Kjak

Klumman: Móðurloysingar

2020-02-27 16:20 Author image
Karin Kjølbro

"Tú skalt vera góð við Mariu, tí hon eigur onga mammu!" Soleiðis segði mamma, tá eg kom heim frá fyrsta skúladegi, har eg hevði hitt børn úr øðrum býlingum. Mamma hevði sum pinkulítil mist mammu sína og einastu systur sína, og pápin var sjómaður. Hetta kom mær til hugs, nú kvinnur arbeiða bæði við tí setningi at skriva søguna hjá kvinnum, sum doyðu í barnsferð, og at reisa ein minnisvarða fyri hesar rættiliga ókendu kvinnur. Ikki tí, vit hava sæð fleiri minnisvarðar fyri sjólætnar, har ein kvinna – hin eftirsitandi – er høvuðstemaið.

Avbjóðingarnar vóru nógvar hjá formammum okkara, og hóast deyði í barsilssong og smábarnadeyði nærum ikki eru til longur um okkara leiðir, so eru aðrar avbjóðingar hjá børnum. Samstundis sum vit frættu um kvinnur, deyðar í barnsferð, bórust tíðindi um, at sjey starvsfólk vóru farin úr starvi á Føroya Barnaheimi, og at trivnaðurin har var sera vánaligur.

Haldi, at almannnastjórin royndi at sissa okkum við at siga, at tað var í tí einu eindini – eind 10. Fýra deildir eru ymsastaðni í Havn í eind 10. Tær fevna um gamla barnaheimið undir Varða og trý ymisk leigumál í býnum, sum hoyra undir Føroya Barnaheim. Eisini kundi Løgtingsins barnaumboðskona siga frá, at hon hevði fingið eina klagu frá einum drongi á Barnaheiminum, ið kendi seg ótryggan. Í farnu viku var so landsstýriskonan í almannamálum í KvF og segði, at hetta skuldi loysast sum skjótast, helst áðrenn vikan var runnin.

Fari eg ikki skeiv, hevur sama landsstýriskona steðgað byggingini av nýggjum barnaheimi, sum fráfarna landsstýriskona hevði byrjað, í óásetta tíð. Hin 25. november í fjør heitti Føroya Pedagogfelag á landsstýriskonuna um at taka málið um Føroya Barnaheim uppaftur. Tey nevna m.a. nakað um hølisviðurskiftini, ið eru sera vánalig.

Sum eg lesi tað, høvdu neyvan nakar almennur stovnur ella vinnuvirki góðkent hesar karmar til at arbeiða 8 tímar um dagin í. Upprunaliga barnaheimið í Havn er ein sjálvsognarstovnur bygdur í 1950-árunum, har síðani er bygt uppí. Í 2016 var pláss fyri 24 børnum og har vóru 50 starvsfólk og 4 av 5 vóru pedagogar.  Tað eru barnaverndirnar kring landið, sum umvegis høvuðsbarnaverndina ávísa børnum til Føroya Barnaheim.

Á Føroya Barnaheimi er m.a. talan um umsorgaryvirtikin og umsorgarsvikin børn. Gamalt er, at tað er í viðferðini av teim veikastu í samfelagnum, at mentanarliga støði í einum landi eigur at verða mett. Og nú sakni eg veruliga, at politikkarar orða seg, sum teir plaga, tá onkur nýggj minni akut verkætlan skal seljast ella marknaðarførast: Tíðin krevur tað. Er tað nakað, sum tíðin krevur, so er tað, at vit eru hyggin og fara virðiliga um øll børn. Bæði kvinnur og menn í politikki eru vald til at hava skil fyri øllum málum. Haldi kortini, at vit hava betri vónir um eitt nýtt barnaheim við eini landsstýriskonu enn einum landsstýrismanni. Fuglafjarðar kommuna hevur longu sett av 250.000 kr til ein minnisvarða yvir deyðu mammurnar.

Sum skilst eru listafólk biðin um uppskot. Giti, at Býráðið har hugsar sær minnisvarðan at standa í Fuglafirði. Og hví ikki? Tað er neyvan nøkur bygd í Føroyum, ið ikki eigur søgu um kvinnu(r), ið fór í barsilssong ella barnsferð og kennir seg at varða av hesum kvinnum. Tessvegna er tað sjálvsagt, at ein innsavning til henda minnisvarða, ið er mettur at kosta 750.000 kr., fevnir um landið alt.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður