Kjak

Klumman: Pílagrímsferð til Klaksvíkar

2019-05-03 08:30 Author image
Karin Kjølbro

Árið er 2005. Vit vóru farin so smátt at práta um, hvussu vit best kundu liva okkara triðja aldur og samstundis gera tað, sum var gott fyri heilsuna.

Vit høvdu verið onkra pílagrímsferð uttanlands í felag við øðrum, og tað dámdi okkum væl. Fingu brúkt kroppin, tosað, sungið, gingið, verið í tøgn og sæð vakra náttúru. Og, ikki um at tala, prátað við fólk úr ymiskum londum og heimspørtum.

Og so frættist í Útvarpi Føroya, at Norðoyatunnilin verður klárur at koyra ígjøgnum 29. apríl 2006, og ja, allarfyrst sleppa fólk at ganga ígjøgnum tunnilin henda dag.

Jamen, hví ikki bara ganga allan vegin av Argjum til  Klaksvíkar? Hvat høvdu mammur okkara sagt, um vit einaferð komu gangandi heim? Bæði vóru vit farin heimanífrá sum 15-16 ára gomul. Tá kundi tú bert koma til og úr Klaksvík við gamla PRIDE. Tá var onki sum at at fara heim um vikuskiftið, tí PRIDE sigldi ikki sunnudag. Jú tað skuldi saktans borið til at gingið til Klaksvíkar hjá okkum báðum.

Farið var av Argjum út í Havnardal, upp um Neytaskarð fram við Oyggjavegnum eftir gomlu gøtuni niðan í Mjørkadal, haðani fram við Hundsaraboti til Leynavatn, niðan við Ærgirsá  um Gotursháls fram við byrgingunum hjá SEV á Mýrunum undir Sneis.  Steðgað var við Kellingarstein og skoðað niðan í Saksunardal. Sera, sera vakurt og bergtakandi, men ansast mátti eftir djúpum gilum við stórum kava. Tá var gott at vera væl ílatin, vælskødd og við góðum fjallstavi, tí knappiliga stóð tú upp undir miðju í eini kavafonn. Oman til Hvalvíkar eftir Rossaryggi, norður fram við landsvegnum til bergholsmunnan.

Frá Tingheyggjum niðan til Skarðið undir Nøvuni og oman á Hvíthjalla, har vit gingu til Skálabotns framvið fleiri áum, ið vóru turrar, tí tær vóru leiddar norð til byrgingina hjá SEV á Eiði. Úr Skálabotni var gingið fram við Trælavatni, har var sera vakurt og hugtakandi, men nógvur kavi, og haðani oman í Kambsdal.

Staðarnøvnini hugtóku minst líka nógv sum lendið og náttúran. Ongastaðni møttu vit einum einasta mansbarni, men seyði og fugli.

Leygarmorgunin tíðliga hin 29. apríl 2006 gingu vit eftir gamla Lorvíksvegnum um Skriðurnar til Lorvíkar. Har stóðu nógv fólk, eisini elsti ommusonurin, til reiðar at fara til gongu um Lorvíksfjørð saman við bindikonum við monnum. Eisini hittu vit klaksvíkingar. Onkrum høvdu vit gingið í flokki við. Tey vóru sama morgun komin fyri seinastu ferð við Ternuni um Lorvíksfjørð fyri at ganga til Klaksvíkar.

Mammur okkara vóru so sera glaðar at síggja okkum og blíðar við bindiklubban og ommusonin. Eisini vit vóru fegin og glað fyri at hava fulført ferðina, ið væl kundi javnmetast við aðrar pílagrímsferðir. Men vit høvdu neyvan júst valt hesar dagarnar, um ikki tað var fyri  tunnilin. Ætlaðu so avgjørt at gera ferðina umaftur seinni á árinum okkurt summar. So varð ikki, og nú verður tað ikki, men eitt er vist, umráðandi er at minnast og tosa um gamlar upplivingar, tá tú eldist. Enn ferðast vit til Klaksvíkar men við bili ella bussi, og ofta kemur tað fyri, at vit siga: minnist tú? tá vit fara framvið ávís støð. Og tað er heldur ikki so galið.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður