Kjak

Klumman: Havnarsavnið hjá Birgar

2020-01-24 11:25 Author image
Poulina Slættanes

Tað var ein sera forharmaðan Birgar, vit sóu á tíðindaskerminum herfyri. Eldhugaði entusiasturin, ið er so nógv havnarmaður sum nakar, var fáligur og onkursvegna málleysur.

Orsøkin er, at býarsavnið, sum hann hevur lagt so nógva orku í, ikki longur er nakað savn, men spjatt runt í býnum. Savnið helt til í leigaðum hølum. Tá húsið skuldi gerast í stand og brúkast til annað endamál, mátti Birgar pakka saman, men gav Tórshavnar Kommunu savnið. Sjálvandi var tað við tí í huga, at kommunan fór at lata tað upp aftur. Ein savnsvørður varð settur, og leingi hevur verið bíðað, hvat fór at henda. Tað ljóðar, at býarsavnið fer at lata upp yviri á Frúutrøð. Vónandi verður tað skjótt.

Í 2007 gav Birgar Johannessen út bókaverk, hann nevndi Havnin, fólk og yrki. Saman við konu síni Elsu gingu tey ótroyttilig og savnaðu til bókaverkið. Øll orka varð løgd í nakað, ið ikki kennir sín líka, hvørki her ella aðrastaðni. Onkur hevur nevnt, at Birgar er stedigur sum eitt esil. Setir hann sær nakað fyri, gevst hann ikki, fyrrenn hann er komin á mál.

Sigast skal, at hann gav bókina út á egnum forlagi.

Savnarin og havnarmaðurin er ikki komin á mál. Tí gav hann ilt av sær í Degi og viku herfyri. Tað passar ikki heilt. Hann gav ikki ilt av sær. Heldur var hann syrgin um lívsverkið hjá Elsu og sær. Kennir mann Birgar, kanst tú lesa hann av. Hann var forharmaður og keddur. Havnarsavnið, ið ikki finnur sín líka nakrastaðni, er goymt runt í tí deiligu Havn.

Hvat er goymt, spyr kanska onkur. Hvør hevur loftað klenodiunum? Bara eitt treiskt esil sum Birgar. Hvør loftaði fyrstu gestabókini hjá Føroya Fiskasølu við framsíðu úr mahogni? Havnarsavnið hjá Birgar eigur fyrsta føroyska flaggið, ið Mason segði var tað einasta, ið var galdandi í Føroyum undir hersetingini. Tað var niðri hjá Valdemar Lützen í 1940, at Mason kom við kunngerðini.

At hava fingið í savnið fyrstu málarataskuna hjá Ingolvi av Reyni við tupum og klútum. Tað er einastandandi. Og ein av teimum elstu næmingapultunum hjá nonnunum. Hesum hevur savnarin Birgar loftað. Býarmerkið hjá Tórshavnar kommunu, sum klaksvíkingurin Jógvan Waagstein teknaði, er eisini í savninum.  Abbasonur Jógvan Waagstein gav Birgari orginalu tekningina av býarmerkinum.

Einaferð fyri nøkrum árum síðani, kom eg við skúlaflokki á savnið í Niels Finsensgøtu. Jørleif Kúrberg, ið var ein úrmælingur í havnarsøgu, kom við. Við eitt borð við dúki av kondittarínum og koppum við, settust vit við tað søguliga kaffiborðið eina løtu, meðan vit í hátalara hoyrdu tey av Kamarinum syngja og spæla “Hvønn ein mikudag”. Børnunum dámdu væl og spurdu dúgliga Jørleif. Tey tóku til sín allar tær áhugaverdu og ikki sørt skemtiligu søgurnar. 

Orginala skeltið, sum var á húsavegginum á Thorshavns Afholdsforening í 1880, hevur Birgar eisini á savninum. Nevni eisini skipsklokkuna av Hollington, ið gekk burtur norðanfyri Føroyar í 1912. Emperial War Museum lat savninum henda søguliga savnsgrip.

Birgar hevur ein eginleika sum savnari, ein eginleika, sum næstan eingir pengasavnarar eiga. Hann vil so hjartans fegin deila tað, hann hevur savnað, við onnur. Tí hava øll fingið gleði av savnaralyndinum hjá honum. Men í løtuni er tað bara ikki atkomuligt.   

Vit taka samanum. Fari at biðja tykkum í Tórshavnar Kommunu um at taka tykkum saman. Taka tykkum saman og gera liðugt arbeiðið, sum Elsa og Birgar byrjaðu. Niðurpakkað savn kann ikki brúkast.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður