Kjak

Klumman: Brúkið bussarnar

2019-04-05 08:11 Author image
Poulina Slættanes

Borgarar í Tórshavnar Kommunu hava eina framúr henta og smidliga bussleið. Nýliga er tænastan betrað. Reyðu bussarnir koyra nú eisini út á kvøldið leygardag og sunnudag. Tað hevur so mangur saknað. Tað frættist í vetur, at tekniska nevnd hevði ætlanir um dagføring og vikuskiftiskoyring, og mong vóru tey, ið fegnaðust. Nú eru so reyðu bussarnir farnir undir eina royndarkoyring í eina tíð. Byrjað varð seinasta mánadag, 1. apríl. Áðrenn kunngerðin kom út á heimasíðuna hjá Tórshavnar Kommunu, vóru tað onkur, sum hildu, at hetta var ein aprílsøga, men tíbetur var hetta ramasti álvari.

Hesa nýggju bussleiðina má man nærlesa og royna, áðrenn man finnur útav, hvar busstørvurin hjá tí einstaka er. Valið er nú millum fimm leiðir í býnum og tríggjar til kommunuútjaðaran (Kaldbak, Kollafjørð, Velbastað/Kirkjubø).  Ferðslutrýstið er øgiligt í býnum, sum vit vita, og tað versnar bara, tí trongligt er. Nýggja “Ringleiðin” er burturav ætlað til Glasir.

Bussleiðin, sum er samheitið hjá bussunum í Havn, byrjaði í 1979. Tá varð sagt, at eingin skuldi hava meira enn 150 metrar at ganga til næsta busssteðgistað. Sagt varð eisini, at nú fóru mong at seta bilin og heldur fara til gongu til arbeiðis. Ja, so søgdu tey fyri 40 árum síðani, tá gjaldast skuldi fyri túrin. Nú er øðrvísi.

Nýhugsan var tað, tá samtykt varð í 2007 at lata borgarunum hesa veiting ókeypis. Tað er ikki tað sama at fara í bussin og sleppa undan at hugsa um at hava taldar pengar í hondini og longu bíðirøðina, ið bíðar at sleppa framat at gjalda. Tá tað er ókeypis, gongur tað so leikandi lætt bæði frá og til. Ikki um at tala í hesum gjaldskortstíðum.

Í fjør varð sagt, at bussleiðin kostar 26 mió. kr. at reka. Í seinastuni hevur verið nógv frammi, at leiðin er kappingaravlagandi fyri aksturvinnuna. Útlendingar koma niðan í miðbýin av stóru ferðamannaskipunum, seta seg í bussarnar og koyra allan Suðurstreym á tamb ókeypis, tí tey hava fingið hetta at vita, tá tey koma í land. Tað er sjálvsagt ikki í lagi, tí tá ferðafólkaskipini liggja við kai, eru bussarnir so kjokkfullir av turistum, at tey, sum dagliga eru bussbrúkarar, kunnu gloyma alt um smidligu bussleiðina, so leingi ferðamannaskipið liggur úti á Molanum.

  

  

Talan hevur verið um at lata borgarunum í kommununi eitt borgarakort, so man kemur trupulleikanum til lívs, men enn hevur man ikki hoyrt, hvussu tað skal umsitast. Fyrsta dagin koma amerikanararnir og øll hini ...

Ferðslan í Havn inn í býin er vaksin við risaferð í seinastuni. Øll vita av trupulleikanum, sum er, tá parkerast skal. Allir básar í brúki og tilvildarlig parkering, sum hóast tey eru frámerkt til arbeiðspláss, verða bara tikin samvitskuleyst.

Flest fáa mest við at brúka reyðu bussarnar, sigur kommunan í høvuðsstaðnum. At brúka bussin sparir tíð og stríð. Tá er eingin leiting eftir parkeringsplássi. Minnist ein eldri mann í Vágum, ið segði, at fór hann til Havnar, setti hann bilin uppi á Hálsi og fór við bussinum oman í býin. Ørindini, ið gerast skuldu, gingu upp á stás við leiðunum, bussarnir koyrdu í býnum. Nei, hann hevði einki stríð av tí, øll knarraðu um.

Fleiri enn 200 steðgipláss eru. Bussleiðin hevur átta koyrirutur. Fyribils broytingin tekur støði í, hvar flest fólk ferðast og fara. Høvuðstankin er at fáa flest fyri mest. Barnagarðsbørn eru dugnaligir brúkarar saman við pedagogum og skúlabørnum. Óført, tí tey mynda framtíðina.

Ferðslumynstrið í dag er tann beri skundur. Tí er tað fínasta slag við bussunum. Teir koyra vandaliga og leita ongantíð eftir nøkrum steðgi- ella parkeringsplássi.

Brúkið bussarnir, sum síggjast so gott sum allastaðni í løtuni.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður