Kjak

Klumman: Orðini og tónin

2019-03-29 08:05 Author image
Karin Kjølbro

Samstundis sum fyrrverandi læknastjórin, Pál Weihe, hin 9. mars hevði áhugaverda framløgu um viðgerðartrygd á landsfundi sambandsfloksins vegna læknafelagið, kvetti sjúkrahússtjórin J. E.  Køtlum við landssjúkrahúsið og fór við brestin. Sum skilst, var tað eina mest samskiftið og fundurin hin 8. mars við leiðsluna í Heilsumálaráðnum dropin. Kendi seg at verða tosaðan niður til.

Stórt spell, nú hevði harra Pál givið Føroya fólki eina góða, men álvarsliga frágreiðing um støðuna, ið vit skiltu, og sum tóktist gjørlig at loysa. Yvirritaða minnist løgnar sjúkrahúskreppur í 80-árunum. Serliga var ónøgd á smáu sjúkrahúsunum. Fari eg ikki skeiv, so kravdi samgonguløgtingslimur inn í eitt komandi samgonguskjal, at visitatiónsnevndin í sjúkrahúsverkinum skuldi avtakast. Við øðrum orðum: politiska skipanin skuldi beinleiðis bróta inn í maskinrúmið hjá Sjúkrahúsverkinum. 

Og so hava vit fingið áminning um søguna viðvíkjandi LS-exit seinastu 19 árini. Fimm sjúkrahússtjórar! Hin seinasti eftir 14 mánaðum. Minnist ein frá aldarskiftinum. Hann var uppsagdur. Tað vildi hann ikki góðtaka, tí hann hevði gjørt, sum hann var biðin um. Virkaði einans við tí peningi, ið var játtaður. Hann tók tá ta óvanligu avgerð at saksøkja avvarðandi landsstýrisfólk fyri ógrundaða uppsøgn. Hann vann málið, og fari eg ikki skeiv, fekk hann endurgjald, sum hann gav til eitt gott endamál.

Annars fingu vit tey góðu tíðindi úr KVF á føðingardegi Landssjúkrahúsins fyri mánaði síðani, at fyrrverandi læknastjórin, Tummas í      Garði, sendi fjálgar tankar til landsins leiðslu, ið hevur megnað at vera so framskygd at halda játtanina til digitalu skipanina hjá sjúkra- og heilsuverkinum uttanfyri rakstrarjáttanina. Í míni verð    er tað nærum ramur gandur, at eitt nú røntgen- og skannaramyndir verða sendar til Barcelona til útgreiningar og aftur til Føroyar yvir netið, hóast tørvur er á uppraðfesting.

Uttan mun til alt, so duga vit illa at tosa SAMAN her í landinum! Í staðin verður mangan tosað Á, UM og NIÐUR, og TÓNIN og HÁTTURIN elva til stríð, stress og mistrivnað. Og tað er sera álvarsamt. Eftir uppsøgn sjúkrahússtjórans koma heilsustarvsfólk við sama boðskapi: Heilsumálaráðnum tørvar heilsufakligan førleika. Orðini "bókhald" og "rokniark" eru í luftini, kanska niðrandi. Tey, sum fylgja við, vita, at hetta sama stríð hevur leikað á í grannalondunum í mong ár, har læknar og onnur heilsustarvsfólk støðugt siga, at DJØF-arar (løgfrøðingar og økonomar) hava tikið ræði á sjúkrahúsverkinum og vísa ikki heilsufrøðiligt fyrilit.

Tey, sum eru nóg gomul, minnast kanska øvugtu støðuna í grannalondunum, har sagt var, at læknar vóru ikki útbúnir til rakstur og búskap og vístu ikki fíggjarlit fyrilit. Í farnu viku umrøddu bæði DR og dagbløðini danska sjúkrahúsverkið. Heilar kongarøðir av læknum og serlæknum stinga í sekkin. Hesi meta støðuna á markinum til tað ábyrgdarleysa. Samstundis fingu vit at vita, at heilsuverkið í Danmark er hitt triðbesta í Europa aftan á Sveits og Holland.

Venda vit aftur til niðring og tónan, so segði tinglimur nýliga frá røðarapallinum, at tað átti ikki at verða tosað niður til ein slíkan kapacitet sum Harra Køtlum. Rætt er tað – men ikki bara Køtlum. Virðilig samrøða eigur at vera við øll. Eri sannførd um, at mikla strongdin á arbeiðsplássum millum annað hevur sítt upphav í hesum veruleika. Byrjað kundi verið við at steðgað málsligu dálkanini og mistonkiliggeringini, sum dagliga fara fram á fremsta røðarapalli landsins. Og tað er ikki nýkomið. Tað hevði havt miklan samfelagsgagnligan týdning, um vend kom í. Sum er, legitimerar orðalagið og tónin á tingi beinleiðis skitna tungu.

  

 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður