Kjak

Klumman: Eingin er ov gamal gott at læra

2019-03-22 07:28 Author image
Poulina Slættanes

Í nógv ár hevur Føroya Fólkaháskúli tikið stig til tvey eldraskeið við vistarhaldi í eina viku til 10 dagar á vetri. Hetta er ein avbjóðing hjá leiðsluni, tí fortreytirnar eru ymiskar, hvat heilsu og førleikum viðvíkur. Talan er ikki um, at tey elstu eru verri fyri enn tey, sum beint eru farin um pensionistaaldur. Í fyrra umfarinum var eldri kona, ið hevði fylt 92, og sum hevur verið við í nógv ár. Hon gleddi seg á hvørjum ári at fara til Havnar á eldraskeið og helt fram, at hon mangan hevði sagt, at nú kom hon ikki aftur, tí árini vóru so mong. Men enn hongur hon í. Henda vildi liva hvørja løtu, henni untist saman við samborgarum úr øllum landinum.

Vit seta sum oftast háskúla í samband við ungfólk. Men háskúlar hava eisini raðfest aðrar aldursbólkar og dagført meginregluna um at liva meir, sum altíð eigur at liggja fremri enn at liva longur.  

Tað góða við skúlanum er, at tú kemur har og tekur av ella letur vera. Eingin hjávera ella frávera verður førd. Ert tú ikki før/førur fyri lættari kropsvenjing, letur tú standa til. Eingin stendur við fremstafingri og sigur, at tú skalt. Tað eru onnur alternativ ta løtuna: sita við stokkum, vitja fyrstu skúlastovuna, ið var í Føgrulíð ella lesa okkurt í fjølbroyttu bókahillunum. Skúlin eigur hendinga fínar, fagrar, norðurlendskar bókmentir á bókasavninum, sum áttu at verið dagførdar.

Meira enn 100 ár eru farin, síðani Føroya Fólkaháskúli byrjaði. Í eitt ár var skúlin á Stongunum í Klaksvík. So fór hann vestur um í Føgrulíð. Í 1909 var niðurstøðan tann, at tað var so óhøgligt at liggja úti í óbygdum. Skúlin mátti nærkast fjøldini í landinum. Hugsar man um annan háskúlastjóran, Símun, so hevur verið eitt ótrúligt seiggi og andsevni í honum at ganga upp um skarðið til Klaksvíkar í ørindum við einum eftirgjørdum beini.

Men hvat er innihaldið og endamálið við eldradøgunum? Fyrireikararnir   tryggja sær, at nakað er fyri øll. Felagssangur hevur altíð verið slagorðið í háskúlahugsanini. Ítrivini eru sum hjá so nógvum, – ein avbjóðing fyri onkran og leikandi lætt fyri ein annan. Kvøldsetur við “loyniligum gesti” eru forvitnisligar við nógvum gitingum. Tónleikarar koma eisini inn á gólvið, ið tey allarflestu kenna frammanundan, tí teir eru aktuellir. At vitja stovnar er forkunnugt. Rundferð í Tinganesi, Norðurlandahúsinum, Glasum og leikur í Sjónleikarhúsinum elvdu til nógv prát og meiningar av øllum handa slag.

Tikið saman um, so eru eldraskeiðini í sær sjálvum eitt frávik frá tí gerandisliga. Í øllum førum á hávetri, tá tankarnir snúgva seg um, at vetrarmyrkrið skjótt riggar av, og várljósið aftur fær vald á myrkrinum. Hugnaligu borðhaldini á morgni, døgurða og kvøldi við skiftandi samskifti á øllum samfelagsøkjum, tæntu endamálinum. Lívsroyndir geva seg til kennar frá einum virknum arbeiðslívi, tá árini eru farin at renna undan okkum. Løturnar við práti um ættarbond og skyldskap vóru lívligar, tí tað vísti seg, at langommur og langabbar hjá okkum sum oftast vóru trímenningar og fermenningar. Stokkarnir gingu títtir, og pløgg tóku skap. Frá gløggu bindikonunum tók man okkurt til sín hesar dagarnar. Menninir dugdu skemtiliga at glósa, meðan onkur læsti av stokkunum.

Eftirmetingin bendi á, at okkurt er, sum manglaði. Tørvur er á at vita meir um heilsu- og pensiónsnýskipanina. Tað tók leiðslan til umhugsunar.

Fermu bindingarkonurnar úr Gøtu og Tvøroyri, hóvligu, hugfarsligu  klaksvíkskonurnar og søgufróðu menninar fara at svara leingi aftur.

Niðurslitni háskúlin eigur at fáa betri sømdir. Har eru ov slitin rúm og stovur.

Farið á háskúla, liggur tað fyri. Hevur tú verið einaferð, fert tú aftur. Tað passar.

Tí eingin er ov gamal gott at læra.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður