Kjak

Klumman: Felagsskapur og felagsogn

2020-01-17 11:50 Author image
Emil Jacobsen

Fyrsta nýggjársrøðan hjá Bárði á Steig Nielsen er av. Røðulistaliga var hon hildin at vera á góðari leið.

Løgmaður legði stóran dent á sjálvboðið arbeiði, samanhald og gerandishetjur. Týðningin av at standa saman og virka fyri samfelagið alt. Neyvan er nakar ósamdur. Land okkara – ikki minst smáu bygdasamfeløgini – eru grundað á samanhald, sjálvboðið og ólønt arbeiði. Haldi, vit kunnu siga, at júst hesin sosiali kapitalur var samfesti, sum átti lívið í samfelagi og gerandisdegi okkara frá fyrsta degi.

Tað mundi tí falla mongum okkara fyri bróstið, at sami løgmaður fáar dagar áðrenn nýggjársaftan stóð sum garantur fyri, at somu nevndu fólkini – eldsálirnar, tey sjálvbodnu og óløntu – vóru vrakað sum framhaldandi eigarar av sjófeingi okkara. Fólksins ogn var latin nøkrum fáum í Føroyum saman við fremmandum reiðaravirkjum í 12 ár. Hetta er nýtt modell sammett við Ráfiskagrunnin og tíðina, tá hvørt skip, sum kom í 80-unum, skuldi hava landskassaveðhald. Avleiðingarnar tá vóru í mongum førum vanlukkuligar, og vit, sum eftir vóru, hingu uppá ábyrgdarloysið hjá politikkarum og bankum, men megnaðu at arbeiða okkum burturúr tí og uttan at missa fólksins ogn. Við nýggja modellinum verður tað fremmandur ognarskapur og kapitalur, ið setur treytirnar, tá viðurskiftini broytast skeiva vegin.

Tey sum eru nóg gomul eiga at minnast stríðið um flyting av fiskimarki okkara út á 12 fjórðingar og síðani út á 200 fjórðingar. Øll orka var løgd í at fáa fremmandar tjóðir út, sum fiskaðu inn á klettar okkara. Grunnar okkara vóru spísikamarið og lívsgrundarlag okkara. Tað var henda grundleggjandi sannføring, ið gav okkum dirvi til at standa uttanfyri EEC. Fóru vit uppí har, fóru teir somu at koma ógvusligari aftur á okkara grunnar og sum heild at seta treytirnar. Politikkarar okkara frá høgru til vinstru skiltu álvarsomu støðuna og stóðu sum ein maður um at vera uttanfyri EEC (nú EU).

Um somu tíð hevur Noreg, sum vit eiga eina fortíð saman við, fjálgað og útbygt fólksins ogn, og er vorðið eitt av heimsins ríkastu londum. Hagfrøðiliga eigur hvør norðmaður/kvinna um 2 mió. norskar krónur í oljugrunninum, savnað saman í 50 ár. Ávegis hevur oljugrunnurin eisini sett 2 mia. í ein pensiónsgrunn hjá fólkinum. Tað sum haraftrat er áhugavert er, at í Noregi hava ymsar stjórnir frá vinstru til høgru havt ábyrgd av oljugrunninum, og ongin teirra hevur borið uppá mál, at fólksins ogn skuldi privatiserast. Heldur ikki  óáhugavert er tað, at fleiri ferðir eru tað kvinnur, ið hava stjórnað Noregi hesi mongu ár. Fyrst Brundtland í tríggjar setur, meðan Erna Solstad nú situr sína triðju setu. Hin fyrra javnaðarkona og hin seinna høgrakona.

Tá ítróttaheiðrar vóru tilnevndir við ársenda í ár, var ein mamma, ið fekk virðisløn fyri støðugt at gera sjálvboðið arbeiði í einum ítróttarfelagi. Í samrøðu við útvarpi nevndi hon, at tað var vorðið striltnari at fáa fólk til sjálvboðið arbeiði. Børnini og tey ungu høvdu hug at svara, tá tað var borið uppá mál: Hvat fái eg afturfyri?

Tað er at vóna, at foreldur eru tilvitað um støðugt at halda børnum sínum til felagsskap og sjálvboðið arbeiði og læra tey týðningin av hesum fyri lívsdygd og nøgdsemi, men tað má sigast at vera demotiverandi, tá politiska leiðslan gongur undan við at undirmeta íbúgvar landsins, og gevur fólksins ogn til reiðarar í Føroyum og uttanlands.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður