Kjak

Klumman: Feðgaframløga

2019-01-25 14:16 Author image
Poulina Slættanes

Hin gamli í Sundalagnum var komin suður til Havnar við Bygdarleiðum. Ein vitjan hjá eygnalækna var á skránni. Nú tað var avgreitt, var lagamanni at fara at vitja son og verdóttir. Men enn var klokkan so mikið lítið, at hann fór ein gongutúr heim í miðbýin. Einki var longur, sum tað var fyrr, – bakaríið hjá Frants dansihøli, Apotekið fundarting, hjá Arnason parkeringspláss og Margarinfabrikkin barnagarður. Og vaksnir menn malandi við barnavogni. Noy, hetta var tann viðvenda verð. At tað skuldi vera so skikkað.

Klokkan gekk, og nú tók gamli beinini upp á nakkan út til sonin. Veðrið var rímiligt. Væl skøddur fór hann við tann spentar ál at vitja. Jú, tey fagnaðu pápanum og abbanum. Hann var settur til borðs. Døgurði var borðreiddur, og alt gekk sum eftir ánni. Sum hann plagdi heima, gjørdi hann tað sama her. Legði seg á sofuna at fundera og festi sær í pípuna. Kanska var hann burtur eina løtu. Við eitt rassast hann við. Hvør er tað, sum har gongur í fyriklæði og ruddar av? Hann narrar eyguni: sonurin? Hvat ólukkan gongur fyri seg her, gongur hann sum eitt spott í fyriklæði og ruddar? Sonur mín?

“Tú, hvat feilar tær?” spyr hann. Sonurin svarar, at sær bagir einki. “Hevur tú ikki eina konu, maður?” Jú, svarar sonurin, eina góða og fitta, pápi. “Men hvar  er hon so?”, spyr gamli. “Hon leggur tey smáu at sova. Soleiðis er arbeiðsbýtið her hjá okkum!”

Sundalagsmaðurin var skelkaður. Ikki vitað so skapt. Gekk sonurin her sum ein kventil í fyriklæði og vaskaði upp? Hetta mátti dyljast sum mansmorð.

“Gott mamma tín ikki veit nakað um hetta”, segði gamli.

“Mamma?”, segði sonurin “seinast hon var her, vaskaði eg upp, og hon turkaði av. Henni dámdi so væl, at hetta bar til”.

“Hon hevur ikki grett orð um hetta við meg”, segði pápin.

“Nei, tað skilji eg so væl. Hon tímir ikki at siga nakað, tí hon veit, hvussu treiskur og tvørur, tú ert. Men pápi, ta ferðina, tú helt uppvaskivatnið heitt á komfýrinum ein heilan dag, meðan mamma hvíldi eftir strævnan dag í hoyna, hvussu var við tí?”

“Tig við tær, hatta er so øgiliga langt síðani”, segði hin gamli.

Sonurin sá, at nú stóð einki til.

Tað stutta av tí langa var tað, at tá mamman var uppá sítt besta, var hon hoykona hjá stórbóndanum í bygdini. Hon arbeiddi trúliga eina viku á tamb í allarbesta terra, og hóast tað kláraði hon at gera manni og børnum døgurða. Rann heim millum avseturnar. Beint sum døgurðabitin var av, bar hon skundisliga allan borðbúnaðan yvir til køksvaskið og rann út aftur á bøin. Eftir loknan arbeiðsdag kom hon útlúgvað heim, og øll fingu sær ein nátturðabita. Men mamman var lin og mátti slappa av eina lítla løtu, áðrenn hon fór í holt við tað stóra uppvaskið. Uppmaskimaskina var tá “ein býur í Kina”. Á komfýrinum stóð heita vatnið og bíðaði.

“Legg tú teg róliga, eg skal nokk taka mær av hasum”, segði húsbóndin “hvíl teg nú bara”.

Hon so gjørdi, legði seg í frið og náðum. Men tá hon ein tíma seinni sprakk upp av sofuni, stóð uppvaskið júst sum tað stóð, tá hon tørnaði inn. Har hevði eingin tikið sær av uppvaskinum. Noy, noy, – men hin gamli hevði ballað ketilin inn í tað ullinta vovnað teppið og haraftrat koyrt tað undir dýnuna á kamarinum fyri at vatnið skuldi halda sær heitt, til mamma vaknaði og kundi fara í gongd við síðsta part av degnum.

“Hasar metodurnar, pápi, brúka vit ikki hjá okkum.”

Tá kvøtti ikki aftur úr tí gamla.

Hetta er ideligasta sannheit.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður