Heimatíðindi

Klumman: Klemma meg!

2018-03-16 20:20 Author image
Simona Midjord

Meðan vit bóltra okkum í materialistiskum góðgæti og drøna kortið ígjøgnum terminalin fyri at gjalda fyri enn eitt plagg vit ikki hava tørv á, enn eitt "hvat nú viss eg fái brúk fyri hesum her" tingi, sum vit seta aftast í eitt skáp í garderobuni og arbeiða reyvina úr okkum fyri at hava ráð til alt tað, vit halda okkum hava tørv á, so er spurningurin: nær geva vit okkum tíð til tað, sum ikki kostar? Tíð til tað, sum vit kanska hugsa, at vit arbeiða fram ímóti at hava ráð til, tá vit eiga nokk av pengum, pløggum, lutum, eru nóg væl lærd, endurútbúgvin, klókari, betri, vísari og so framvegis?

Viðhvørt hoyrir tú nakað, sum veruliga setir tankar ígongd. Veruliga ger, at tú steðgar upp og hugsar "FUCK! Vit eru langt úti!" Hetta hendi fyri meg ein dagin í vikuni.

Eg hoyrdi um eitt nýtt slag av útbúgving, sum ein kann nema sær á flatlondum. Eg veit ikki, um man kann taka hana aðrastaðni, men tit sum kundu hugsað tykkum at vita meira, kunnu fara á netið at leita. Eg bleiv so rist í mínum grundvølli, at eg steðgaði á, tá eg hevði funnið okkurt á donskum, at eg ikki leitaði víðari. Nú kanst tú nema tær útbúgving sum "klemmicoach", fyri at tað ikki skal vera lygn!

Lærarin sigur soleiðis um útbúgvingina (og eg havi loyvt mær at umseta til føroyskt):

Eg bjóði eina nýggja útbúgving sum kallast professionellur klemmicoach. Útbúgvingin er til tín, ið arbeiðir við, ella ynskir at koma at arbeiða professionelt við klemmi og viðskiftafólki.

Klemmicoaching er ein professionell viðtala, við samrøðu og tilvitaðum nartli, við atliti til at økja ta fysisku, mentalu og ta sosialu heilsuna.

Hetta slag av coaching er serliga vælegnað til menn ið:

Duga illa at klemma, uttan at tað skal enda við sex,

Eru klombrutir tá teir eru saman við kvinnum,

Ella, sum hava trupult við at finna, ella halda fast við eina damu.

(Inni á heimasíðuni perbraendgaard.dk kann man nærlesa um evnið).

Eru vit veruliga komin her til? At nakað so grundleggjandi sum tað at nerta við eitt annað menniskja skal lærast, tí tað ikki liggur í okkum?

Tilvitað nartl?

Skal man veruliga til at intellektualisera um tað at klemma? Og kanska enn meiri áhugavert kann eg spyrja, eru tað fólk, ið hava tørv á hesum slagi av professionaliteti, tá tað kemur til at geva ella móttaka klemm? Nær er tað, sum er ein so natúrligur partur av tí at vera menniskja, frá tí vit verða fødd, ígjøgnum alt lívið, og til vit doyggja, blivið til nakað so serstakt, at man má lesa sær til tað, fyri at kunna geva og móttaka? Og hvat er tað ikki syrgiligt, at ein má gjalda fyri at fáa júst tað klemmið, ein hevur tørv á júst ta løtuna? Tí at tað manglar í gerandisdegnum.

Tað er for langt úti! Takið tykkum saman, og gevið hvørjum øðrum eitt klemm! Um tit bíða ov leingi, kann tað verða, at tit gloyma hvussu tað eigur at kennast, og tað er bara for galið.

  

  

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður