Heimatíðindi

Klumman: Árliga bilsýnið

Klumman: Árliga bilsýnið
2017-11-17 15:17 Author image
Simona Midjord

Feministar go home! Eg meini tað! Árliga bilsýnið átti at verið mansins, á hvørjum ári!

Men javnstøðan hevur viljað tað so, at kvinnan eisini hevur ábyrgd av fýrahjólaða akfarinum, sum hon jú brúkar, eins væl og maðurin. Hví kann man ikki bara sleppa at koyra í frið, uttan at hugsa um sýn, bensin og dekkskift?

Ná, men soleiðis er tað. Og hendan mikudagin átti eg tørn. Eg havi átt tørn nakrar ferðir fyrr, so eg burdi verið trygg í støðuni eftirhondini, men nei.

Fyrst er tað at finna hatta vælsignaða bilverkstaðið. Eg ivist altíð hvønn veg eg skal koyra ígjøgnum hasa villiniborgina, sum eg upplivi hasar síðuvegirnar, áðrenn man kemur uppá pláss.

Kø. Tað var ikki verri, tí so geri eg bara sum hini. 

Bara ikki eg koyri við síðuna av hasum sporunum, sum fremstu hjólini skulu raka á. Ná, hasin fitti maðurin guidar meg ígjøgnum. “Longri fram, longri fram, kom bara, her er eitt sóritt petti eftir enn”, sigur hann og vísir við ørmunum, hvussu langt eg kann koyra aftrat. Løgið, sum man kan fáa hugleiðingar til eina undirlívskanning, tá man fer til kanningar við bilinum, hugsi eg og koyri. “Ja, kom nærri, nærri, ikki sooo nær, steðga!”

Hví havi eg nervar?

“Ja, vissi tú so setir á støðuljós.” Eg blinki til høgru og koyri langljósini frá. “Ja, hatta koma vit til. Vissi tú líka setir á støðuljósini fyrst?”

Eg veit slett ikki, hvussu man setir á støðuljós, hvat eru støðuljós? Eg snari lítla dibbiduddinum, sum man dreyar fyri at tendra og sløkkja ljósini við, tit vita, hin dibbiduddirin, sum er har uppi við róðrið vinstrumegin, vissi eg snari hann aftur og fram, so má tað for hundin raka á tað rætta. Plagar hann ikki at taka yvir, hasin maðurin? Hví siti eg í bilinum enn?

“So fara vit afturum at vita, hvussu út sær. Vissi tú setir í bakgear, ja. Vissi tú líka...” – Orsaka, men er tað ikki lættari vissi tú bara setir teg her handan róðrið? Sigi eg og blunki mítt besta “kvinde i nød” blunk.

“Tað verður beinanvegin, vit kanna líka ljósini fyrst, hetta gongur fínt”, sigur hann og flennir so hjartaliga. Oh my lordie, eg føli eg býtta. Hví kundi maðurin ikki taka sær frí eina løtu, so eg slapp undan hesari pínligheitini? 
Endiliga tekur hann yvir og bjóðar mær at seta meg í bíðirúmið.

So fellur dómurin.

“Har sær alt mest sum gott út, og hann sleppur ígjøgnum. Bara líka fáa hondbremsuna strammaða, tú veitst (the fuck do I know), og so er ein lítil pera vinstrumegin, sum skal skiftast. Men eg gevi honum eitt stempul.”

“Also, hvar fái eg so hatta stemplið? Skal eg koyra til onkran at verða stemplað. (Halt kipp ikki, hann hevur “jul og glade dage”, hasin bilmaðurin, eg síggi á honum at eg havi spurt um okkurt býtt, hann bara flennir, hatta er ikki bara blíðskapur).

“Tú sær tað her í rútinum”, svarar hann og peikar á høgru síðu á forrútinum, har okkurt er klistrað á. “Vit síggjast vónandi næsta ár” sigur hann og smílist.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður