðan hann bjóðaði øllum snaps og skar turra grind og annað gott niður á føt.

Tvær fastrar mínar vóru við, sum vant. Hetta er eitt heilt serligt fólkaslag, soleiðis er tað bara. Man flennir bara man hyggur uppá tær. Tær flenna uppaftur meira, tá tær hyggja uppá hvørjaaðra, og so tríva tær í ein góðan hjá Hanusi G. ella onkrum øðrum, ið vit kenna.  Og so er eitt glas ella bæði fimm av víni ikki at kimsa at, afturvið sanginum.

Væl dáma tær at práta og vita altíð okkurt stuttligt at fortelja. Eldra fastirin kom og setti seg í sofuna, har eg og mostirin sótu. Tær tosaðu um verðina og um hvussu stór hon var, og hvussu nógv neyð og elendigheit eisini var, og at man mátti rætta eina hjálpandi hond út til teirra, ið høvdu tørv á tí. Eitt nú við at gerast “planfadder” og stuðla einum barni úti í heimi, ið ikki hevði ráð til skúlagongd og annað. 

“Taveidgud Simona, tað ger so gott at hjálpa”, læt í henni. “Fyri nakrar fáar kronur um dagin fáa tey ráð til bøkur, klæðir, mat og annað. Og so fær man hesi fittu takkarbrøvini afturfyri, við tekningum tey sjálvi hava gjørt og eina heilsan. So ótrúliga fittar tekningar. 

Seinast hon fekk bræv, lá ein samanløgd tekning saman við. Tekningin var av einum drongi, og ...” (teskandi og við stórum eygum, vísti hon við hondunum okkurt stórt og langt, sum hann hevði millum beinini. Tað sást týðiliga, hvat tað var, hon vildi vísa, men tað tóktist heilt løgið og skeivt, at tekningin skuldi vera av tí, sum vit hugsaðu). 

“Taðveidgud Simona, eg helt tað vera eina rakett! Eg hugsaði: vælsignaður. Droymdi hesin sjey ára gamli um at gerast astronaut? Jú vissiliga hevði hann framtíðarætlanir, Simona, tað ivaðist eg ikki í. Men so helt eg, at rakettin var so løgið plaserað har beint ímillum beinini, so eg visti ikki reiðiliga hvordan og hvorledes. Men so fann eg útav, tá eg fortaldi eini aðrari um rakettina, at hetta fólkaslagið gongur høgt upp í at hava tann størsta... ja tit vita, ta størstu rakettina. Tað merkir manndómur í teirra landi. Og hetta hevði hann teknað til mín, sum fyri at vísa mær, at hann kendi seg sum rættan mann! Halda tit ikki, at tað var fitt? Aja, soleiðis var tað.”

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður