Kjak

Klumman: Eitt jólaminni við pílapinni

2019-11-22 11:25 Author image
Poulina Slættanes

Í morgin er klæmintsmessa, og so er bara ein mánaður til tollaksmessu. 

Jólini tóku longu dik á seg, tá klokkan varð flutt ein tíma aftur í farna mánaði. Tað var sum um alt fór at glampa um mánaðarskiftið í gluggum, gørðum og garðaliðum. Men sum tað er hugaligt í hesum brákomna myrkrinum, at tað glógvar um gangandi fót.

Handlarnir vóru uppaftur fyrr á veg. Í heystfrítíðini vóru karamellueskjurnar stakkaðar í longum røðum. Tær eru nú so lættar og lakar, at mann einki leggur í tær. Eingin dygd í teimum longur, hvørki eskju ella litríku karamellunum. Tað var ikki líka, tá lokið fór av teim rundu, hálovaðu blikkdósunum, – tevið av  karamellu í øllum møguligum skapum og onkrum eksotiskum anga sendi tá snarboð í munnrákan. Men tað er farið fyri langari tíð síðani. Eftir standa minnini um gomlu karamellkrásina, og enn eigur onkur tey vælsignaðu blikk, ið eru so hendinga góð smákøkugoymsla.

Pílapinnaknubbar til jóladekoratiónir eru enn at fáa, sum teir altíð hava verið og somuleiðis grannkonglarnir. Tað hevur eingin pilkað við.

Júst pílaknubbarnir senda tankarnar 60 ár aftur í tíðina. Teir góvu jóladekoratiónini tann heilt rætta jóladámin. Leirur var ikki lættur at fáa hendur á í 1959. Men ráð vóru fyri tí. Rugmjøl var útmerkað til endamálið. Mann koyrdi mjølið í ein kopp og  lat  nakað av vatni út í. So var hetta í koppinum rørt til ein  passaliga harðan klump at trýsta ljós, grann og hini prýðini í. Førligu ljósini, ið nú fáast, vóru tá ikki komin á marknaðin. Vit máttu lata okkum lynda við tey tunnu og snúraðu stearinljósini, ið skjótt brunnu niður. Tey snúraðu vóru annars so prýðilig, men tey eru útgingin fyri langari tíð síðani.

Hesi jólini kom Hugnalig jól, jólabókin hjá norðoyingum, út fyrstu ferð. Minnist, at vit henda tollaksmessuaftan gjørdu jóladekoratiónir. Kroystu skundisliga prýðislutirnar í rugklumpin, áðrenn hann bleiv grótharður.  Pílaknubbapinnarnir vóru sjarrligir, og fór man ikki vandaliga um hesar sproyknu pinnar, duttu mjúku knubbarnir av. Teir vóru so yndisligir, mjúkir og lodnir. At rudda av var   minni hugaligt. So var tað, at eg setti meg við jólablaðnum Hugnalig jól. Har var teknirøð um fjallabørnini Rakul og Snorra, ið Poulina Joensen so hegnisliga teknaði og segði frá. Meðan eg sat undir lestri, síggi eg ein lodnan pílaknubba liggja á gólvinum, ið ikki var farin í ruskspannina. Taki hann upp, trilli hann millum fingrarnar og strúki hann eftir kjálkanum. Áðrenn eg veit av endar hann inni í øðrum nasaglugganum. Ein so jólaligur angi gekk at honum. Men har kundi hann ikki verða. Eg trýsti og snýsti, harkaði og hostaði fyri at fáa hetta út aftur, men har hjálpti einki. Hetta var forgjørt. Einastaðni uppi í nasarótini lá hesin forherðaði pílaknubbin og tók mátt og megi og jólagleði frá mær. Í speglinum sá tað út sum nøsin var hovin og trútin. Eg var jú farin illa við henni, sum eg hevði stríðst – snýst, njóst og trýst.

Vanlukkuliga støðan stóð við øll jólini. Ikki tordi eg at siga frá, hvussu býttisliga eg hevði borið meg at. Og um eg hevði sagt frá, ja, so sá eg bæði læknar, nálir, tengur og nasablóð fyri mær og helst eisini herviligt argarí. Men húsfólkið hevði varnast, at ikki var rætt vorðið við mær. Og so slettis yvirhøvur ikki heldur.

Og 3. jólamorgun mátti tann armi syndarin bekenna. Tað var skjótt borið at. Norður á Garðar til Christensen lækna. Hann tók eina lykt um ennið og tveir krosskastaðar stokkar í hendurnar.  Teir fóru grøvandi upp í nasarótina, og við stynjan og venan kom lodni, blóðdálkaði  knubbin út. 

Sum tað lætnaði. Tað sum hevði sett dagsskránna við sárum og tárum gjørdist ein dagur við ráðum og góðum gávum. Eg fylti 9 henda minniliga dag fyri 60 árum síðani.

Ongantíð pílaknubbar aftur ....

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður