Kjak

Klumman: Mangir løkir smáir gera stórar áir

2019-10-11 10:09 Author image
Poulina Slættanes

Yvirskriftin omanfyri er stílevni í føroyskum í 1963. Føroysktlærarin legði upp til, at umráðandi var hjá stórum sum smáum at seta av smáar løkir, so teir kundu gerast til stórar áir. Torskilt helt onkur. Hann teknaði tí á talvuna smáar áarløkir, sum runnu saman í eina stóra á. Jú, myndamálið var lætt at skilja. Og so nevnir lærarin:  Sparimerkini, tit keypa í skúlanum, eru eitt gott dømi um hetta. Fann henda stíl herfyri saman við gomlum poesibókum.

Poesibøkur og vinarbøkur eru eitt gott barometur. Tær lýsa ógvuliga væl, hvat var uppi í tíðini, tá skrivað er í tær. Málbólkurin, sipað verður til, er sjálvsagt børn og ung. Nú ruddað var í goymslum, er hetta frá fyrst í 60’árunum. Hvørjar filmar sóu vit, bøkur/bløð lósu vit, tónleiki lurtaðu vit eftir, frítíðarítrivini vóru, og hvat ætlaðu vit at læra til sum vaksin. Felags er, at so gott sum alt var skrivað á donskum. Vinarbøkurnar vóru orðaðar á donskum. Somuleiðis var við poesirímunum. Eisini á donskum. Vit høvdu mangan danskar lærarar. Tað var so púra vanligt. Og vit tosaðu danskt við læraran. Hann skilti okkum annars ikki. Nú er hetta púra óhoyrt, tíbetur.  

Aftur til føroyska stílin. Elsti sparikassi í landinum, Norðoya Sparikassi, hevur nýliga hildið sín 100 ára stovningarardag. Í sambandi við merkisdagin er forvitnislig bók komin um sparikassasøgu norðinga. Minnisritini frá 1959, 1969 og 1994 eru lítil í vavi í mun til hesa stásiligu. Nakað, sum eg hevði hug at hyggja eftir í heiðursritunum, vóru sparimerkini, vit keyptu í barnaskúlanum. Gott, at tað er komið við. Minnist ikki, um vit keyptu sparimerkir ein ávísan dag. Millum børnini var altíð hugur fyri sparimerkjunum. Heftið, sum merkini vórðu límaði í, var donsk framleiðsla og somuleiðis merkini. Tá heftið var fult, fór mann inn í sparikassan at seta inn. Í tungu og tjúkku bókina á diskinum skrivaði avgreiðslan, hvussu stór upphæddin var. Í reyðu sparikassabókina við gulleikini uttan á, var eisini skrivað, hvussu nógv talan var um.

Tá sparimerkini vóru fingin frá hondini, fingu øll blaðið “Sparegrisen”. Hetta góvu donsku sparikassarnar út til skúlabørnini. Í blaðnum vóru smáar fyndugar søgur, gátur, krossorð og annað við. Hetta var absolutt ein skái og steðgur í skúladegnum, sparimerkjaløtan og Sparegrisen. Skúlatímin varð helst ikki lisin, tí alt hetta tók sína tíð at avgreiða. Síggi í 100 ára minnisritinum “Vegurin til vøkstur og vælferð”, at ætlanin var, at sparimerkini skuldu vera føroysk við heimligum myndum, men tað gjørdust tey ongantíð. Tey donsku myndaðu forna danmarkarsøgu, haldi eg meg minnast.

Grundreglan hjá sparikassastovnarunum og lærarunum Enniberg og S. P. Zachariassen var, at skúlabørn skuldu ikki søpla oyrini, tey fingu, burtur til góðgæti og fras. Hann var ikki betur farin enn til sparimerkir, ið tá í tíðini góvu rentuágóða. Skúlablaðið (Málgagn fyri heim og skúla) rósti skúlanum í Klaksvík fyri hesa skilagóðu skipan og gjørdi eisini sítt til og stuðlaði undir tiltakið. Farandi gjøgnum Skúlablaðið sæst, at Norðoya Sparikassi hevur verið ein trúfastur lýsari í blaðnum hjá Lærarafelagnum í eitt mannaminni.  Marius Johannesen lærari skrivar í 14. september í 1953 um barnaskúlarnar í Oslo. Hann segði nakað soleiðis, at vóru føroysk børn líka ágrýtin og fús sum tey norsku at keypa sparimerkir, so hevði ikki gingið long tíð, so høvdu føroysk skúlabørn kunna keypt ein spildurnýggjan trolara. Hann visti at   siga, at har høvdu skúlarnir í eitt hálvt ár spart meir enn 821 túsund krónur. Sjálvandi hevur

hetta verið skrivað fyri at eggja øðrum skúlum at taka undir við sparimerkjaskipanini. Marius  var ta tíðina lærari norðuri í Mikladali og á Trøllanesi.

Sparimerkini eru ein farin tíð. Men góða orðatakið fer altíð at standa við.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður