Kjak

Klumman: Inklusión

2019-11-15 12:10 Author image
Eyðun Joensen

Týsdagin 22/10-2019 skipaði Psykiatriski Depilin á LS fyri ráðstevnu í Smæruni í sambandi við, at 50 ár vóru liðin, síðani psykiatrisk heildarviðgerð varð skipað og fór til verka í Føroyum.

Vælskipaða ráðstevnuhaldið var fjølbroytt bæði til gamans og álvara, tó tað sum hevði mín mesta áhuga var at hoyra núverandi depilsleiðara, Tormóð Stórá, leiðandi yvirlækna, hugleiða um føroyska psykiatri í framtíðini.

Hann lýsti í brotum søguligu gongdina higartil frá hóp- og langtíðar innleggingum og fyri summi mestsum fyri lívið, harav óheppin stovnseyðkenni fyri innløgd, fram til nútíðarrákið, sum var at fáa liðugt viðgjørd og vónandi  aftur nóg frísk og/ella frískari fólk út aftur í samfelagið eftir førimuni at virka og búleikast og hetta ætlandi við betri lívsgóðsku enn støðugt búgvandi á viðgerðarstovni og sostatt forða fyri viðgerðarrúmd til nýsjúk.

Seinru mongu árini er tað so samstundis eydnast at styrkja økispsykiatrisku og ambulantu tænastuna og harvið fækka samdøgursplássini innandeilda úr umleið 100 niður í ein fimting, harav útskriva tey flestu áður langtíðar innløgdu í meira ella minni vard sambýli kring um í landinum.

Tað tykist rigga væl, vera fult forsvarligt, og brúkarar trívast, MEN er tað sum um, at upprunaligi ”stovnstrupulleikin” fylgir við, og at bústovnar tippast, og kanska nóg frægir brúkarar illa fáast út aftur í vanliga samfelagið at arbeiða eins og búgva fyri seg sjálv, hetta sum vanliga er ein mannarættur og treyt fyri normalari lívsdygd.

Samstundis tykist millum fólk tilvitanin um og hugburðurin til sálarligar avbjóðingar vera alsamt batnandi . Áhuga- og avvarðandi feløg eins og í seinastuni eisini politikarar krevja sjálvsøgd javnrættindi millum krops- og sálarsjúkur og m.a. skjóta diagnosu- og viðgerðartrygd.

Diagnosur eru annars í sjálvum sær í sálarsjúkuhøpi truplar at staðfesta beinar, endaliga og fult burðardyggar fyri viðgerð, síðani psykiatriin í mun til aðrar sjúkugreiningar ikki eigur eins frægt grundarlag at byggja sínar sjúkumetingar á sum viðvíkjandi kropssjúkum.

Tí brúktu vit javnan við bráðfeingis innlegging heitið (fyribils/tentativ) diagnosa, møguliga við alternativum hjá- ella differentialdiagnosum (hvat kann  annars bila?) og viðgjørdu fyribils (tentativt) hareftir fyri síðani skjótast gjørligt tvørfakliga at endurskoða sjúkumyndina neyvari og koma veruleikanum nærri og, um neyðugt, broyta viðgerðina samsvarandi. Gamaní veldur tílík mannagongd eyka arbeiði og tekur tíð, tó samstundis vónandi størri vissu og harav neyvari viðgerð.

Harumframt eigur etiski hugburðurin til sjúklingar annars vera, at slíkir ikki BERT eru ein diagnosa, men eitt HEILT medmenniskja VIÐ einum sjúkutilburði, sum vónandi kann bøtast um, og  menniskjað aftur kann fungera og sjálvt trívast.

Diagnosur og sjúkustaðfestingar lekja í sjálvum sær og einsamallar neyvan nakran, men eru tær beinar, eru tær gott og neyðugt stavnhald fyri viðgerðarkós, men eru diagnosurnar skeivar, kann viðgerðin sjálvsagt eisini vera rong, óvirkin ella koma ov seint og sostatt vera sjuklinginum til bága. 

Eg havi so mangan alment havt fyri munni, at vit her í Føroyum sum ”eftirbátar” í mun til framkomin samfeløg her í Norðurlondum og Europa annars, hava fyrimun av upp á gott og minni gott at kunna læra av royndum í londum kring okkum, og har hevur tað ikki bara verið heppið so skundisliga og radikalt at stíla fyri tøming av viðgerðarstovnum uttan nóg góða trygd fyri, at útskrivaðir sjúklingar kunnu klára seg á arbeiðs- og bústaðarmarknaðinum.

Í grannalondum eru tað tíanverri mong dømi um, at sálarliga sjúk fólk, avvíst og/ella (tvangs)-útskrivað av psykiatriskum deplum eru vorðin heilt illa fyri og endað á gøtuni sum ólukkudýr.     

INKLUSIÓN merkir innafturliman í meðmenniskjahópin.

Tað er eitt gylt mál fyri fólk, sum hava havt sálarligar avbjóðingar, tó lukkutíð gerast bert nøkur fá prosent varandi sjúk.

Tí eigur solidariska samfelagið at veita viðgerð skjótt og effektivt, so at sjúkustøðan ikki gerst varandi, men sum flest megna at taka sín áður virkna gerandisdag  uppaftur.

Og ímeðan er í samfelagnum trot á arbeiðsmegi á nærum øllum økjum.

Fleiri arbeiðspláss hava nú á døgum eyga fyri, at teirra fólk kunnu leggjast eisini sinnisliga fyri og kunnu bjóða sínum meðarbeiðarum ”inklusión” aftur undir lagaligum korum, veri tað seg fyrstu tíðina vart ellla partíðarstarv, eins og tað almenna kann dugna við ymsum stuðulsskipanum.

Umráðandi er, at fólk eftir sjúkutilburð ella annað lívsins hóttafall ikki eisini missa sítt natúrliga bústaðar- og arbeiðstilknýti.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður