Kjak

Klumman: Medicus og Martin

2020-03-19 17:29 Author image
Poulina Slættanes

Hon treivst væl í Klaksvík og beiggin eisini. Tey vóru tvey systkin. Pápi teirra  skuldi virka um allar Norðuroyggjar sum kommunulækni. Tey vóru donsk. Læknagerningin skuldi hann bara taka sær av í eitt hálvt ár. Meðan tey eru á stórplássinum, skal gentan fyrstu ferð í skúla. Ein trupulleiki at læra eitt barn at lesa eitt fremmandamál áðrenn sítt egna. Men so var ikki. Rokaliga 7 ára gamla dóttirin skilti føroyskt eftir 10 døgum. Tá hon hevði verið millum børn og vaksin nakrar vikur, dugdi hon bara heilt væl at málbera seg – eisini at banna føroyskt og herma.

Meiri enn 60 ár eru síðani. Herfyri prátaðu vit báðar gomlu um grindadráp á vágni í Klaksvík. Hon hevði ongantíð ordiliga vamlast við veiðiháttin, helt, at tað kundi ikki vera øðrvísi. Meðan tey vóru í bygdini, høvdu tey eisini keypt livandi seyð og flett. Helt tað vera ein so natúrligan part í føroysku matmentanini. Hon fylgir væl við í frástøðu, hvat hendir í Føroyum, tí smidligar eru porturdyrnar á alnetinum.

So koma vit til læknabátin Medicus, sum smágentan kendi sum sín egna lumma. Hon  var so óalmindiliga góð við skiparan Martin og hann við hana. Hann var sum ein abbi. Tey murraðu og sungu Liselotte, ið var eitt danskt lættisoppalag, ið hoyrdist úr hvørjum hátalara hesa tíðina. Læknabáturin fer ein dagin eftir høgu aldukambunum um Múlan og suður ígjøgnum Hvannasund í læknaørindum við pápanum. Bæði børnini eru við. Henda dagin er nakað av runi í sjónum. Tá Martin helt, tað var ráðiligt at hava børnini við, játtaði pápin.

Henda dagin er læknin boðsendur til Svínoyar. Har eru tvær lendingar, men báðar eru heldur ókyrrar. Skiparin velur lendingina undir Svínoyareiði. Læknin fer í land og tekur dóttrina við sær. Nú skal bara gangast skjótt heim í bygdina til tann sjúka. Ikki meir enn farin til gongu, hoyrast gallróp eftir læknanum. Martin er fallin um. Skjótt verður borið at. Gentan stendur eftir í landi, meðan pápin fer í róðrarbáti út á Medicus. Allar royndir at fáa lív aftur í skiparan vóru til fánýtis. Skiparin var deyður. Læknin so aftur í land at fáa sjúkraørindini frá hondini. Dóttrini fortelur hann, meðan tey ganga út aftur á Svínoyareiðið, hvat er hent.

Skiparin, ið fyri fáum tímum síðani stóð og sang í stýrhúsinum, lá nú í koyggjuni so stillur. Gentan fekk boð um ikki at fara inn til tann deyða. Men tað er ikki altíð, vit akta. “Eg hevði tørv á at siga Martin farvæl og at vita, hvussu ein deyður persónur sá út”, sigur hon.

“Eg sat hjá honum eina løtu og bað faðir vár. Sjálvandi á føroyskum. Eg sang   fyri Martin “Nu lukker jeg mit øje”, sum pápi lærdi meg, tá eg var lítil.” Enn minnist hon tigandi fjøldina á kaiini, tá Medicus við flagginum í hálvari stong legði at. Hendingina fyri meira enn 60 árum síðani setir hon í ymisk perspektiv.   Sannførd um, at dirvið á lívsleiðini fann hon millum norðingar. Hon róði á vágni sum ein annar ribbaldur. Tað gekk fínt, men varð kortini tikin umborð á danska verjuskipið, ið lá við kai, og pápin boðsendur. Hon fekk útfaringarbann í 14 dagar, minnist hon.

Tá hon tekur saman um ampa og ótta, so gav hesin myndugi skiparin donsku systkjunum frælsi at sita frammi í stavninum á skipinum. Foreldrini talaðu at, men tá Martin helt, tað var í lagi, var alt gott.

“Lívið í Føroyum gav mær so nógv í viðføriskassan á lívsleiðini bæði í frí- og arbeiðstíðini seinni. Ein sonn guds gáva, sum hevur gjørt sítt til, at eg sum sjúkrasystir havi verið djørv og eftirspurd í røkt av doyggjandi í sínum egna heimi. Hetta góðskrivi eg tíðini í Klaksvík.”

“Hálvt ár gjørdist til 3+. Okkum dámdu so væl, beiggja mínum, pápa og mær. Men mamma fekk seinasta orðið,” endar Liselotte Abilstrup.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður