Kjak

Klumman: Kalda og kensluleysa karantenuvárið

2020-05-06 19:00 Author image
Poulina Slættanes

Átti eg ikki at rudda ovastu hill við kóki- og bakibókum? Avlopsorkan má setast av onkunstaðni, tá so nógv tómgongd er við hús. Nakrar av bókunum eru bólgnaður av meiruppskriftum, ið hava ligið kroystar millum annað dragsl á ovastu hill. Nei, her má so ruddiliga ruddast upp. Har var nógv , ið kundi fara so beint í grøna kassan, men eisini okkurt, ið man kundi roynt  av søtum, feitum og freistandi uppskriftum. Tað ráddi bara um at koma í gongd. Brellið stóð fyri ovurstórum avbjóðingum hetta turrgosna koronuvár.

Byrjanin var so meinaleys. Restir frá jólum, - dadlur, fikur, marsipan, nugga og mandlir, alt so brúkiligt. Henda dagin gekk bakarovnurin heitur allan dagin á tamb. Koronudagar nýtast ikki at vera  innhaldsleysir og keðiligir. Meðan stóri bakidysturin kravdi sítt, var so hugnaligt í stovuni at síggja kendu sjónvarpsrøðina hjá Lise Nørgaard Matador einaferð aftur. Øll hesi litríku fólkini við sínum merkisverdu eginleikum í góðum sum illum var aftur hesa ferð vert einaferð aftrat. Har við borðendan situr Fede, jamenn, hvat feilar tær, hann er einki feitur samanborið við, hvat vit í 2020 kalla at vera “í meira lagi”. Fede var so avgjørt ikki ein, ið hevði etið seg um rygg. Leikararnir í kendu sjónvarpsrøðini eru allir leikandi lættir, myndandi tíðina áðrenn seinna heimskríggj og eftirtíðina. Tey eru í sving alla tíðina, ganga hvørt fet í gerandisdegnum, - á tokstøðina, í sjónleikarhúsið, skúla og til handils. Líkamikið, aftur til baksturin. Hvør skuldi eta hesar herligheitirnar, kundi man spurt, áðrenn man fór í holt við projektið ? Ongum kanst tú bjóða inn !

Halt frástøðu, teskaði samvitskan. Ríkiliga frástøðu. Nógv meir enn teir tilráddu tveir metrarnar. Í næstniðastu skuffuni komu upp tómar íseskjur at frysta freistingarnar í. Men hvat nyttaði tað, tá lítla frystigoymslan var trivaliga fylt við feitum rivum frá í heyst, ið eingin skoytti um ? Ung sum eldri, ið eru óvirkin, eiga at halda seg langt vekk frá slíkum. Men dugur er í feittinum at bræða afturvið røstum fiski. Óførar krotur, um tú eigur eina ræsta greipu.

Gott er. Fínar bleytar køkur, smákøkur, knekkbreyð og bollar. Ovasta hill væl og virðiliga ruddað og freistingarnar farnar í frost. Men tað kravdi so, at vit tanlaðu og mýldu riv. Koyri ikki burtur tað, ið einaferð var so umráðandi at eta hjá hart arbeiðandi føroyingum á sjógvi og landi. Tríggir føðingardagar vóru um mánaðarskiftið, men við teim tilráðingunum, heilsuverkið ræður til, skulu vit ikki fjølgast um nakað. Alt samanhald eigur at fara fram í fjarstøðu. Nú letur til, at tað fer at dragna og gævi satt, at henda góða gongdin stendur við.

Einki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt, plagar man at siga. Gaman í er nógv betur skil á bókahillunum, skápunum, skuffunum, stokkakurvuni og seymiskríninum. Í gjár ruddaði eg medisinskápið. Eisini har kundi minkast um. Salvur, krem, dropar og hvat veit eg, ið var útgingið fyri árum síðani. Ófatuligt, sum man bara skumpar tað elsta longur inn á hillina fyri at gera pláss fyri tí seinasta, man hevur útvegað sær. Á veg út aftur úr baðirúminum fær gólvvektin eitt skump. Tað var sum um, at hon mælti mær til ikki at halda frástøðu, - legði upp til at stíga upp á við báðum beinum! Singlandi fór henda runda talskivan upp í snúningar, og pundini lupu so ófordragiliga á meg, at vektin av ókendum orsøkum fekk ein sendara langt inn undir servantið. Statt nú pen, - etið gylt av smáum, føgrum páskareggum, smákøkum og leskiligum fuglareiðrum og so ikki tola at síggja avleiðingarnar í ongari frástøðu?

Læruvirðið er at halda frástøðu við skili.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður