Klumman: Eightlegged freak

Klumman: Eightlegged freak

2017-05-06 02:04 Author image
Simona Midjord

Eg havi ofta marruna. Eg droymi um eiturkoppar, sum spela eftir gólvinum, ella renna eftir dýnuni. Og tá eg so googli dreymatýðingar, fái eg frágreiðingar um fjaldar, seksuellar frustratiónir, ella tað, at eg eri við at vikla mannin inn í mítt net av kvinnusnildni ella, at tað er ein síða av mær sjálvari, ið berjist við eina síðu eg havi av mammu míni, sum eg royni at sleppa av við. Men eg fái hetta ongantíð til at passa heilt. Jú, víst kann eg verða seksuelt frustrerað til tíðir, men also, tað gongur. Og hatta við kvinnusnildi haldi eg verða mín rætt sum kvinna. Tað er ein gáva.
Nú er tað so, at vit hava fingið sjónvarp framman fyri rógvimaskinuni heima. Gull vert! Eg kann rógva uttan at vita av tí, meðan eg hyggi eftir Netflix. So, eg haldi pausu við Burn, og nú er tað blivið so komfortabult í kjallaranum, at eg eri bangin fyri, at eg verði verandi har niðri.
Hendan eina dagin hugdi eg at einum filmi, sum handlaði um eitt par, sum hevði mist sonin, sum spøkti um náttina. Foreldrini vóru sannførd um, at hann var har, men terapeuturin segði, at hetta var dulvitið, sum lumpaði tey. Eitt ynski so stórt, at tað í løtum gjørdist veruleiki hjá teimum.
Eftir rógvitúrin fór eg at svimja við børnunum, og tað var tá, at lítla peran har uppi í skallanum fór at lýsa, og eg fyri fyrstu ferð helt meg hava skilt eiturkoppadreymin. Eg skuldi bara flyta fokus eitt sindur og droppa google!
Eiturkoppar hava 8 bein og 8 eygu. Teir renna skjótt. Eyguni sita soleiðis hist um pist, soleiðis at teir munnu síggja 180 gradir, minst. Hetta hevur dulvitið langt síðani fangað.  Ímyndið tykkum, hvussu tað hevði verið at sæð so væl, og rokkið so langt ísenn! Tí:
- Mamma hygg her!
- Nei, mamma hygg líka her, eg dugi at svimja uttan armringar!
- Eg dugi at leypa av vippini meðan eg geri skrúvu, mamma hygg, ááhh for sein!
- Mamma sást tú, at eg fór undir, eg mundi druknað!
- Svim við plátuni mamma, kanst tú vera eitt skip??
- Klatra líka uppá plátuna, mamma! Mamma! Hann spruttaði vatn á meg, sást tú?
- Mamma, kanst tú hyggja nú? Mamma!!
- Kanst tú svimja við mær á rygginum, nú ert tú hávur!
- Kasta bóltin til mín!
- Nei, fyrst til mín, áh nú kastaði tú for langt, og nú for stutt! Tú dugir slett ikki.
- Mamma, hygg!! Ááhh, tú ert altíð for sein! Droyða!
Vænti slett ikki, at tað er so galið at vera eiturkoppur. Hann stendur har í miðjuni av lokkanetinum og hevur super yvirblikk við øllum sínum eygum. Og kemur hol á netið, so fiksar hann tað skjótt og væl við øllum sínum beinum. Tá hann fangar flugur, kann hann halda teimum føstum við tveimum beinum, meðan hann bindur tær við tveimum øðrum, skriðjar sær í rygginum við einum og um búkin við einum øðrum. Alt meðan hann hvílur sær tvey tey síðstu, og peilar av, hvussu verðin sær út.
Eiturkoppar hava tað lætt.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður