Klumman: Árliga jólaborðhaldið

Klumman: Árliga jólaborðhaldið

2017-12-08 15:24 Author image
Simona Midjord

Ein bláan alboga, eyma mjødn og hald í rygginum. So veit man at ballið var gott.

Fríggjakvøldið var árliga jólaborðhaldið á skránni. Takið tað bara púra róligt tit, eg fari bara at flenna eftir mær sjálvari ;o)

Ótrúligt, sum Superwoman kann kenna seg ó-super “dagen derpå”. Kappin er allarhelst burturblivin harúti á dansigólvinum, tí hendan sunnudagin kenni eg meg bestemt ikki at kunna flúgva og verða ósigrandi. Tvørturímóti!

Meðan eg havi sett meg við varmadunkinum fyri mín eyma rygg, royni eg at finna høvd og hala á, hví hann er so læstur sum hann er. Nakrar myndir renna fram fyri meg frá dansigólvinum, har eg havi hildið meg vera professionellan limbodansara og eisini estetiskan fimleikara.

Íhvørtfall havi eg latið ein av dansifelagunum lagt meg so afturav, tí eg visti jú innast inni, at eg dugdi væl at fara í brúgv. (Gloymdi at tað vóru 30 ár gingin síðani seinast, tá kroppurin var nakað væl minni og liðiligari enn í dag. Superwoman tit vita.)

Nú eg setti mær teir høghælaðu aftur í skápið til næstu ferð, sá eg, at tann eini hælurin var í so skamfílaður. Ristin, handan forbrenda ristin uttanfyri...

Hon man hava verið til ampa fyri manga kvinnu, ið er farin útum at svala sær á eitt festligt kvøld. Minnist meg at hava rópt um hjálp. Rópt! Sum tað, at ein fastur hælur skuldi verið tann størsta neyðin man kundi komið í, harramíngud also. Sum ein frelsandi eingil, kom ein jarðarmóðir mær til hjálpar. Hon veit, hvat tað vil siga, at hava okkurt fast í einum holi, sum má lirkast út, fyri at tað ikki skal enda við for nógvum riftum og diverse, og tað megnaði hon eisini í mun til ta neyðina, eg var í hesa løtuna.

Ikki tí, tá man hevur lagt nøkur dansifet afturum seg eitt slíkt kvøld, er onki meiri natúrligt enn at lata seg úr og tveita stilettirnar innundir eitt borð. So gongur man runt og traðkar upp í klebruttar hyljar, sum vónandi bara eru veitsluløgir, men man veit ongantíð við vissu. Skuldi kanska havt nøkur stix í lummanum… (sjúkrarøktarfrøðingarnir vita).

Man hevur so nógva kjerligheit at oysa av eitt slíkt kvøld eisini. Eitt klíp her og der ger ikki mun, og muss og klemm til øll, sum siga “hey”. Eygleiðingar meðan man hongur har í barrini og sær tvey har á dansigólvinum, sum bestemt ikki eru par, men sum hava gloymt tað hetta kvøldið, verða slettaðar úr minninum, tí jólafrokostar telja ikki ordiliga við hjá øllum.

Tá seinasti dansur er dansaður, er snilt at fara húsagongd og leita eftir einum góðum snapsi afturvið morgunkaffinum. 

Og hevur man langt heim, er gott at hava góðar starvsfelagar, sum búgva í Havn og sum eiga eina heita rumpu at balla seg hjá, og sum onki hava ímóti at balla seg undir tínu rumpu. Tað er gull. Ikki at gloyma, sum eisini eiga eina eyka tannbust, brúsubað OG einar reinar Sloggi.

Takk fyri eitt fantastiska stuttligt kvøld, passið væl uppá tykkum harúti og verið góð við hvønn annan!

Gott vikuskifti :)

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður