Kjak

Klumman: Plast- og pappírsoyðsl

2019-05-10 09:52 Author image
Poulina Slættanes

Brennistøðirnar hava úr at gera í løtuni. Vit oyðsla sum ongantíð. Lítið verður endurnýtt, og skorsteinarnir í Lorvík og á  Sandvíkarhjalla rúka tíðliga og seint. Komandi løgtingsval fer helst at seta á dagsskránna, at hetta má halda uppat, ongantíð ov skjótt. Úti í natúruni fæst fuglur við fátækt strev. Savnar sær saman ellubitar av najlon og plastikki í øllum ælabogalitum, tí vit blaka hetta frá okkum í haganum,  og har vit bara eru. Hvør minnist ikki, hvussu himmalskt tað var, tá plastikkspannir og baljur komu og loystu tær galvaniseraðu og emaljeraðu av? Nú var alt so lætt og litríkt afturímóti. Hetta var bara so vælsignað og betri enn tað, vit høvdu verið von við.

Hinvegin hava tey flestu givið sær far um, hvussu lítið samsvar er millum pakkitilfar og tað,  sum er innaní.  Pakkin við sápupulvuri er  hálvur, tá tú setir á  hann, ga-jol pakkin hálvfullur og hvat við íløtunum við vitaminum? Sama skilið er við so nógvum øðrum á handilshillini. Nærlesa vit, so er nokk samsvar í tí, sum stendur uttaná, hvat innihaldið vigar ella hvat stykkjanøgdin er, men pakningurin er størri enn gott er. Hinvegin í hesum plastikk- og  pappírsoyðslinum eru McIntosh-karamellurnar bæði minni og í minni eskjum enn fyri fáum árum síðani, men prísurin ikki minni. Kakurnar í bakaradiskunum somuleiðis minkaðar, men dýrari. Sinnopsgløsini eru nógv minni og ódrúgvari  og kosta væl meira, enn tey plagdu. Netini við leyki og eplum eru so rúmlig, at har passar minst eitt kilo í aftrat. Man fær upp í heilan lógva av neti, tá mann koyrir í vognin. 

Meini so við – tað er so nógv frammi um oyðsl, um hetta óneyðuga í gerandisdegnum. Sagt verður í sama andadrátti, at framleiðsluídnaðurin krevur tað. Tey skulu eisini liva. Neyðugt er við støðugum vøkstri og trivnaði hjá arbeiðarafjøldini. Hetta er ofta tað vit hoyra frá politikarunum.

Vøkstur merkir í hesum førinum tað bera oyðsl. Og dygd er eingin longur, hvørki í klædna- ella matvøruídnaðinum. Tú keypir eitt plagg, sum sær so gott út og er bíligt. Men tá tað er vaskað einaferð, líkist tað ongum, tí eingin dygd er í tilfarinum.

Minnast tit tað góða pappírið, ið konfekteskjan varð pakkað inn í um jóltíðir? Tað var so mikið gott, pappírið, at tú ikki koyrdi tað burtur. Mangur streyk pappírini við strúkijarni fyri at brúka tey aftur. Í dag er pappírið so vánaligt, at tað skrædnar, líka so skjótt, tú nertir við pakningin.

So eru tað plastikktaskurnar, vit taka við okkum, tá vit eru til handils. Hví ikki hava hana við aftur, tá vit fara aftur at keypa? Taskan kann liggja í lummanum ella í bilinum. Fyllir einki upp. Men tá ger man seg sjálvandi seg inn á tey, ið framleiða handilstaskur.

Á mínum arbeiðsplássi lógu so nógv klæðir eftir. Hóast navn stóð í troyggjuni og jakkanum, saknaði eingin pløggini. Men í kreppuni í 1992 og aftur í 2008 lógu eingi klæði og sløddust. Týðilig tala, at tá tað ræður um, taka vit til okkum. Men nú sløðast klæðir sum ongantíð. Hvørjum líkist tað?

  

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður