Kjak

Klumman: Órógv á G!

2020-03-05 15:24 Author image
Poulina Slættanes

Aftur hava fyrireikararnir av G! festivalinum rent seg í ótolandi forðingar frá einum umhvørvisfelagsskapi. Vit hava so ringar royndir av fleiri teirra, millum annað Sea Shepherd og kanadisku superhetjuni Paul Watson, sum í ein mansaldur hevur sett sær fyri at frelsa heimin. Øgiliga nógv bendir á, at tað er eitt kensluspæl at lifra fyri ríkfólkum, ið Watson snildisliga fær at donera til umhvørvisrelateraðu áhugamálini, ið hann sigur seg stríðast fyri. Kanadiarin brúkar skitin vápn, og hava føroyingar kent sviðan av hansara viðhaldsfólkum, hvussu tey hava ført seg fram, tá grindaboð hava verið.  

Flestu føroyingar eru samdir um, at vit skulu ikki gevast at drepa grind. Ákoyringarnar uttanífrá hava kanska bara hert treisknið hjá okkum. Trýst elur móttrýst. Meðan umrøða av grindadrápi hevur verið úti og heima, politiskt sum mentanarligt, hava vit fingið grindamannafeløg, ið skilagott hava skipað fyri og álagt grindamonnum at fara skynsamiliga fram, tá grind skal haldast til. Eitt lítið skeið krevst, áðrenn tú sleppur í drápið. Alt hava vit væl og virðiliga lagt út á heimasíður, í ritgerðir og faldarar, men kortini sær tað ikki út til, at tað rínur við nakran umhvørvisfelagsskap. Teir skilja ikki boðskapin og vit ikki teirra mannagongdir. Teirra máti at fylgja við á altjóða festivalheimasíðum er skitin. Teir langa til, tá teir finna út av, hvussu stór undirtøkan er til júst Robert Plant. Hann er ein kærkomin gestur og eitt satt trekkplástur. Sama var við G! í fjør. Tá avlýsti eisini eitt heimskent navn. Soleiðis hava hesir ódámligu felagsskapir argað og øst í meira enn 40 ár meir og minni. Okkara vælumtókti tónleikabólkur Týr hevur eisini fingið koyrilin í útlondum. Men teir aftra seg ikki, halda rimmarfast við okkara lógligu grindaveiðu. Útlendingar koma eisini  fjølmentir til tónleikaligu tjóðarhátíð føroyinga.

Umhvørvissamtøkini eru ikki komin eitt petti víðari her uttan at leggja fót fyri festivalum, sum í tølum eru sera avmarkað í mun til heimsmarknaðin. Teir gera ikki vart við nakað í Norra og Íslandi, ið reka vinnuliga hvalaveiðu, sum vit jú ikki gera. Risastórar áhoyrarafjøldir kasta gylt av pengum av sær, og tá vága fyrireikararnir sær einki. Tá er einki umhvørvisdirvi at hóma. Nógv høgligari er  at leggja eftir lítlu, sárbæru Føroyum, ið liggja langt burt frá øðrum londum. Fólkaslagið í Norðuratlantshavi hevur gott av tí – tí teir drepa grind, sum teir válka sær í, dansa, kvøða og sláa ring um, tá alt liggur deytt á vali.

Frá okkum fámentu fáa umhvørvisfelagsskapirnir einki mótspæl. Teir ræðast tey fjølmentu. Vit skulu ikki førka okkum ein tumma. Frá 1584 hava vit dripið grind. Ja, nógv fyrr enn tað. Merkisvert. Tað helt lív í okkum, tá illa stóð til. Turra grindin og reyðlitaða, turrsaltaða spikið er okkara stoltleiki í dag á merkisdøgum.

Spell fyri tey, ið ætlaðu sær at hoyra Robert Plant, at hann ikki kemur vegna Blue Planet Society, ið er hansara tónleikasamskipari. Tann felagsskapurin  hevur sannført Led Zeppelin-sangaran um, at føroyingar eru blóðtystir og ikki verdir at vitja.

Siðsøguligu grindamentanina, sum síðani 1584 hevur verið dagførd, skulu teir ikki røra. Her kunnu føroyingar standa saman. Latið umhvørvisfelagsskapir gera seg upp. Tað eigur ikki at nerva okkum. Tí vit eru føroyingar, ein serstøk tjóð.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður