Kjak

Klumman: Diagnosusamfelagið

2019-04-12 08:05 Author image
Karin Kjølbro

Í 1994 fylti fyrsta seingjadeildin á Psykiatrisku deildini á  Landssjúkrahúsinum 25 ár. Hátíðarhaldið var hildið við fyrilestrum í psykiatri fyri samstarvsfeløgum. Ein røðari var psykiatarin August Gabriel Vang. Hann tosaði um ADHD. Sjálvt heitið var spildurnýtt fyri okkum, ið einans kendu heitið DAMP. Tað var tað, sum frammanundan av leikfólkum ofta var nevnt: kyksilvur í afturpartinum. Nú fingu vit eina vællýsta sjúku, ið nevndist ADHD, og høvuðssjúkueyðkenni var tvørrandi evni til sum heild at hugsavna seg. Heilivágurin móti hesum var Ritalin. Eg varð sum leiðari av Kriminalforsorgini vónrík. Hevði lisið í útlendskum bløðum, at helmingurin av teim innsettu monnunum í fangahúsum vóru hildnir at hava DAMP og høvdu teir fingið hjálp sum børn, so vóru teir neyvan vorðnir revsilógarbrótarar. Fá ár frammanundan var alkoholisma orðað sum sjúka í diagnosubókini hjá WHO, og nú eisini ADHD, sum kundi viðgerast við Ritalin, sum tóktist at rigga. Men tað var tó skjótt, at tað eisini kundi brúkast til so nógv annað. Sagt var, at øll fingu tað betri, ið fingu Ritalin. Eitt nú var tað nógv brúkt í USA hjá ungfólkum, ið lósu til eksamiu. Tey kundu hugsavna seg í dagar og nætur uttan svøvn. Harnæst kom tað ólukkuliga, sum vit vistu dømi um  her heima, at Ritalin var selt á svarta marknaðinum til rúsevnabrúkarar.

Í dag hava 10% av skúlabørnunum í Danmark ADHD, angist, autismu ella depressión. Hetta tal var fyri 10 árum síðani 4%. Sum skilst eru fleiri granskarar, ið halda, at talan er ikki bert um, at fleiri eru vorðin sjúk, men heldur, at vanligir trupulleikar eru gjørdir til eina sjúku. Nýliga er sorg eisini vorðin ein diagnosa, sum krevur heilivág. Hann náði meg um ikki vegvreiða (vejvrede) og ludomani verður viðgjørt við sama heilivági sum tunglyndi.

Løgið, ongantíð hava vit í Norðurlondum verið so frísk, livað so leingi, og havt betri møguleikar fyri tí góða lívinum.

Í Føroyum brúka vit minni pening uppá seg í sjúkrahúsverkinum enn grannalondini. Fyri framman liggur stórt politiskt kjak um framtíðar raðfesting á sjúkrahúsøkinum. Og nu er ein nýggjur tungur drongur komin uppí – heilivágsídnaðurin.

Í vetur sótu 450 læknar og granskarar úr 30 londum í Mærsk-torninum í Keypmannahavn i tríggjar dagar til tess at kjakast um, hvat gerast skuldi við tíðarinnar størstu heilsuligu avbjóðing -  nevniliga, at alt ov mong fáa alt ov nógvar diagnosur, sum tey ikki hava brúk fyri.   Ein professari í almennum medisini og praktiserandi lækni, John Brodersen, ið orðaði seg um støðuna, segði, at tað stríðið letur seg ikki vinna, tí øll hava áhuga í fleiri diagnosum – ikki færri. Tað er 1) heilivágsíðnaðurin, sum sponsorerar læknar og granskarar, og sum vinnur pening uppá at selja meira heilivág uppá verðandi og nýggjar sjúkur. 2) Sjúklingafeløgini, sum vilja hava meira fokus og pening uppá sína sjúku, og so eru tað 3) politikkarar, ið kenna seg noyddar at spæla við.

Nógv kann sigast aftrat, sum ikki rúmast í eini klummu. Men fyri egna rokning loyvir yvirritaða sær at taka samanum og spyrja: Kann tað hugsast, at næsta stig hjá heilivágsíðnaðinum er at bjóða pening fyri at sleppa at flyta inn á sjúkrahúsini við sínum kapitali, heilivági og ekspertisu? Og hvørjir lands- og lokalpolitikkarar eru tá (undir einum valstríði) førir fyri at siga: Hesum vilja vit sjálvi stýra?

  

 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður