Kjak

Klumman: Nærleiki í frástøðu

2020-03-26 18:30 Author image
Karin Kjølbro

Ofta hendir eitthvørt, sum minnir um barnaárini.  Klummustarvsfelagi og systir mín Poulina verður 2 ára gomul innløgd í isolatión á Klaksvíkar Sjúkrahús í 1952 vegna skarlaksfepur. Hon lá einsamøll í einum rúmi i høgari  rimasong. Í dag hevði mamma verið innløgd við, men soleiðis var ikki tá. Sama fólkið fyri hvørja vakt ambætaði henni. Allarmest var hon einsamøll. Glasrútur var í vegginum, har hyggjast kundi inn til hennara. Stór sorg heima. Øll elskaðu hesa yndisligu smágentu, sum altíð var glað og dugdi so sera væl at syngja og at renna. Mamma og pápi  vitjaðu handan rútin og sóu hana. Sjálvandi fór hon at gráta, til hon datt av í grátinum. Avtalað varð, at tey bert skuldu lúra. Hon skuldi ikki síggja tey. Tað riggaði sjálvandi ikki. So fann mamma uppá at syngja fyri henni: Góða mamma, eg vil sova, og Dukka mín er blá. Tá bar til, og tær sungu saman fleiri ferðir um dagin og kvøldið við. Eisini hendi tað, at hon fór at syngja Beautiful, beautiful brown eyes, ið var landaplága tá (frá 1951). Dugdi lagið og fyrstu og seinastu orðini: I never love blue eyes again. Skjótt frættist á sjúkrahúsinum, at barnið dugdi at syngja, og  starvsfólk sungu, tá tey fóru fram við glugganum, og hon tók undir. Navnframi Halvorsen, ið ikki dugdi føroykst, treiv í Beautiful, beautiful... Tá hon varð útskrivað, dugdi hon ikki at ganga, men hon sang alsamt - og syngur enn, og man sum lærari  hava gingið og runnið meira enn tey flestu..

Ikki er óvanligt, at nakað ógvuliga ringt endar við at verða gott og letur nýggjar dyr upp. Eitt nú  fíggjarkreppan í 1992, ið legði alt lamið. Fiskurin hvarv, reiðaríini og bankarnir fóru av knóranum, og 5000 fólk flýggjaðu av landinum vegna arbeiðsloysi. Tá eyðnaðist at semjast um at skipa eina arbeiðsloysisskipan. ALS gjørdi, at ikki størri tal av føroyingum flutti av landinum. Og nú er tað sama Arbeiðsloysisskipanin, sum í akuttu støðuni  bjargar kanska líka mongum. Og nú er als ongastaðni frægari at flyta. Eisini fingu vit gongufeløgini til tess at stimbra felagsskapin. Hesir sunnu felagsskapir frá fíggjarkreppuni liva alsamt sítt fríska lív. 

Velji at  taka í aftur sangin við nærleika og kærleika  í frástøðu. Minnist ein fittan drong av útoyggj, ið hevði Downs Syndrom og kom at búgva á Eirargarði, tá hann var um 14 ára gamal. Stívliga 50 ára gamal doyði hann. Við jarðarferðina segði prestur, at eitt serligt band var millum móðir og son. Hvørt kvøld ringdi mamman til hansara av útoyggj. Eftir  stutt prát, sungu tey saman: Góða mamma, eg vil sova, sum hon hevði sungið hvørt kvøld fyri honum, frá tí hann var føddur, og hesum hildu tey fram við í telefon, til hann andaðist. Tað nam við okkum øll í kirkjuni; og ivaleyst hugsaðu tey flestu, at tað var gott, at mamman, ið var farin av 90, fyri seinastu ferð kundi syngja fyri honum: Góða mamma, eg vil sova, saman við  okkum mongu, ið møttu til jarðarferðina. Og sjálvandi sungu vit hann aftur, tá  mamman var borin út. Syngja vit saman, eru vit saman.

Sangurin og talgyldi felagsskapurin er álitið í hesum døgum. Tøkk fái KvF fyri landsfevnandi konsertina við Føgru blómu hjá Pól F hin 20. mars, og ikki minni tøkk til Norðlýsið og Spaniastovu fyri kvøldsetuna  Samband í tryggari frástøðu hin 21. mars, har landskórið aftaná frálíkt undirhald, endaði við Blómugentuni hjá Bernhardi Brim. 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður