Kjak

Klumman: Kærleiki í fjarstøðu

2020-04-30 19:21 Author image
Karin Kjølbro

Covid 19 avlýsti fyribils: Grækarismessu, Páskir, Flaggdag og 1. mai, soleiðis sum vit kenna tey. Vit mistu týdningarmiklan felagsskap, hóast alternativu tilboðini hava verið frálík.  

Hetta við frástøðu var nýliga greinað av forkvinnuni í danska psykologfelagnum í DR, tí tíðindaportalarnir høvdu lyndi til at umrøða fysiska- og sosiala fjarstøðu sum ta sama og hvørt um annað. Hon segði: Likamlig fjarstøða og sosial fjarstøða er hvørt sítt. Tað ber væl til at hava likamliga fjarstøðu og hava sosialt samband t.d. við at tosa í telefon at skriva brøv og at senda eitt blómutyssi. Tað sum kom mær til hugs í hesum høpi var: Hvussu hevði verið hjá okkara sjó-og fiskamannafamiljum fyrr í tíðini, um fjarstøða merkti onki samband? Og er tað ikki júst henda fjarstøða, ið var grundtreytin undir samfelagi okkara í mansaldrar, áðrenn alivinna og ferðavinna løgdust aftrat. Minnist sum barn, at tá tað frættist, at eitthvørt skip skuldi til Grønlands ella Íslands, var mamma kvik í skrivimaskinuna at skriva bræv til pápa sín. Haraftrat vóru øll føroysk bløð savnað vandaliga saman, gjørd til eina rullu við pappíri um miðjuna við navninum á abba og á skipinum, og síðani borið til reiðaríið hjá skipinum, sum skuldi til Grønlands ella Íslands.

Abbi okkara Sigmundur Brestir Thomsen úr Skúgvi elskaði øll síni og segði okkum børnum ofta frá, hvussu stóran týdning hesi brøv og postur hevði. Har vóru nógvir fjórðingar og kilometrar í fjarstøðu, men har var sosialt samband, sum bar longur enn bara ta tíðina, abbi var til skips. Og hvussu smá vóru vit ikki, tá vit lærdu at slongja ein muss?

Í hesum døgum, har nærum alt samskifti er á netinum, er tað serliga forkunnugt og kærkomið at fáa eitt veruligt bræv í hondina, men ikki verður tað nógv brúkt. Skuldi senda brøv í farnu viku av Argjum. Men gakk, vit hava ongan postkassa longur. Spákaði mær inn á Landssjúkrahúsið, sannførd um, at har átti at vera ein postkassi, men nei. Í móttøkuni har segði blídliga konan, at har var ikki longur nakar postkassi, og teirra postur var heintaður hvørt kvøld av POSTA, og mítt kundi sleppa við har.

Nógv er sagt í hesum døgum, um at tey gomlu kenna seg einsamallan, sum vera man. Kenni eina barnleysa einkju í Klaksvík fyrst í 80-unum. 5 ár eru liðin, síðani maðurin doyði. Hann var sjómaður meginpartin av lívi sínum. Hann var raskur í eitt langt lív at skriva konuni brøv, meðan hann var burturi. Hesi brøv, sum øll eru goymd, vermdi hon seg við, tá hann var farin, og tey vermir hon seg við, nú hon livir í sjálvbodnari avbyrging.

Eg skal hugsa um teg og geva tær streym, segði mín gamli floksformaður, tá tað var okkurt eg var ótrygg við í umboðanini av flokkinum eitt nú uttanlands. Hann hevði sum unglingi lært hesa orðing í Íslandi.

Má enda við eini søgu, eg hoyrdi sum ung, og sum nam við meg. Tað snúði seg um eini hjún, har maðurin sigldi úti og var burturi í hálvt ár í senn. Tað var áðrenn fólk kundu ringja saman, og brævpostur hevði langa tíð um at koma fram. Tey avtalaðu, hvørja ferð hann fór avstað, at hvørt kvøld, tá hon fór í song eina ávísa klokkutíð, skuldu tey hugsa um hvørt annað og biðja Faðir vár saman. Tá helt eg tað vera sera romantiskt.

Soleiðis hevur fólk okkara yvirlivað við fjarstøðu sum grundtreyt.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður