Kjak

Klumman: Fólkslig føsta

2020-04-02 19:00 Author image
Poulina Slættanes

Veturin hevði leikað í í longri tíð. Lágtrýstini høvdu hvør í sínum lagi kappast um loftrúmið og elvt til nógvar avlýsingar. Kedd vóru mong um sorlaðar brimverjur, illa farin fornminni og ítróttarøki. Nólsoyingar og hvalbingar harmaðust um, hvussu havaldan stríðshugað hevði máað og brýnt og ruddað fyri sær.  Og árið var ikki meir enn byrjað, so høvdu virknu bjargingarfeløgini kring landið sýnt sín stóra tilbúgvingarinnsats. Meðan illveður argaði loft- og skipaferðslu spurdust ófrættatíðindi úr Wuhan í Kina.  

Jú, í orðsins rætta týdningi høvdu vit rent okkum føst í føstuni. Føstan byrjaði hóvliga og uttan minsta feril av, at tingið mátti kallast saman vegna eina hættisliga, ósjónliga veru, ið var sloppin leys í alheiminum, og sum kundi oyða og herja og leggja alt fyri sín krúnukrans. Henda legði líka harðliga á kinesara sum skandinava. Tá hesin ljóðleysi lættvektari lendi í Norðuritalia, sóu vit skriftina á vegginum. Ein heimsumfatandi kreppa var á veg, og føroyingar stóðu frá fyrstu løtu saman sum ein at forða fyri fíggjarligum bakkasti. Neyðugt var at fáa boðskapin út, hvat hetta kundi elva til. Jú, ein ógvusligur grækarismessuskelkur.

Vit ræðast koronina, sum so litrík í listarligum skapi hevur verið at sæð á øllum tíðindapallum. Hesa vilja vit basa, ongantíð ov skjótt. Sóttarhald - ver heima - vaska og spritta hendurnar væl - halt frástøðu, hava verið grundreglurnar hjá stórum sum smáum. Einki hevur verið, sum tað plagar, og eingin kann sammeta hetta við nakað undanfarið.

Fyrstu vikuna hildu vit okkum til boðini um ikki at fylkjast ov nógv. So komu nýggj verjutiltøk at frárátt varð at skipa fyri nøkrum, har meiri enn 10 savnaðust. Nú sansaði at við lýstum brúdleypum, føðingardøgum og øðrum. Tað mátti útsetast, men við jarðarferð bar einki til. Tað kendist svárt hjá teimum avvarðandi.

Skúlar stongdu, matstovur, frisørar, viðgerðarstovur, ítróttar- og svimjihallir somuleiðis, meðan sanghugur og sanggleði nørdist, bæði í býlingum, altanum og á netinum. Ferðslan minkaði úti um landið. Á sjónum og luftini vístu mátingar, at dálkingin og CO2 útlátið hevði fingið ein avbjóðara – koronan. Hetta var ein nýggjheit. Bar tað til at fáa dálkingina at minka so skjótt, vit, sum hava hildið og trúð, at luftdálkingin fór at taka ár og sølt tár at koma til lívs?

Forherðaði heimur, hvussu livir tú? Vit mugu vóna, at vit fóta okkum skjótt aftur. Vit tola so illa at vera sett í bás. Alt skal helst ganga ótarnað, brúdleyp, fermingar, føðingardagar, festivalar, fótbóltskappingar, bindiklubbar og biografar. Summarstevnurnar og kappróðrarnir, skal virusið eisini har hava seinasta orðið? Ja, orðið virus var so fremmant fyri okkum føroyingum fyri 60 árum síðani.

Í 1960 gjørdu teir veg úr Mjørkadali til Havnar. Øll góð arbeiðsorka í Suðurstreymi tók eitt tak fyri at fáa vegasambandið gjørt liðugt. Har vóru kollfirðingar, kaldbaks- og havnarmenn. Aðrastaðni frá kom eisini arbeiðsmegi. Men eitt stríð var at fáa hesar organiseraðar í lokalu arbeiðsmannafeløgunum. Tað var eitt togarí at fáa viðurskiftini skipað. Kaldbaks Kommuna varðaði av Mjørkadali. Kaldbaksmenn hóttu við at leggja arbeiðið niður, um arbeiðsfólkið ikki limaði seg inn í arbeiðsmannafelagið í bygdini, tí har búði størsti parturin av arbeiðsorkuni. Meðan togaríið stóð við uppi í mjørkakenda dalinum á oyggj, frættist um ringt beinkrím, ið gekk um alt landið. Í Havn kallaðu tey krímið fyri virus. Ein morgunin, tá kaffið verður bryggjað í barakkini, fortelur tíðindafróur havnarmaður, ið er komin niðan í Mjørkadal við sínum arbeiðssjakki, at nú er virus eisini komin niðan í dalin. Ein lokalur tók tá so harðliga til, at um Virus nú eisini var komin til arbeiðis, so skuldi hann so beint limast inn í felagið!

Minnilig føsta. Haldið saman hvør sær.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður