Kjak

Klumman: Merkisverda merkið

2020-04-23 13:30 Author image
Poulina Slættanes

Á sumri 1940 er vestmannasluppin Union Jack á veg úr Íslandi til Aberdeen at selja fisk. Hetta var vandasigling, tí Norðsjógvurin var ein flótandi vígvøllur við týskum kavbátum og spreingiknøttum. Í bókini “Víkingasynir”, sum varð givin út í 1947 eftir áheitan frá Skipara- og Navigatørfelagnum, er sagt frá merkisverdu hendingini, tá ein týskur kavbátur spreingir Union Jack í luftina og letur manningina sigla sín egna sjógv í einum bjargingarbáti. At kavbátaskiparin var náðigur at lata manningina sleppa at bjarga sær av skipinum áðrenn miskunnarleysu atgerðina, ja, tað helt onkur vera undranarvert, tí kríggj er kríggj.

Fríðrikur Bláhamar sigur aftaná álopið í bókini: “Enn tá skipið (t.e. Union Jack) var horvið, veittraði flaggið í lotinum, drap velið niður í, misti flogið og fylgdi við skipinum til botns”. Tað er okkara flagg, hann sipar til. Minnist sum barn tekning í litum á aftursíðuni á Víkingasynum. Jákup Olsen teknaði, hann vit kallaðu Zahle. Tað er av skipi, ið fer til botns, men flaggið er tað i seinasta, ið hvørvur. Bað mammu fortelja mær søguna úr bókini um hesa hendingina, men hon helt, tað kundi bíða, til eg sjálv dugdi at lesa. Og tá eg dugdi at lesa, las eg aftur og aftur um atsóknina og gjørdi tað øll árini sum lærari fyri næmingunum. Tey skuldu vitað um baksið hjá teimum ótroyttiligu, føroysku sjómonnum øll kríggsárini og teirra avvarðandi. Teir vóru mangan í ræðuligari vandastøðu.

Flaggið, Bláhamar nevnir, er Merkið, sum fáar vikur frammanundan hevði fingið staðfest sín samleika á sjógvi og landi. Hugsa sær til, at eitt kríggj so at siga skuldi til, áðrenn føroyingar fingu henda rætt. Frá at hava verið til frá 1919 fær tað gildið eftir tógvið stríð og elddóp í stríðnum fyri frælsi og friði.

Og í morgin er aftur flaggdagur, tann 80. merkisverdi, tá bretar fyri okkum avgjørdu stríðsspurningin um flaggið. Í ár verður einki flaggdagshald hóast rundan merkisdag. Eftir koronaumstøðunum fara vit at merkja dagin kring landið øðrvísi. So nógv ber til, sum var púra óhugsandi fyri stuttari tíð síðani. Nakað heilt annað er, at okkara kæri flaggsangur “Sjá tú blánar ...”, ið vit syngja á hvørjum ári um markusarmessumundið, fyllir 100 í ár. Hann stóð fyrstu ferð á prenti í Dimmalætting í mars 1920. Yrkjarin Hans Andrias Djurhuus var hendinga góður við flaggið og gevur í ríkiligt mát tað til kennar. Í einum øðrum merkissangi “Heysið mesan og stórsegl”, er yrkingin sum ein flaggframløga undir siglingini. Skaldið hugleiðir á heimferð um tjóðarmerkir, - tað danska, ið hómast á vita, tað norska,  sum stendur okkum tætt, tí vit eru av norskari ætt. Og hann harmast  um sjónina við Hetlands strendur, at Union Jack veittrar har.

Júst hesin umrøddi tjóðskapur setir ferð á ein føroysktíma í mínum ungdómi í heimbygdini. Lærarin gav okkum ofta sangir at duga uttanat. Og vit dugdu, og duga, teir raðið til denna dag. Lærarin fortelur so okkum, at áðrenn hann fór á Læraraskúla, fiskaði hann við íslendingum eins og aðrir føroyingar eisini í nøkur ár mitt í ´30árunum.

“Ein dagin er okkurt tjóðskaparligt og minniligt umborð, ið eg ikki minnist júst, hvat var. Hetta fór fram í lugarinum. Menn vóru reinir og snøggt ílætnir hesa løtuna. Føroyingunum segði løtan ikki tað stóra. Skiparin segði nøkur góð orð og segði so sum nakar fimleikalærari: Allir rætt, statt.  Og so reistu teir seg allir og sungu íslendska tjóðsangin “Ó, guð vors lands!” uttan at blunka”.

“Blóðið setti út í hvørja spong, vit ornaðu og rodnaðu”, segði hann. “Vit vistu ikki so frægt, um okkara tjóðsangur var “Eg oyggjar veit” ella “Tú alfagra land mítt”.”

Hesin føroysklærarin legði stóra áherðslu á, at vit dugdu tjóðsangin og flaggsangin uttanat og aðrar við. Tað gjørdu vit sum hansara hugagóðu næmingar. Í tí stilla gav hann til kennar ópolitiskan føðilandsalsk. Sigurd var ein deiligur føroysklærari.

Góðan merkisdag í morgin.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður