Kjak

Klumman: Petra mín kom ikki aftur

2019-05-16 10:49 Author image
Karin Kjølbro

Stundum verður tú spurd, um tú hevur húsdjór. Plagi at svara," ikki rættiliga, men um summarið hava vit eina likku". Hon eitur Petra, tí tað merkir: Hon sum er trúføst. Hon er komin á hvørjum ári í nærum 20 ár. Og ikki er tað sørt, at vit sakna hana, tá komið er út í mars mánað. Og so kemur hon bara. Hon var ongantíð nakað kelidjór, men tíðliga gjørdist hon so spøk, at hon ein dag, úthurðin stóð opin, gekk og  spákaði inni í gongini.  So liðugt við at geva henni – teirri megin húsini. Hon kendi seg heima kortini. Gekk og spákaði á matrikkulinum, sum gongur til sjógvin, og Guð náði tann fugl, ið loyvdi sær at seta seg her, – var rikin avstað beinanveg. Og gekk ikki nóg skjótt, so var hin fremmandi bitin i lærið. Týðiligt var, at hon millum likkur, krákur og bakar var ein myndug dama her á Argjahøvda. Tá rullugardinurnar fóru upp á kamarinum um morgunin, stóð hon og bíðaði á takinum ella á flaggstongini hjá grannanum. Tá vit komu niður í køkin, stóð hon og hugdi úr elsteyranum, og tá vit settust at eta við vindeyga, so var hon beinanveg á snóratrænum, 2 metrar frá vindeyganum . Hon møtti til øll máltíð. – Alt, sum vit ikki ótu, fekk hon.

Knappliga ein dag segði ein ommusonur: "Tú omma, Petra er ein maður, eg havi sjálvur sæð hana parast." Jú hon hevði ein maka, men nei, vit fóru ikki at broyta navnið. Tey eintust væl, og tað var heilt vanligt, at hon mataði hann. Tá tey reiðraðust, kom bert annað eftir mati og fór skjótt avstað aftur. Ógvuliga pretin vóru tey, tá tey hvørja ólavsøku komu at vísa ungar sínar fram. Fyri trimum árum síðani, kom hon illa til skaða. Øll bringan var skrødd niður og opið var inn á bløðandi kjøt. Holið um 3x3cm. Tá var sorg. Ommubørnini fóru at byggja henni eitt lítið sjúkrahús, har hon kundi koma seg, men hagar fór hon ikki. Hon hevði stórt sæð sama atburðarlag, hóast hon ikki megnaði líka væl at reka fremmandar fuglar burt. Og kortini hvarv hon til vanliga tíð  eftir ólavsøku. Vit væntaðu als ikki at síggja hana aftur. Har mistóku vit okkum. Hon kom aftur til vanliga tíð. Hon hevði sjónskt arr (hol) í bringuni og var ikki so kvik, sum hon plagdi. Hinir fuglarnir vístu henni heldur ikki somu virðing, og hon kláraði seg ikki so væl. Hon vendi tó aftur tvey summur aftrat. Í ár kom hon tó ikki aftur. Men tað kom eitt snøgt ungt par áðrenn likkudagin (7. apríl). Vit halda, at tað eru ungar hjá Petru.

Og so ein søga úr tinginum í 80-árunum. Eg hevði tosað væl fyri einum vælferðaruppskoti, og so fer Juul Jacobsen, sáli, upp á røðarapallin og sigur: "Karin, Karin, tú átti at vitað, at fer tú at geva eini likku at eta, so heldur hon beinanveg uppat at veiða mat sjálv." Hvør skal siga: sama er við menniskjum.

Ískoyti 5. mai 2019 Knappliga í dag rópar mín annars munnstilli maður upp á loft til mín. "Petra er komin". Ja hon var eyðkend við sínum holi í bringuni. Maðurin fór beint út í hjall at skera ein trælabita, og so at ringja til ommubørnini.

  

  

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður