Kjak

Klumman: Øðrvísi og uppi í tíðini

2019-11-08 11:48 Author image
Poulina Slættanes

Sá herfyri eina áhugaverda sending í sjónvarpinum.Tað snúði seg um tveir 5. flokkar í DK. Teir sendu inn umsókn til skúlamyndugleikarnar um at gera tænastu á einum røktarheimi í grannalagnum í tvær vikur.   

Hetta var sjálvsagt í samráð við flokslærarar og foreldur. Skúli er so nógv annað enn bøkur, telda og talva. Eftir nógvar foreldra- og skúlaráðsfundir, varð tikið væl undir við projektinum. Arbeiðsætlan varð gjørd, og um skúlatíð ein mánamorgun fóru tey í gongd at skipa dagin og teir komandi við bú- og starvsfólkum.

Lærararnir høvdu undrast stórliga, hvussu lítið næmingarnir vistu um eldraøkið. Demens høvdu tey onga hóming av, hvat var. Hvørja skyldu samfelagið átók sær, tá fólk gerast gomul, heldur ikki. Okkurt av børnunum nevndi, at gomul fólk eru slík, sum altíð grenja, tí man ikki gevur teimum sess í bussunum, og so hava tey altíð ein apoteksposa í hondini og ein stav í hinari. Kortini kendist tað á teimum, at tey vildu onkunsvegna fáa hetta sum eitt evnisarbeiði. Fyrst var neyðugt hjá flokslærarunum at geva børnunum neyvt innlit í, hvat tað inniber at gerast gamal, og hvussu ein gerandisdagur gongur á einum slíkum stovnsplássi. Tímaætlanin hesar vikurnar skuldu hava í sær prát, spøl, ítriv, tónleik og sang. So hvørt, sum tey løgdu til rættis, komu nýggj hugskot, og alt bendi á, at henda verkætlan so  avgjørt var skúli, ið skynsemi og meining var í.

Greitt er, at tá 44 dreingir og gentur, ið enn ikki eru tannáringar, fara til verka, er neyv arbeiðsætlan neyðug. Børnini vóru skipaði í bólkar og roteraðu millum stovurnar og felagshølini.

At tey dugdu at skipa morgunsang við undirspæli var hugtakandi. Hetta elvdi til nógvar fittar samrøður, tí onkur av teimum eldru fóru at minnast sínar skúladagar fyri langari tíð síðani. Tað loftaðu næmingarnir og skrivaðu dúgliga upp.

Øll vita vit, hvussu smábýtt starvsfólkini eru á ellis- og røktarheimum. Tey náa stutt sagt ikki meir enn tað hægst neyðuga. Tað er orkukrevjandi at vera um tey, ið hava bæði kropsligan og sosialan tørv. Men hetta kláraðu tey eisini eminent. Stuttligt var at síggja ein bólk av børnum fara við koyristólum inn í eina viðalund. Har var ikki smávegis av søgum sagdar, ið børnini so hjartaliga tóku til sín.  Nevnast kann eisini, at foreldur, ið høvdu høvi til tess, eisini komu við. Tey, sum ikki hildu seg til, fingu aðrar hóskandi avbjóðingar heima í stovuni og í samráð við leiðsluna.

Tað, sum eyðkendi alt projektið var, at báðir partar hugnaðu sær. Tey løgdu putlispøl, myndaspæl, leiktu talv og onnur sosial spøl. Láturin gekk báðar vegir. Ein dag fóru børnini í køkin at baka sandkøku av góða, gamla slagnum. Og væl dámdu teimum. Man las á andlitunum á búfólkunum, at hetta vóru dagar í viku. Tá tey eisini fingu týðiligan og spræknan upplestur, søgdu tey, at hetta var nakað annað enn at lurta í einingi á ljóðbandi. Her var lívligt kring borðini.  

Kanska vóru hesir skúlanæmingarnir serliga væl fyri tónleikaliga. Tey høvdu instrument, og í bústovuni stóð eitt klaver, ið næmingur spældi so væl undir á, meðan búfólkini so hjartaliga sungu við. Tá børnini fyrstu ferð komu inn á heimið og heilsaðu teimum, ið sótu í hugnastovuni, var lítið veiggj var í “samkomuni”, men eftir lítlari løtu var lívligt og hugfarsligt prát.

Børnini skrivaðu dagbók, og heilt fitt av teirra upplivingum komu á pappírið.

Í dag snýr alt seg um lívskvalitet. Her er so eitt boð. Sambandið millum børn og eldri elvir til eina nýggja læring og lívsgleði. Veit um barnagarðar og onkrar forskúlaflokkar, ið hava vitjað á røktarheimum. Á føstulávint hava tey kvøðið og um jóltíðir gingið Lusia.

Frálíkt hugskot, tykir mær.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður