Kjak

Klumman: Lat standa til bara

2019-01-18 10:41 Author image
POULINA SLÆTTANES

Mia var farin at eldast. Ellisvomm gjørdi vart við seg. Nú hon fylti 80, vildi hon ein túr til Føroyar í eina viku – at taka avskeð. Mia visti, at tá hon kom aftur til Danmarkar, var eingin vegur aftur. Hon skuldi minnisveik á røktaheim.

Tá vit hittu hana við døgurðaborðið í Havn fyri 20 árum síðani, var hon spelkin og ein kvøðari av guds náði.

Men henda dagin hon kom til seyðarhøvd, lítil og svunnin í vakrari, føroyskari mynsturbundnari troyggju, var týðiligt, at dagarnir gingu undan. Tó tók hon í okkurt kvæðaørindi, og vit høvdu tað so stak hugnaligt. Við á túrinum var Óli, elsti sonurin. Hann hevði ikki verið í Føroyum leingi og dugdi ikki føroyskt, men vildi geva mammuni eina virðiliga føðingardagsgávu, – ein túr heim til Føroyar at rigga av.

Prátið gekk aftur og fram, meðan Mia piðaði seyðarhøvd afturvið blóðpylsu. Hon hugnaði sær. Í morgin skuldi hon aftur til Danmarkar. Spurdi, um alt var riggað av, nú hon fór niðuraftur. Jú, hon var so hjartans fegin  um vitjanina hjá systrini á Røktarheiminum í gjár. Tað var tað besta av øllum. Jú, segði Óli, tað var so rørandi hjá systrunum at hittast aftur, hann hevði tikið myndir av teimum, meðan “Miamor” hevði kvøðið og sungið eitt ørindi fyri og annað eftir fyri “Binu-gummu”, sum eg visti sat óhjálpin og minnisveik á Røktarheiminum úti við Strond. Gott, at endamálið við ferðini partvís var nátt. Eg ruddaði av og gjørdi klárt til kaffi og rabarbugreyt, ið Mia ynskti sær. Fínasta slag.

Nakrar vikur seinni skrivar vinkona mín, Henny, ið er dóttir Miu. Takkar fyri beinasemið, nú mamman og beiggin hava verið og ferðast í Havn. Ein ferð, sigur hon, tey dagliga venda aftur til, og sum mamma tekur upp aftur ferð eftir ferð. Henny búði í yngri árum í Føroyum og hevur fult tamarhald á øllum føroyskum. Einki kann hugsast betur.

Vikuna aftaná skrivar Henny aftur. Nú hava beiggin, hon og mamman sitið og hugt eftir myndunum frá føroyaferðini. Hon øtast, tá hon sær myndirnar. Hatta er ikki Bina-gumma, mamman hevur vitjað, og sum Óli hevur tikið myndir av. Tað er ein heilt onnur kona. Óli er umskyltur, hevur ikki sæð gummuna í mong Harrans ár. Men hvat gera vit við hatta? Skulu vit lata sum einki, spyr hon.

Fekk umhugsunartíð. Var nakað at fara eftir? Systrarnar báðar vóru báðar líka minnisveikar, og hinar báðar, hvør so tann eina var, høvdu havt eina so ógloymandi løtu. Óli segði, at man merkti, hvussu samdar og samsintar tær vóru. Í hansara huga var bara, hvussu eymar og glaðar tær vóru at syngja saman, kvøða og klemma hvørja aðra. Hetta kundi ikki verið øðrvísi.

Á Røktarheiminum vóru tey eisini so serliga glað fyri vitjanina. Hesin røktarsjúklingurin, Mia og sonurin høvdu vitjað hin summardagin, ernaðist nógv aftaná. Tað var so týðiligt. Inn á hennara stovu vitjaði so gott sum eingin. Men hon tók uppaftur mangan, at tað var so gott at kenna fløvan av hondum, ið sleptu. Øll vóru samd við henni, at hetta hevði havt positiva ávirkan.

Samanumtikið, – konurnar báðar á røktarheiminum itu tað sama. Tí var misskiljing komin í, systrar ella ikki gav eingin sær far um. Vitjanin fór beint í hjartamørin hjá báðum. Hon, ið vitjast skuldi, bíðaði ikki eftir nøkrum. So hví gera nakað við tað?

Øll vóru glað, – tey vitjandi úr Danmark, hon inni á stovuni úti við Strond og starvsfólkið. Eingin hevði minstu hóming av, at rakt var langt við síðuna av.

Hetta skuldi bara vera so, hildu vit. Lat standa til bara.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður