Kjak

Klumman: Bronglað ella misskilt bókaheiti

2019-05-31 08:52 Author image
Poulina Slættanes

Sum ung stóð eg í einum nýggjum bókhandli í Havn. Meiningin var, at eg helst skuldi fara tann vegin einaferð, tí tað hevði eg frá barnsbeini havt fitt av innliti í. Mangan hevði eg tikið hond í á bókasavninum í heimbygdini og eisini í bókhandlinum hjá Eliesar Poulsen. Samsýningar minnist eg einki til. Haldi, at tað ikki hevði nakað sum helst at siga. Minnist kortini, at bar eg Eliesar í bókhandlinum og konuni Fíu ketilost, tá kúgv hevði kálvað, slapp eg at velja mær eina bók heim við og við hvørt tvær. Tað var so fantastiskt, tí handilin var dagførdur og fjølbroyttur við nógvum forvitnisligum lesnaði.

Í  bókhandlinum í høvuðsgøtuni komu hvørja viku nýggjar bøkur – tær flestu úr Danmark. Hetta vóru bøkur, ið viku frammanundan vórðu ummæltar í donskum avísum. Tær vóru tí nógv eftirspurdar. Summar. Og har komu eisini tíðarrit sum Life, Bo bedre, Gør det selv o.s.fr. Mann legði skjótt til merkis, at hesi bløð vóru væl umtókt. Og beatlatíðin hevði eisini fjepparahaldarar umframt amerikanska poppidolið Elvis. Tað mánaðartíðarritið nevndist Elvis monthly. Jú, har komu havnarfólk í øllum aldri at keypa bøkur, tíðarrit og skrivstovuútgerð. Tríggir bókhandlar vóru í umráðnum, so tað galt um at røkja tørv og eftirspurning.

Hetta summarið vóru litfagrar havabøkur á breddanum. Vindeygað varð prýtt við øllum hesum eyðsýndu blómu- og vakstrarbókum. Tað hendi seg meira enn so, at við diskin komu fyrispurningar um eitt og annað, um rabarbur og radisur, røtur og ribs. Men tað var ikki júst fakumráðið hjá handlinum, tí bøkurnar høvdu betri gróðrarvánir á heilt øðrum breiddarstigum.

Nú hetta var bókhandilin burturav í handilsgøtuni, bleiv gjørt nakað burtur úr øllum, sum kom út á føroyskum. Hetta summarið kom fyrsta yrkingarsavnið hjá Róa Patursson. Savnið var hansara fyrsta, og fekk hann M.A. Jacobsens heiðursløn fyri tað. Væl seinni fekk eitt annað yrkingarsavn hjá Róa, “Líkasum”  norðurlendska bókamentunarheiðursløn.

Í handlinum skiftu vit títt og ofta út bókmenturnar, bæði tær fakligu og føgru. Smáligt var við bókum til børn ta tíðina, men háskúlastjórin Steinbjørn B.  Jacobsen var so virkin við smáum, fittum og litríkum bóklingum, ið vóru lættar at lesa, og Bárður Jákupsson prýddi við myndum.

Einaferð kemur ein kona inn og spyr, um ongar havabøkur vóru eftir av teimum, sum høvdu ligið í vindeyganum. Jú, tær lógu inni í handlinum. Í handilsglugganum lógu nú bøkur hjá norðmanninum Knut Hamsun, tí hesin hevði havt merkisdag. Har lógu Sult, Pan, Victoria og Markens grøde, minnist eg. Haldi, at vit høvdu lagt ein norskan tjóðskap afturvið í glugganum við Ibsen, Grieg og Sigrid Undset. Talan var jú um bókhandilin burturav.

Konan, sum leitaði eftir eini havabók, kemur nú til diskin aftur og sigur, at hon skal hava bókina Markens grøde, sum liggur í vindeyganum. Eg sigi við hana, at tað er ein skaldsøga og ikki ein havabók. Hon er skjót at siga, at maður hennara hevði gingið framvið gluggan í gjár og hevði sagt, at hatta var bókin, tey skuldu hava fatur á, nú tey vóru í ferð við at gera hava ella urtagarð í eysturbýnum.

Legði ikki í at sannføra hana um nakað. Fór bara eftir bókini og spurdi, um eg skuldi pakka hana inn.

  

 

 

Nei, tað var ikki neyðugt, so eg smoygdi hana í ein fittan, handigan plastposa við lundum uttan á. Hon takkaði fyri og á veg út, endurtók hon, at maðurin og hon vóru so spent uppá havaprojektið og hopaðu, at í “Markens grøde” fóru tey at finna bestu loysnirnar uppá havan.

Hetta var so ruddiliga misfatað. Sum ein variantur til skemtiligu søguna í Barnabókini “Her slænges Maren Katrine” hjá Hans Andreas Djurhuus.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður